Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
21. desember 2018Nr. 184
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um framleiðslu, flutning og veiting av ravmagni (Elveitingarlógin)
(Elprísir til hitapumpur og elbilar)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 59 frá 7. juni 2007 um framleiðslu, flutning og veiting av ravmagni, sum broytt við løgtingslóg nr. 104 frá 20. november 2007, § 10 í løgtingslóg nr. 18 frá 8. mai 2008 og løgtingslóg nr. 79 frá 7. juni 2012, verður í § 9 sum stk. 6 sett:
“Stk. 6. Landsstýrismanninum verður heimilað at góðkenna, at SEV kann áseta serligan prís fyri elnýtslu til góðkendar hitapumpur sambært BK17 og til elbilar.
1) Munurin millum serliga prísin eftir stk. 6 og hægsta prís fyri kWt eftir prísskránni hjá SEV kann í mesta lagi vera 0,40 kr. umframt meirvirðisgjald.
2) Serligi prísurin eftir stk. 6 kann verða givin fyri nýtslu alt samdøgrið og fyri nýtslu part av samdøgrinum.”
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Í Tinganesi, 21. desember 2018
Aksel V. Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 37/2018