Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
21. desember 2018Nr. 185
Løgtingslóg um tónleikaútflutningsstovu
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
Endamál og uppgávur
§ 1. Tónleikaútflutningsstovan skal virka fyri útflutningi av føroyskum tónleiki og skal:
1) Marknaðarføra føroyskan tónleik uttanlands og veita ráðgeving um tónleikaútflutning.
2) Veita ráðgeving til útlendskar fyritøkur og tónleikarar, ið leita sær føroyskar samstarvspartar.
3) Virka fyri at hækka førleikastøðið innan tónleikaútflutning og tónleikavinnu í Føroyum.
Leiðsla
§ 2. Leiðslan á Tónleikaútflutningsstovuni er hjá einum stýri við fýra limum, sum landsstýrismaðurin tilnevnir, harav ein eftir tilmæli frá Mentamálaráðnum og tveir eftir tilmæli frá tónleikavinnuni. Landsstýrismaðurin velur formannin millum teir fýra stýrislimirnar. Stendur á jøvnum í málum, har avgerð skal takast, er atkvøða formansins avgerandi. Stýrið setir leiðara og onnur starvsfólk.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur um, hvørjir teir tilmælandi partarnir eru fyri tónleikavinnuna. Um so er, at tilmælandi partur ikki kemur við greiðum tilmæli, eftir at hava fingið eina rímiliga freist, tilnevnir landsstýrismaðurin stýrislim teirra vegna.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin ásetir samsýning til stýrið.
Virksemi og umsiting
§ 3. Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur um virksemi og umsiting av tónleikaútflutningsstovuni, og um at skrivstovuhaldið verður lagt til skrivstovu, sum landsstýrismaðurin skipar.
Kæra
§ 4. Fyrisitingarligar avgerðir sbrt. § 2 í fyrisitingarlógini, sum tónleikaútflutningsstovan hevur tikið, kunnu kærast til landsstýrismannin innan 4 vikur eftir, at avgerðin er tikin.
§ 5. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Í Tinganesi, 21. desember 2018
Aksel V. Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 41/2018