Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
26. mars 2024Nr. 19
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um parta- og smápartafeløg (Vinnufelagalógin), anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om visse erhvervsdrivende virksomheder (Vinnufyritøkulógin), anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om erhvervsdrivende fonde og í løgtingslóg um tryggingarvirksemi
(Innheinting og skráseting av upplýsingum um veruligar eigarar, tvingsilsavtøka o.a.)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 73 frá 31. mai 2011 um parta- og smápartafeløg (Vinnufelagalógin), sum broytt við løgtingslóg nr. 56 frá 6. mai 2016, § 1 í løgtingslóg nr. 44 frá 26. apríl 2019, § 1 í løgtingslóg nr. 45 frá 26. apríl 2019, § 1 í løgtingslóg nr. 57 frá 4. mai 2021, § 11 í løgtingslóg nr. 31 frá 17. mars 2022, og § 20 í løgtingslóg nr. 31 frá 9. mars 2023,verða gjørdar hesar broytingar:
1. Í § 7 c, stk. 2, 2. pkt. verður aftan á “víkjast kann” sett: “ikki”.
2. Í § 52, stk. 2 verður “eintýddað eyðmerking” broytt til: “eintýdda eyðmerking”.
3. Í § 55, stk. 2 verður “verða roknaðir:” broytt til: “verða roknaðir uppí:”
4. § 58, stk. 1 verður orðað soleiðis:
“Tá eitt kapitalfelag verður stovnað, skulu felagsins kapitaleigarar, sum hava ræði á týðandi kapitalpørtum, sbrt. § 55, stk. 1, skrásetast í seinasta lagi samstundis við skrásetingina av felagnum, sbrt. § 9. Eru ongir kapitaleigarar, sum hava ræði á týðandi kapitalpørtum, skal hetta somuleiðis skrásetast í seinasta lagi samstundis við skrásetingina av felagnum.”
5. § 58 a verður orðað soleiðis:
“§ 58 a. Felagið skal fáa til vegar upplýsingar um veruligu eigarar felagsins, heruppií rættindi hjá teimum veruligu eigarunum.
Stk. 2. Ein og hvør, sum beinleiðis ella óbeinleiðis eigur ella hevur ræði á felagnum, skal eftir áheitan frá felagnum lata felagnum tær upplýsingar um ognarviðurskiftini, sum eru neyðugar, til tess at felagið kann eyðmerkja veruligu eigararnar, heruppií rættindi hjá teimum veruligu eigarunum.
Stk. 3. Felagið skal skjótast gjørligt, eftir at felagið er vorðið kunnugt við, at ein persónur er blivin veruligur eigari, skráseta upplýsingarnar, heruppií upplýsingar um rættindini hjá teimum veruligu eigarunum, í kt-skipan Skráseting Føroya. Ein og hvør broyting í teimum upplýsingum, sum eru skrásettar um veruligu eigararnar, skal skrásetast skjótast gjørligt eftir, at felagið er vorðið kunnugt við broytingina. Teir skrásettu limirnir í dagligu leiðslu felagsins, sbr. § 10, stk. 1, skulu roknast og skrásetast í kt-skipan Skráseting Føroya, sum veruligir eigarar, um so er, at felagið, eftir at hava troytt allar møguleikar fyri eyðmerking, eftir hetta ongar veruligar eigarar hevur, ella ongar veruligar eigarar kann eyðmerkja.
Stk. 4. Kapitalfelagið skal í minsta lagi eina ferð um árið kanna, um broytingar skulu gerast í skrásettu upplýsingunum um veruligu eigararnar. Úrslitið av árligu kanningini skal leggjast fram á fundinum, har høvuðsleiðslan góðkennir ársfrásøgnina.
