Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
21. desember 2018Nr. 187
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um familjuískoyti
(Hækkað inntøkumørk, stuðul og lægri mótrokning)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 160 frá 24. desember 2015 um familjuískoyti, sum broytt við løgtingslóg nr. 167 frá 20. desember 2017, verða gjørdar hesar broytingar:
1. Í § 2, stk. 1 verður “200.000 kr.” broytt til: “220.000 kr.” og “18.000 kr.” broytt til: “24.000 kr.”
2. Í § 2, stk. 2 verður “5.000 kr.” broytt til: “6.000 kr.”
3. Í § 2, stk. 3 verður “280.000 kr.” broytt til: “320.000 kr.” og “22.000 kr.” verður broytt til: “24.000 kr.”
4. Í § 2, stk 4. verður “5.000 kr.” broytt til: “6.000 kr.”
5. Í § 3, stk. 1 verður tvær staðni “200.000 kr.” broytt til: “220.000 kr.”
6. Í § 3, stk. 2 verður tvær staðni “280.000 kr.” broytt til: “320.000 kr.”
7. § 3, stk. 3 verður orðað soleiðis:
“Stk. 3. Prosentparturin sbrt. stk. 1 og 2 er:
1) 25% fyri 1 ella 2 børn. Fyri støk fellur familjuískoytið burtur, tá inntøkugrundarlagið er oman fyri 290.000 kr. Fyri pør fellur familjuískoytið burtur, tá inntøkugrundarlagið er oman fyri 390.000 kr.
2) 30% fyri 3 børn ella fleiri. Fyri støk fellur familjuískoytið burtur, tá inntøkugrundarlagið er oman fyri 290.000 kr. Fyri pør fellur familjuískoytið burtur, tá inntøkugrundarlagið er oman fyri 410.000 kr.”
8. § 5 verður orðað soleiðis:
“§ 5. Í barnafamiljum, har sjúka ella onnur brádliga íkomin hóttandi støða er uppstaðin, og inntøkugrundarlagið verður broytt, kann í eitt tíðarskeið meðan henda støða er, verða sæð burtur frá krøvunum í §§ 2 og 3, og familjuískoyti kann veitast sambært ásetingini í § 2.
Stk. 2. Í barnafamiljum, sum eru serliga hart sperdar fíggjarliga, kann familjuískoytið í styttri ella longri tíðarskeið hækkast við upp til 2.000 kr. um mánaðin, til familjan hevur fótað sær fíggjarliga.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin kann áseta nærri reglur um familjuískoyti sbrt. stk. 1 og 2.”
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. apríl 2019.
Í Tinganesi, 21. desember 2018
Aksel V. Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 14/2018