Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
18. desember 2020Nr. 185
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um sjófeingi (Sjófeingislógin)
(Fiskidagaskipanin, leingja gildistíðina á rættindum, føroyskir smábátar, tillagingar og fylgibroytingar)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 152 frá 23. desember 2019 um sjófeingi (Sjófeingislógin), sum broytt við løgtingslóg nr. 59 frá 13. mai 2020, § 78 í løgtingslóg nr. 91 frá 7. juni 2020 og løgtingslóg nr. 106 frá 29. juni 2020, verða gjørdar hesar broytingar:
1. Í § 5 verður sum stk. 3 sett:
“Stk. 3. Fyri fiskifar minni enn 15 tons kann landsstýrismaðurin í kunngerð seta treytir fyri sjálvt fiskifarið fyri at fáa fiskiloyvi.”
2. Í § 7, stk. 1 og 2 verður “2032” broytt til: “2033”.
3. Í § 13, stk. 1, nr. 1-4, § 21, stk. 1 og 3, § 22, stk. 3, § 28, stk. 3, § 30, stk. 1, § 32, stk. 1, 2 og 4, § 33, § 36, stk. 1, § 42, 2. pkt., § 49, stk. 5 og 6, § 50, stk. 1 og 4 verður “§ 19” broytt til: “§ 18”.
4. § 18, stk. 1 og 2 verða orðað soleiðis:
“Frá og við 2021 ásetir landsstýrismaðurin í kunngerð fiskidagatal fyri hvørt fiskiár fyri hesar bólkar av fiskiførum undir føroyskum flaggi í botnfiskaveiðu í føroyskum sjógvi, tó Føroyabanki undantikin:
1) Bólkur 2: Trolarar 501-3000 HK:
a) Innara fiskidagaleið.
b) Ytra fiskidagaleið.
2) Bólkur 3: Línuskip yvir 110 tons.
3) Bólkur 4: Útróðrarbátar 15-110 tons á veiðu við línu.
4) Bólkur 4 T: Útróðrarbátar størri enn 40 tons og framtøkumegi minni enn 500 HK á veiðu við troli.
5) Bólkur 5: Útróðrarbátar undir 15 tons á veiðu við húki. Undantiknir eru bátar undir 15 tons, sum eru undir skipan við heimild í § 22, stk. 4.
Stk. 2. Rætturin til fiskidagar sambært stk. 1, nr. 1-5 verður latin teimum, sum í 2019 høvdu henda rætt, ella teimum, sum hesin rættur seinni er fluttur til.”
5. Í § 18, stk. 3 verður “frá og við 2021” strikað.
6. § 19 verður orðað soleiðis:
“§ 19. Landsstýrismaðurin ásetir í sambandi við fiskidagar, sambært § 18, stk. 1, nærri reglur um umbýti av døgum millum leiðir og veiðihættir, um at fiskidagar bert kunnu brúkast við fiskiførum við ávísari stødd ella ávísari framtøkumegi, at fiskidagar bert kunnu brúkast á ávísum leiðum, umframt reglur um flokking av fiskiførum, sum verða mátað upp av nýggjum.
Stk. 2. Fyri bólk 5, sambært § 18, stk. 1, ásetir landsstýrismaðurin nærri treytir fyri at fáa fiskiloyvi, umframt reglur um, hvussu ásetta fiskidagatalið hjá bólkinum verður brúkt og býtt millum fullriknar og ikki fullriknar útróðrarbátar, hvør er at meta sum fullrikin og ikki fullrikin útróðrarbátur, og reglur um inntøkumørk og veiðinøgdir.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin kann fyri hvønn bólk í hvørjum fiskiári seta fiskidagar av til at lata fiskiførum, sum avreiða livur og annan innvøl av fiski. Fiskidagatalið kann í mesta lagi vera 3% av samlaða fiskidagatalinum í hvørjum bólki, ásett við heimild í § 18, stk. 1. Landsstýrismaðurin ásetir treytir fyri at fáa lut í hesum fiskidøgum.