Stk. 5. Felagið skal goyma skjalprógv um upplýsingarnar um veruligu eigarar tess í fimm ár eftir, at veruligu eigaraviðurskiftini hildu uppat. Felagið skal harumframt goyma skjalprógv fyri teimum savnaðu upplýsingunum um royndir at eyðmerkja veruligar eigarar í fimm ár eftir, at royndirnar at eyðmerkja vórðu framdar.
Stk. 6. Felagið skal eftir áheitan lata upplýsingar til Hvidvasksekretariatet hjá National Enhed for Særlig Kriminalitet um veruligu eigarar felagsins, heruppií um royndir at eyðmerkja felagsins veruligu eigarar. Felagið skal harumframt eftir áheitan útflýggja nevndu upplýsingar til aðrar málførar myndugleikar, tá ið hesir myndugleikar meta, at upplýsingarnar eru neyðugar fyri røkt av eftirlitsuppgávum ella umsjónaruppgávum teirra.
Stk. 7. Hvidvasksekretariatet hjá National Enhed for Særlig Kriminalitet og aðrir málførir myndugleikar kunnu uttan viðurgjald lata upplýsingar víðari um veruligar eigarar, sum eru skrásettar sbrt. stk. 3, ella sum eru savnaðar sbrt. stk. 6, til málførar myndugleikar og eftirlitsmyndugleikar á fíggjarøkinum í ES-limalondum.
Stk. 8. Stk. 1-7 verða ikki nýtt upp á feløg, hvørs eigarapartar ella lánsbrøv verða handlað á einum reguleraðum marknaði ella samsvarandi marknaði, sum er álagdur upplýsingarskyldu samsvarandi ES-rættinum ella samsvarandi altjóða standardum.
Stk. 9. Landsstýrismaðurin ásetur nærri reglur um skráseting, atkomu til og kunngering av upplýsingum eftir stk. 1, 3 og 5 í kt-skipan Skráseting Føroya, heruppií hvørjar upplýsingar skulu skrásetast í kt-skipanini.”
6. Aftan á § 58 a, men áðrenn yvirskriftina yvir § 59, verður sett:
“§ 58 b. Tá eitt kapitalfelag verður stovnað, skulu upplýsingar um felagsins veruligu eigarar, heruppií rættindi hjá teimum veruligu eigarunum, innheintast og skrásetast í seinasta lagi samstundis við skrásetingina av felagnum, sbrt. § 9, stk. 1.
§ 58 c. Feløg, sum skulu savna, varðveita og skráseta upplýsingar um veruligar eigarar, sbrt. § 58 a, skulu eftir áheitan útvega persónum og fyritøkum, sum sbrt. hvítvasklóggávuni hava skyldu til at gera kundakunnleikamannagongdir, upplýsingar um eigaraviðurskifti felagsins.
Stk. 2. Fær Skráseting Føroya fráboðan sbrt. hvítvasklóggávuni, um ósamsvar í skrásettu upplýsingunum um felagsins veruligu eigarar, setur Skráseting Føroya eina kanning í verk, sbrt. § 17 og § 58 a, stk. 6, av hesum viðurskiftum. Skráseting Føroya kann mótvegis felagnum áseta eina freist fyri rætting av upplýsingunum.
Stk. 3. Skráseting Føroya kann, samstundis sum kanningin eftir stk. 2 verður gjørd, almannakunngera eina frágreiðing um fráboðanina í kt-skipan Skráseting Føroya. Felagið skal hava møguleika til at mótmæla fráboðanini, áðrenn hon verður almannakunngjørd, uttan so at endamálið við almannakunngering av frágreiðingini um fráboðanina fer fyri skeytið.”
7. § 126, stk. 2, 2. pkt. verður orðað soleiðis:
“Fyri at halda fundir á øðrum máli enn føroyskum uttan beinleiðis tulking krevst, at allir nevndarlimir ella eftirlitsráðslimir eru samdir um hetta.”
