24. november 2025Nr. 183
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um lestrarstuðul
(Hækkaður lestrarstuðul - fylgilógaruppskot til FLU 2026)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 36 frá 3. mai 2007 um lestrarstuðul, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 135 frá 8. desember 2023, verður í § 7, stk. 2 “kr. 4.315” broytt til: “kr. 6.139”.
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. august 2026.
Í Tinganesi, 24. november 2025
Aksel V. Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 20/2025