21. desember 2018Nr. 186
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um sjófeingi
(Útseta kvotuskipan til 1. januar 2020)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 161 frá 18. desember 2017 um sjófeingi, sum broytt við løgtingslóg nr. 33 frá 20. apríl 2018 verða gjørdar hesar broytingar:
1. Í § 10, stk. 1, 3 og 11 verður “1. januar 2019” broytt til: “1. januar 2020”.
2. Í § 42, stk. 1 og 3 verður aftan á “2018” sett: “og 2019”.
3. Í § 90, stk. 1 verður 2. pkt. orðað soleiðis:
“Samstundis fer úr gildi løgtingslóg nr. 28 frá 10. mars 1994 um vinnuligan fiskiskap, tó koma § 15, stk. 1, nr. 5 og 6, og stk. 2 galdandi fyri nr. 5 og 6 í løgtingslóg um fyrisiting av sjófeingi í gildi 1. januar 2019.”
4. Í § 90, stk. 1 verður 3. pkt. orðað soleiðis:
“Ásetingarnar í § 10, §§ 22 til 27 og §§ 29 til 32 koma í gildi 1. januar 2020.”
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2019.
Í Tinganesi, 21. desember 2018
Aksel V. Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 53/2018