8. § 179, stk. 2, 2. pkt. verður orðað soleiðis:
“Høvuðsleiðslan hevur harumframt ábyrgdina av, at tað, eftir at útbýting, er farin fram, er fulnaður fyri felagskapitalinum og tí tiltakspeningi, sum er bundin sbrt. lóg ella viðtøkum.”
9. Í § 224, stk. 2, 1. pkt. verður aftan á “kapitaleigararnir hava” sett: “góðkent”.
10. Í § 225, stk. 1 verða aftan á nr. 2 sum nýggj nr. sett:
“3) kapitalfelagið ikki hevur skrásett upplýsingar í kt-skipan Skráseting Føroya, sbrt. § 58,
4) kapitalfelagið ikki hevur skrásett upplýsingar um veruligu eigarar felagsins, ella felagið hevur skrásett ófullfíggjaðar upplýsingar, sbrt. § 58 a,
5) kapitalfelagið ikki hevur goymt skjalprógv um upplýsingarnar um veruligu eigarar felagsins ella felagið hevur goymt ófullfíggjað skjalprógv, sbrt. § 58 a,”
Nr. 3-5 verða eftir hetta nr. 6-8.
11. Í § 225, stk. 1 verður sum nr. 9 sett:
“9) um Skráseting Føroya ikki rættstundis hevur móttikið árligt gjald frá kapitalfelagnum fyri umsiting av reglunum í vinnufelagalógini og teimum reglum, sum ásettar eru við heimild í vinnufelagalógini.”
12. § 240, stk. 1, 1. pkt. verður orðað soleiðis:
“Verður kapitalurin í framhaldandi partafelagnum hækkaður í sambandi við samanleggingina, ella verður skapað eitt nýtt partafelag sum partur av samanleggingini, skal tað sum liður í samanleggingini fáast til vegar ein frágreiðing frá einum metingarfólki, sbr. tó stk. 2.”
13. Yvirskriftin yvir § 277 verður orðað soleiðis:
“Um at umskapa lutafelag til partafelag”
14. Í § 278, stk. 1 verður “lutafeagnum” broytt til: “lutafelagnum”.
15. Í § 278, stk. 2 verður “sbr. tó § 335, stk. 2 og 3” broytt til: “sbr. tó § 287, stk. 2 og 3”.
16. Í § 279, stk. 1, 1 pkt. verður “Høvuðsleiðslan í partafelagnum” broytt til: “Høvuðsleiðslan í lutafelagnum”.
17. § 286, stk. 6, 1. pkt. verður orðað soleiðis:
“Hesi skjøl skulu, um tey eru gjørd, vera tøk hjá lutaeigarunum á heimstaði felagsins ella á heimasíðu felagsins í seinasta lagi 4 vikur undan, at avgerð um at fremja eina umskipan skal takast uttan so, at lutaeigararnir í semju avgera, at skjølini ikki skulu leggjast fyri lutaeigararnar undan aðalfundinum ella á aðalfundinum, sbr. tó stk. 7:”
18. Í § 286, stk. 6, nr. 2 verður “smápartafelagsins” broytt til: “lutafelagsins”.
19. Í § 286, stk. 7 verður “Smápartaeigarar” broytt til: “Lutaeigarar”.
20. § 287, stk. 1 verður orðað soleiðis:
“Avgerð um umskapan verður tikin av felagsstovni, sum hevur heimild at broyta viðtøkurnar. Avgerðin verður tikin við tí fleirtali, sum krevst fyri at taka avgerð um at strika felagið, tó í minsta lagi við undirtøku av 4/5 av lutaeigarunum ella atkvøðunum hjá hesum, tá ið atkvøðugreiðsla fer fram við støði í umsetningi ella tílíkum. Er lutafelagið í likvidatión, kann avgerð um umskapan einans takast, um útlutan til lutaeigararnar ikki er byrjað, og um lutaeigararnir samstundis avgera at enda likvidatiónina. § 31 verður at nýta samsvarandi, tá ið eitt lutafelag verður umskapað til eitt partafelag.”