Stk. 4. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um, at fiskidagar, sum hvør bólkur, sambært § 18, stk. 1, nr. 1-4, ikki hevur brúkt í fiskiárinum, kunnu flytast til árið eftir, og verða tillutaðir sum felags fiskidagar fyri hvønn bólkin at brúka í tíðarskeiðinum frá 1. oktober til 31. desember, herundir treytir fyri at fáa lut í hesum fiskidøgum.”
7. Í § 22, stk. 1 verður “sambært §§ 18 og 19” broytt til: “sambært § 18, samanber tó stk. 4”.
8. Í § 22 verður sum stk. 4 sett:
“Stk. 4. Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur um at skipa fiskiskap við opnum, føroyskt bygdum, bátum undir 15 tons í bólki fyri seg uttan fyri fiskidagaskipanina, sambært § 18, stk. 1, nr. 5, og ásetir nærri reglur og mannagongdir um atgongd, fiskiloyvi og hvussu fiskiskapurin skal fara fram.”
9. § 28, stk. 2 verður orðað soleiðis:
“Stk. 2. Veiðiloyvið hjá fiskifari í bólki sambært § 18, stk. 1 og hjá fiskifari, sum hevur rættindi til fiskiskap eftir botnfiski í føroyskum sjógvi, skipaður við heimild í § 22, undantikin fiskiskapur, ið er skipaður við mest loyvdu veiðu og egnum árskvotum, kann bert flytast, um fiskiorkan ikki økist.”
10. § 28, stk. 5 verður orðað soleiðis:
“Stk. 5. Skiftir fiskifar við veiðiloyvi eigara, kann veiðiloyvið fylgja fiskifarinum, um nýggi eigarin lýkur treytirnar fyri at reka vinnuligan fiskiskap undir føroyskum flaggi í hesi løgtingslóg.”
11. Í § 31, stk. 1, 2. pkt. verður: “ella fiskiskapur, ið er skipaður við heimild í § 22” strikað.
12. § 32, stk. 3 verður orðað soleiðis:
“Stk. 3. Skiftir fiskifar við fiskiloyvi eigara, kann fiskiloyvið fylgja fiskifarinum, um nýggi eigarin lýkur treytirnar fyri at reka vinnuligan fiskiskap undir føroyskum flaggi í hesi løgtingslóg.”
13. § 64, stk. 1, nr. 1 verður orðað soleiðis:
“1) brýtur § 3, stk. 3, § 4, stk. 1, § 5, stk. 2, § 8, stk. 3, 3. pkt., §§ 11-12, § 13, stk. 1, 5 og 7, § 21, stk. 1 og 3, § 23, stk. 4-6, § 25, stk. 1 og 3, § 26, stk. 1, § 27, stk. 1, § 30, stk. 1-2, § 31, stk. 1-2, § 35, stk. 1, 1. og 2. pkt. og stk. 3, 2. pkt., § 37, stk. 1, § 38, stk. 1, § 39, stk. 1, § 43, stk. 1, § 46, stk. 1 og 2, § 49, stk. 8, § 55, stk. 1, § 56, stk. 1 og 2, § 57, stk. 1 og § 61,”.
14. § 64, stk. 2 verður orðað soleiðis:
“Stk. 2. Í reglum, ásettar við heimild í § 5, stk. 3, § 9, stk. 4, § 19, stk. 1-3, § 21, stk. 2, § 22, stk. 1, 2 og 4, § 23, stk. 1, § 25, stk. 4, § 26, stk. 2, § 27, stk. 2, § 28, stk. 4, § 29, stk. 6, § 30, stk. 4, § 31, stk. 4, § 32, stk. 5, § 33, § 34, § 35, stk. 2 og 3, § 37, stk. 3, § 38, stk. 3, § 39, stk. 2, § 40, § 41, stk. 2 og 6, § 42, § 46, stk. 3, § 49, stk. 10, § 50, stk. 6, § 52, stk. 1 og 2, § 55, stk. 2, § 56, stk. 3, § 71, 2. pkt., kunnu verða ásettar reglur um sekt.”
§ 2
Stk. 1. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, samanber tó stk. 2.
Stk. 2. § 1, nr. 2-9, 13 og 14 koma í gildi 1. januar 2021.
Í Tinganesi, 18. desember 2020
Bárður á Steig Nielsen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 56/2020