Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
18. desember 2020Nr. 184
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um serstakar treytir fyri fiskiskapi eftir makreli, norðhavssild, svartkjafti og botnfiski í 2018, 2019 og 2020 og botnfiski í Barentshavinum í 2020
(Leingjan av heimild at taka veiðigjald)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 172 frá 20. desember 2017 um serstakar treytir fyri fiskiskapi eftir makreli, norðhavssild, svartkjafti og botnfiski í 2018, 2019 og 2020 og botnfiski í Barentshavinum í 2020, sum broytt við løgtingslóg nr. 179 frá 21. desember 2018, løgtingslóg nr. 149 frá 13. desember 2019, løgtingslóg nr. 171 frá 31. desember 2019 og í § 75 løgtingslóg nr. 91 frá 7. juni 2020, verða gjørdar hesar broytingar:
1. Heitið á løgtingslógini verður orðað soleiðis:
“Løgtingslóg um serstakar treytir fyri fiskiskapi eftir makreli, norðhavssild og svartkjafti í 2018, 2019, 2020 og 2021 og botnfiski í Barentshavinum í 2020 og 2021”
2. § 1, stk. 1 verður orðað soleiðis:
“Rættindahavari, sum veiðir av rættindum, Føroyar ráða yvir, skal rinda eitt veiðigjald, sum verður lagt á hvørt fiskað kilo í rundari vekt av makreli, norðhavssild og svartkjafti, sum fiskifarið fiskar við fiskiloyvi til makrel, norðhavssild ella svartkjaft í 2018, 2019, 2020 og 2021 og fyri hvørt kilo í rundari vekt av botnfiski, sum fiskifarið fiskar við fiskiloyvi til botnfisk í russiskum sjógvi í Barentshavinum, botnfiski í norskum sjógvi norðan fyri 62°N og botnfiski við Svalbard í 2020 og 2021, tó undantiknar kvotur, sum eru keyptar á uppboðssølu.”
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2021.
Í Tinganesi, 18. desember 2020
Bárður á Steig Nielsen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 30/2020