Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
21. desember 2018Nr. 189
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um viðbót til ávísar pensjónistar v.fl.
(Viðbót eisini treytað av nettoinntøku, ið verður skattað eftir kapitalvinningsskattalógini)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 35 frá 16. apríl 1997 um viðbót til ávísar pensjónistar v.fl., sum broytt við løgtingslóg nr. 28 frá 13. mars 2000, løgtingslóg nr. 58 frá 10. mai 2000, løgtingslóg nr. 10 frá 9. februar 2001, løgtingslóg nr. 104 frá 11. november 2010, løgtingslóg nr. 65 frá 15. mai 2012, løgtingslóg nr. 135 frá 19. desember 2014, løgtingslóg nr. 48 frá 6. mai 2016, løgtingslóg nr. 115 frá 24. november 2016 og við løgtingslóg nr. 68 frá 30. apríl 2018, verða hesar broytingar gjørdar:
1. Í § 1, stk. 1, 2. pkt. verður aftaná “hjún” sett: “ella samlivandi”.
2. § 3 verður orðað soleiðis:
“§ 3. Treytin fyri at fáa viðbótina er, at pensjonistur, saman við hjúnafelaga ella samlivandi, ikki hevur hægri ársinntøku umframt pensjónina enn kr. 80.000,-, og at stakur pensjonistur ikki hevur hægri ársinntøku umframt pensjónina enn kr. 60.000,-.”
3. Í § 3 verður sum stk. 2 sett:
“Stk. 2. Umframt ásetingina í stk. 1 er viðbótin treytað av, at virðið av nettoinntøku, ið verður skattað eftir reglunum í kapitalvinningsskattalógini, og sum er partur av inntøkugrundarlagnum sambært § 6 a, ikki er omanfyri kr. 2.000 árliga.”
§ 2
Stk. 1. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og hevur virknað fyri útgjald frá og við januar 2019.
Stk. 2. § 1, nr. 1 og 2 eru ikki galdandi fyri samlivandi pensjonistar, sum áðrenn 1. januar 2019 hava fingið staðfest rætt til hvør sína viðbót.
Í Tinganesi, 21. desember 2018
Aksel V. Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 43/2018