21. Í § 287, stk. 2 verður “sbr. § 326, stk. 2” broytt til: “sbr. § 278, stk. 2”.
22. Í § 287, stk. 3, nr. 1, verður “smápartafelagsins” broytt til: “lutafelagsins”.
23. Í § 287, stk. 3, nr. 2 verður “smápartafelagnum” broytt til: “lutafelagnum”.
24. Í § 289, stk. 1, 1. pkt. verður “smápartafelagið” broytt til: “lutafelagið”.
25. Í § 289, stk. 3, 1. pkt. verður “Ein umskapan frá smápartafelag” broytt til: “Ein umskapan frá lutafelagi”.
26. Í § 289, stk. 3, nr. 1 verður “Smápartaeigararnir” broytt til: “Lutaeigararnir”.
27. Í § 289, stk. 3, nr. 3 verður “Treytirnar í § 335, stk. 4” broytt til: “Treytirnar í § 287, stk. 6”.
28. Í § 289, stk. 3, nr. 4, 1. pkt. verður “Krøvini hjá smápartaeigarunum” broytt til: “Krøvini í § 287, stk. 6”.
29. Í § 289, stk. 4 verður “Umskapanin av einum smápartafelag” broytt til: “Umskapan av einum lutafelag”.
30. Í § 319, stk. 1, 1. pkt. verður “§ 58 a, stk. 2 og 3” broytt til: “§ 58 a, stk. 3, 5 og 6”.
31. Í § 319, stk. 4 verður “§ 58 a, stk. 5” broytt til: “§ 58 a, stk. 9”.
§ 2
Í anordning nr. 1114 af 20. september 2007 om ikrafttræden for Færøerne af lov om visse erhvervsdrivende virksomheder (Vinnufyritøkulógin), sum broytt við § 3 í løgtingslóg nr. 18 frá 8. mai 2008, § 3 í løgtingslóg nr. 52 frá 11. mai 2009, § 2 í løgtingslóg nr. 69 frá 27. mai 2011, løgtingslóg nr. 25 frá 16. mars 2012, løgtingslóg nr. 43 frá 6. mai 2016, § 3 í løgtingslóg nr. 44 frá 26. apríl 2019, § 2 í løgtingslóg nr. 45 frá 26. apríl 2019, § 2 í løgtingslóg nr. 57 frá 4. mai 2021 og § 20 í løgtingslóg nr. 31 frá 17. mars 2022, verða gjørdar hesar broytingar:
1. § 2, stk. 3, 1. pkt. verður orðað soleiðis:
“Undantikið reglurnar í kapitli 1, 2 og 7 og §§ 15 f-15 h, verður hendan lógin ikki nýtt upp á einstaklingafyritøkur, íognarfeløg og kommanditfeløg.”
2. § 15 g verður orðað soleiðis:
“§ 15 g. Ein fyritøka, sum er fevnd av hesi lóg, undantikið einstaklingafyritøkur, skal savna upplýsingar um veruligu eigararnar av fyritøkuni, sbr. § 15 h, heruppií rættindi hjá teimum veruligu eigarunum.
Stk. 2. Ein og hvør, sum beinleiðis ella óbeinleiðis eigur ella hevur ræði á fyritøkuni, skal eftir áheitan frá fyritøkuni lata fyritøkuni tær upplýsingar um ognarviðurskiftini, sum eru neyðugar til tess, at fyritøkan kann eyðmerkja veruligu eigararnar, heruppií rættindi hjá teimum veruligu eigarunum.
