Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
16. september 1948Nr. 19
Løgtingslóg um friðan av fornminnum og bygningum, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 91 frá 7. juni 2020
§ 1. Jarðfest fornminni, so sum bústaðarleivdir, gravstaðir, minnismerki, innskrivtir, skansar og húsatoftir eru friðað. Spurningurin um, hvat ið kemur inn undir hesar ásetanir, og um nærri mark fyri tað friðaða øki verður at avgera av landsstýrinum eftir tilmæli frá tí í § 3 ummæltu nevnd. Hvar tað orsakað av eyðkennum fornminnsins og fyri at tryggja varðveitsluna er hildið at verða neyðugt, kann umliggjandi øki innanfyri 100 m frá fornminninum verða lagt undir friðing eftir avgerð í landsstýrinum, sum ger gjøllari friðingar- og skilhaldsreglur fyri økið. Broytingar í friðingini mega ikki fara fram uttan loyvi frá landsstýrinum.
Koma menn undir arbeiði fram á fornminni av áðurnevndu sløgum, skal arbeiði teirra á staðnum beinan vegin halda upp at, boð skulu verða send landsstýrinum og tí í § 3 umrøddu nevnd, og arbeiðið má ikki halda áfram, fyrrenn samtykki landsstýrisins er fingið til vega.
Landsstýrið letur gera lista yvir kend eftir frammanfyri standandi friðlýst fornminni og ansar eftir, at sorenskrivarin fær frásøgn, sum verður at tinglesa. Sorenskrivarin gevur landsstýrinum frásøgn um ognarskifti.
§ 2. Landsstýrið letur gera staðarskipaðan lista yvir verðsligar byggningar ella byggningspartar, sum verða at friða. Á listan, ið verður kannaður 5. hvørt ár, mega til hvørja tíð bert verða tiknir byggningar ella byggningspartar, sum hava listarligt ella søguligt virði og vanliga eisini eru yvir 100 ára gamlir.
1) Umliggjandi øki innan fyri 100 m frá friðaðum bygningum kann verða lagt undir friðing samsvarandi reglunum í § 1.
§ 3. Avgerð um, hvørvítt hitt listarliga ella søguliga virðið í byggninginum er nóg stórt til, at byggningurin skal verða settur á listan, verður tikin av landsstýrinum eftir tilmæli frá fornminnisnevndini, og avvarðandi kunna ikki flyta málið fram fyri dómstól.
Landsstýrið setur fornminnisnevndina við 3 limum, sum eru stjóri fyri Føroya Forngripasavni, ein løgfrøðingur og ein byggningskønur maður. Landsstýrið velur formannin. Nevndin verður vald fyri 4 ár.
§ 4. Upptøka á listan verður kunngjørd ánarum og brúkarum av avvarðandi byggningum eftir reglum um kunngerð av dómum við týðuligari ávísan, hvørjir byggningar ella byggningspartar friðaðir skulu verða. Hvør ánari ella brúkari fær eisini eitt eintak av lógini. Eitt eintak av listanum skal saman við lógini verða sent sóknarstýrinum fyri avvarðandi kommunu, bygginevndini og landfútanum. Umframt fær sorinskrivarin frásøgn, sum verður at tinglesa. Skylda hansara er at geva landsstýrinum frásøgn um ognarskifti.
§ 5. Ynskir ánarin av byggningi, ið stendur á listanum, at ríva hann niður, skal hann 3 mánaðir frammanundan geva landsstýrinum boð um tað. Heldur stýrið eftir ummælinum frá fornminnisnevndini, at tað er ikki nóg stór grund til at seta seg ímóti niðurríving, fær ánarin boð um hetta, og ánarin kann eftir móttøku av hesi frásøgn fara undir niðurrívingina. Heldur landsstýrið, at byggningurin er verdur at varðveita, kann tað gera tiltak til at ogna hinum almenna hann, um neyðugt við tøku, við peningsveitan á fíggjarlógini ella við serligari lóg. Í slíkum føri kann ánarin ikki fara undir niðurrívingina, áðrenn tað er endaliga avgjørt, at hitt almenna ikki ynskir at ogna sær byggningin.
§ 6. Ánarin ella brúkarin av friðlýstum byggningi ella byggningsparti hevur skyldu at halda hann í góðum standi.
Er tað í umbúna at seta arbeiði í gongd uppá byggningar, sum standa á listanum, og tað gongur út um vanligt viðlíkahald, skal ánarin 8 vikur, áðrenn arbeiðið verður byrjað, senda landsstýrinum frásøgn um hetta við frágreiðslu. Heldur stýrið tá, at tey arbeiði, sum liggja fyri í uppskoti, vilja broyta stílin, eyðkennini og søguliga týdningin í byggninginum, kann tað nokta arbeiðsloyvi til aðra bygging enn slíka, sum er føstløgd eftir samráð við fornminnisnevndina. Førir hetta øktar útreiðslur við sær, skal ánarin fáa útreiðsluøkjanina endurgoldna frá tí almenna, um hann ikki fær góðgjørslu í hægri nyttuvirði av byggninginum. Fornminnisnevndin eigur rætt til uttan útreiðslu fyri ánaran at gera neyðturvuligar kanningar móti endurgjaldi av møguligum skaða.
§ 7. Øllum av eldbruna ella aðrari vanlukku orsakaðum skaða á byggning, sum stendur á listanum, skal ánarin ella brúkarin beinan vegin boða landsstýrinum frá, og stýrið letur tá sum skjótast skaðan sýna. Við møguligari umvølan av byggninginum er ánarin skyldugur at fylgja teim í § 6 givnu reglum.
§ 8. Kunnu ánarin og landsstýrið ikki koma ásamt um støddina av góðgjørslu ella endurgjaldi, ánarin skal hava, verður peningahæddin at fastseta av uttanveltaðum, av rættinum valdum monnum.
§ 9. Í samráð við fornminnisnevndina ger landsstýrið lista yvir kirkjur og kirkjuinnbúgv og avger, hvørjar kirkjur og hvat kirkjuinnbúgv friðing skal galda fyri. Fyri slíkar galda reglurnar í hesi lóg um friðing av verðsligum byggningum.
§ 9 a. 2) Lutir eldri enn 100 ár við listarligum, mentunnarligum ella søguligum virði mugu ikki flytast av landinum uttan við loyvi frá landsantikvarinum. Forboðið er galdandi fyri lutir bæði í privatari og almennari ogn. Er ivi um aldurin á einum luti ella noktar landsantikvarurin útflutningsloyvi, tekur landsstýrið endaliga avgerð.
Antikvarurin kann við landsstýrisins góðkenning nokta útflutning av sera merkisverdum lutum, ið eru yngri enn omanfyri tilskilað.
§ 10. Sóknarstýri, bygginevnd og landfúti, sum fáa kunnleika um viðurskifti, ið eftir frammanfyri standandi greinum mega hava landsstýrisins áhuga at fáa vitan um, skulu uttan steðg siga stýrinum frá.
§ 11. 3) Tann, ið verður funnin sekur í broti móti reglunum í hesi lóg, verður at døma í bót.
§ 12. Henda lóg kemur beinan vegin í gildi.