Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
21. desember 2018Nr. 188
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skattafría samanlegging o.a.
(Endurskoðan)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 171 frá 30 desember 1997 um skattafría samanlegging o.a., sum broytt við løgtingslóg nr. 45 frá 8. apríl 1998, løgtingslóg nr. 172 frá 21. desember 2001, løgtingslóg nr. 120 frá 1. desember 2003 og løgtingslóg nr. 77 frá 22. mai 2015, verða gjørdar hesar broytingar:
1. Í § 1 verður stk. 4 strikað.
2. Í § 8, stk. 1 verður 3. og 4. pkt. strikað.
3. § 8, stk. 3 verður orðað soleiðis:
“Stk. 3. Tá almenn lánsbrøv, veðskuldarbrøv hjá einstaklingum ella krøv, sum móttakandi felagið hevur yvirtikið við samanleggingina, verða avhendaði ella innloyst, verður úrslitið skattliga viðgjørt á sama hátt hjá móttakandi felagnum, sum tað skattliga hevði verið viðgjørt hjá uppathaldandi felagnum.”
4. Í § 11 a, stk. 1 verður 1. pkt. orðað soleiðis:
“Tá ið eitt felag verður klovið, kunnu feløgini verða skattað sambært ásetingunum í § 11 b, stk. 1, um bæði innskjótandi og móttakandi felagið lúka treytirnar fyri at verða nevnd feløg eftir løgtingslóg um parta- og smápartafeløg.”
5. § 14 verður orðað soleiðis:
“§ 14. Avgerðir eftir hesi løgtingslóg verða tiknar av TAKS. Avgerðirnar kunnu innan 4 vikur kærast til Skatta- og avgjaldskærunevndina. Kæran skal vera skrivlig og grundgivin.”
§ 2
Stk. 1. 1) Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og hevur virknað frá framløgudegnum.
Stk. 2. Kærur eftir hesi løgtingslóg, sum ikki eru avgreiddar, verða eisini viðgjørdar av Skatta- og Avgjaldskærunevndini, hóast tær eru innlatnar, áðrenn henda løgtingslóg kom í gildi.
Í Tinganesi, 21. desember 2018
Aksel V. Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 62/2018