Stk. 3. Fyritøkan skal skjótast gjørligt, eftir at fyritøkan er vorðin kunnug við, at ein persónur er blivin veruligur eigari, skráseta upplýsingarnar, heruppií upplýsingar um rættindini hjá teimum veruligu eigarunum, í kt-skipan Skráseting Føroya. Ein og hvør broyting í teimum upplýsingum, sum eru skrásettar um veruligu eigararnar, skal skrásetast skjótast gjørligt eftir, at fyritøkan er vorðin kunnug við broytingina. Teir skrásettu limirnir í dagligu leiðsluni í fyritøkuni, sbr. § 11, stk. 1, skulu roknast og skrásetast í kt-skipan Skráseting Føroya sum veruligir eigarar, um so er, at fyritøkan, eftir at hava troytt allar møguleikar fyri eyðmerking, ongar veruligar eigarar hevur, ella ongar veruligar eigarar kann eyðmerkja.
Stk. 4. Fyritøkan skal í minsta lagi eina ferð um árið kanna, um broytingar skulu gerast í skrásettu upplýsingunum um veruligu eigararnar. Úrslitið av árligu kanningini skal leggjast fram á fundinum, har høvuðsleiðslan góðkennir ársfrásøgnina, ella líknandi.
Stk. 5. Fyritøkan skal goyma upplýsingarnar um veruligu eigararnar í fimm ár eftir, at veruligu eigaraviðurskiftini hildu uppat. Fyritøkan skal harumframt goyma skjalprógv fyri teimum savnaðu upplýsingunum um royndir at eyðmerkja veruligar eigarar í fimm ár eftir, at royndirnar at eyðmerkja vórðu framdar.
Stk. 6. Fyritøkan skal eftir áheitan lata upplýsingar til Hvidvasksekretariatet hjá National Enhed for Særlig Kriminalitet um veruligu eigararnar av fyritøkuni, heruppií um royndir at eyðmerkja veruligu eigararnar í fyritøkuni. Fyritøkan skal harumframt eftir áheitan lata nevndu upplýsingar til aðrar málførar myndugleikar, tá ið hesir myndugleikar meta, at upplýsingarnar eru neyðugar fyri røkt av eftirlitsuppgávum ella umsjónaruppgávum teirra.
Stk. 7. Hvidvasksekretariatet hjá National Enhed for Særlig Kriminalitet og aðrir málførir myndugleikar kunnu uttan viðurgjald lata upplýsingar víðari um veruligar eigarar, sum eru skrásettar sbrt. stk. 3, ella sum eru savnaðar sbrt. stk. 6, til málførar myndugleikar og eftirlitsmyndugleikar á fíggjarøkinum í ES-limalondum.
Stk. 8. Stk. 1-7 verða ikki nýtt upp á fyritøkur, hvørs eigarapartar ella lánsbrøv verða handlað á einum reguleraðum marknaði ella samsvarandi marknaði, sum er álagdur upplýsingarskyldu samsvarandi ES-rættinum ella samsvarandi altjóða standardum.
Stk. 9. Landsstýrismaðurin ásetur nærri reglur um skráseting, atkomu til og kunngering av upplýsingum eftir stk. 1, 3 og 5 í kt-skipan Skráseting Føroya, heruppií hvørjar upplýsingar fyritøkan skal skráseta í kt-skipanini.”
3. Aftan á § 15 h, men áðrenn yvirskriftina yvir § 16, verður sett:
“§ 15 i. Tá ið ein fyritøka við avmarkaðari ábyrgd, eitt íognarfelag ella eitt kommanditfelag verður stovnað, skulu upplýsingar um veruligu eigararnar í fyritøkuni, heruppií rættindi hjá teimum veruligu eigarunum, savnast og skrásetast í seinasta lagi samstundis við skrásetingina av fyritøkuni sbrt. § 10. Hevur fyritøkan við avmarkaðari ábyrgd, íognarfelagið ella kommanditfelagið ongar veruligar eigarar, ella kunnu veruligu eigararnir ikki eyðmerkjast, skal hetta somuleiðis skrásetast í seinasta lagi samstundis við skrásetingina av fyritøkuni við avmarkaðari ábyrgd, íognarfelagnum ella kommanditfelagnum.
§ 15. j. Fyritøkur, sum skulu savna, varðveita og skráseta upplýsingar um veruligar eigarar sbrt. § 15 g, skulu eftir áheitan útvega persónum og fyritøkum, sum sbrt. hvítvasklóggávuni hava skyldu til at gera kundakunnleikamannagongdir, upplýsingar um eigaraviðurskiftini í fyritøkuni.
Stk. 2. Fær Skráseting Føroya fráboðan sbrt. hvítvasklóggávuni um ósamsvar í skrásettu upplýsingunum um veruligu eigararnar í fyritøkuni, setur Skráseting Føroya eina kanning í verk sbrt. § 15 g, stk. 5, av hesum viðurskiftum. Skráseting Føroya kann mótvegis fyritøkuni áseta eina freist fyri rætting av upplýsingunum.
Stk. 3. Skráseting Føroya kann samstundis sum kanningin eftir stk. 2 verður gjørd, almannakunngera eina frágreiðing um fráboðanina í kt-skipan Skráseting Føroya. Fyritøkan skal hava møguleika til at mótmæla fráboðanini, áðrenn hon verður almannakunngjørd, uttan so at endamálið við almannakunngering av frágreiðingini um fráboðanina fer fyri skeytið.”
4. Í § 21, stk. 1 verða aftan á nr. 2 sum nýggj nr. sett:
“3) virkið ikki hevur skrásett upplýsingar um veruligu eigarar virkisins, ella virkið hevur skrásett ófullfíggjaðar upplýsingar, sbrt. § 15 g,
4) virkið ikki hevur goymt skjalprógv um upplýsingar um veruligu eigarar virkisins, ella virkið hevur goymt ófullfíggjað skjalprógv, sbrt. § 15 g,”
Nr. 3-6 verða eftir hetta nr. 5-8.
5. Í § 23, stk. 1, 1. pkt. verður “§ 15 g, stk. 2 og 3” broytt til: “§ 15 g, stk. 3, 5 og 6”.
§ 3
Í anordning nr. 1113 af 20. september 2007 om ikrafttræden for Færøerne af lov om erhvervsdrivende fonde, sum broytt við § 4 í løgtingslóg nr. 18 frá 8. mai 2008, § 4 í løgtingslóg nr. 52 frá 11. mai 2009, § 5 í løgtingslóg nr. 75 frá 25. mai 2009, § 3 í løgtingslóg nr. 69 frá 27. mai 2011, § 3 í løgtingslóg nr. 45 frá 26. apríl 2019, § 3 í løgtingslóg nr. 57 frá 4. mai 2021 og § 20 í løgtingslóg nr. 31 frá 17. mars 2022, verða gjørdar hesar broytingar:
1. Í § 1, stk. 2, nr. 3 verður “§§ 3 og 4” broytt til: “§ 7”.
2. § 56 b verður orðað soleiðis:
“§ 56 b. Grunnurin skal savna upplýsingar um veruligu eigarar grunsins, heruppií rættindi hjá teimum veruligu eigarunum.
Stk. 2. Grunsins veruligu eigarar skulu eftir áheitan frá grunninum lata grunninum tær upplýsingar um grunsins veruligu eigarar, heruppií upplýsingar um rættindini hjá veruligu eigarunum, sum grunnurin hevur skyldu til at savna.
Stk. 3. Grunnurin skal skjótast gjørligt eftir, at grunnurin er vorðin kunnugur við, at ein persónur er blivin veruligur eigari, og eftir eina og hvørja broyting av teimum upplýsingum, sum eru skrásettar, skráseta upplýsingarnar í kt-skipan Skráseting Føroya. Ein og hvør broyting av teimum upplýsingum, sum eru skrásettar um veruligu eigararnar, skal skrásetast skjótast gjørligt eftir, at grunnurin er blivin kunnugur við broytingina.
Stk. 4. Grunnurin skal í minsta lagi eina ferð um árið kanna, um broytingar skulu gerast í skrásettu upplýsingunum um veruligu eigararnar. Úrslitið av árligu kanningini skal leggjast fram á fundinum, har nevndin góðkennir ársfrásøgnina, ella líknandi.
Stk. 5. Grunnurin skal goyma upplýsingarnar um veruligu eigarar hansara í fimm ár eftir, at veruligu eigaraviðurskiftini hildu uppat. Grunnurin skal harumframt goyma skjalprógv fyri teimum savnaðu upplýsingunum um royndir at eyðmerkja veruligar eigarar í fimm ár eftir, at royndirnar at eyðmerkja vórðu framdar.
Stk. 6. Grunnurin skal eftir áheitan lata upplýsingar til Hvidvasksekretariatet hjá National Enhed for Særlig Kriminalitet um grunsins veruligu eigarar, heruppií um royndir at eyðmerkja grunsins veruligu eigarar. Grunnurin skal harumframt eftir áheitan lata nevndu upplýsingar til aðrar málførar myndugleikar, tá ið hesir myndugleikar meta, at upplýsingarnar eru neyðugar fyri røkt av eftirlitsuppgávum ella umsjónaruppgávum teirra.
Stk. 7. Hvidvasksekretariatet hjá National Enhed for Særlig Kriminalitet og aðrir málførir myndugleikar kunnu uttan viðurgjald lata upplýsingar víðari um veruligar eigarar, sum eru skrásettar sbrt. stk. 3, ella sum eru savnaðar sbrt. stk. 6, til málførar myndugleikar og eftirlitsmyndugleikar á fíggjarøkinum í ES-limalondum.
Stk. 8. Landsstýrismaðurin ásetur nærri reglur um skráseting, atkomu til og kunngering av upplýsingum eftir stk. 1, 3 og 5 í kt-skipan Skráseting Føroya, heruppií hvørjar upplýsingar grunnurin skal skráseta í kt-skipanini.”
3. Aftan á § 56 c, men áðrenn yvirskriftina yvir § 57, verður sett:
“§ 56 d. Tá ein vinnurekandi grunnur verður stovnaður, skulu upplýsingar um grunsins veruligu eigarar, heruppií rættindi hjá teimum veruligu eigarunum, innheintast og skrásetast í seinasta lagi samstundis við skrásetingina av grunninum sbrt. § 5, stk. 1.
§ 56 e. Grunnar, sum skulu savna, varðveita og skráseta upplýsingar um veruligar eigarar, sbrt. § 56 b, skulu eftir áheitan útvega persónum og fyritøkum, sum sbrt. hvítvasklóggávuni hava skyldu til at gera kundakunnleikamannagongdir, upplýsingar um eigaraviðurskifti grunsins.
Stk. 2. Fær Skráseting Føroya fráboðan sbrt. hvítvasklóggávuni, um ósamsvar í skrásettu upplýsingunum um grunsins veruligu eigarar, setur Skráseting Føroya eina kanning í verk, sbrt. § 57, stk. 3, av hesum viðurskiftum. Skráseting Føroya kann mótvegis grunninum áseta eina freist fyri rætting av upplýsingunum.
Stk. 3. Skráseting Føroya kann, samstundis sum kanningin eftir stk. 2 verður gjørd, almannakunngera eina frágreiðing um fráboðanina í kt-skipan Skráseting Føroya. Grunnurin skal hava møguleika til at mótmæla fráboðanina, áðrenn hon verður almannakunngjørd, uttan so at endamálið við almannakunngering av frágreiðingini um fráboðanina fer fyri skeytið.”
4. Í § 63, stk. 2 verður “§ 56 b, stk. 2 og 3” broytt til: “§ 56 b, stk. 3, 5 og 6”.
5. Í § 63, stk. 3 verður “§ 56 b, stk. 2 og 3” broytt til: “§ 56 b, stk. 3, 5 og 6”.
§ 4
Í løgtingslóg nr. 55 frá 9. juni 2008 um tryggingarvirksemi, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 31 frá 9. mars 2023, verða gjørdar hesar broytingar:
1. Yvirskriftin yvir § 17 verður orðað soleiðis:
“Serstakar reglur fyri sínámillum tryggingarfeløg og tvørgangandi eftirlønargrunnar viðvíkjandi stovnan o.ø.”
2. § 17, stk. 3-6 verða strikað, og í staðin verða sett:
“Stk. 3. Eitt sínámillum tryggingarfelag og ein tvørgangandi eftirlønargrunnur skulu savna upplýsingar um veruligu eigararnar av sínámillum tryggingarfelagnum og tvørgangandi eftirlønargrunninum, heruppií rættindi hjá teimum veruligu eigarunum.
Stk. 4. Ein og hvør, sum beinleiðis ella óbeinleiðis eigur ella ræður yvir einum sínámillum tryggingarfelagi ella einum tvørgangandi eftirlønargrunni, skal eftir áheitan frá sínámillum tryggingarfelagnum ella tvørgangandi eftirlønargrunninum lata sínámillum tryggingarfelagnum ella tvørgangandi eftirlønargrunninum tær upplýsingar um eigaraviðurskiftini, ið eru neyðugar til tess, at sínámillum tryggingarfelagið ella tvørgangandi eftirlønargrunnurin kann eyðmerkja veruligu eigararnar, heruppií upplýsingar um rættindini hjá teimum veruligu eigarunum.
Stk. 5. Sínámillum tryggingarfelagið og tvørgangandi eftirlønargrunnurin skulu skjótast gjørligt eftir, at sínámillum tryggingarfelagið og tvørgangandi eftirlønargrunnurin eru vorðin kunnug við, at ein persónur er blivin veruligur eigari, skráseta upplýsingarnar, heruppií upplýsingar um rættindini hjá teimum veruligu eigarunum, í kt-skipan Skráseting Føroya. Ein og hvør broyting av teimum upplýsingum, sum eru skrásettar um veruligu eigararnar, skal skrásetast skjótast gjørligt eftir, at felagið ella eftirlønargrunnurin eru vorðin kunnug við broytingina. Teir skrásettu limirnir í stjórnini hjá sínámillum tryggingarfelagnum ella tvørgangandi eftirlønargrunninum eru at meta og skráseta sum veruligir eigarar í kt-skipan Skráseting Føroya, um so er, at sínámillum tryggingarfelagið og tvørgangandi eftirlønargrunnurin, eftir at hava troytt allar møguleikar fyri eyðmerking, eftir hetta ongar veruligar eigarar hava, ella ongar veruligar eigarar kunnu eyðmerkja.
Stk. 6. Sínámillum tryggingarfelagið og tvørgangandi eftirlønargrunnurin skulu í minsta lagi eina ferð um árið kanna, um broytingar skulu gerast í skrásettu upplýsingunum um veruligu eigararnar. Úrslitið av árligu kanningini skal leggjast fram á nevndarfundinum, har nevndin góðkennir ársfrásøgnina.
Stk. 7. Sínámillum tryggingarfelagið og tvørgangandi eftirlønargrunnurin skulu goyma skjalprógv fyri teimum savnaðu upplýsingunum um tess veruligu eigarar í fimm ár eftir, at veruligu eigaraviðurskiftini hildu uppat. Sínámillum tryggingarfelagið og tvørgangandi eftirlønargrunnurin skulu harumframt goyma skjalprógv fyri teimum savnaðu upplýsingunum um royndir at eyðmerkja veruligar eigarar í fimm ár eftir, at royndirnar at eyðmerkja vórðu framdar.
Stk. 8. Sínámillum tryggingarfelagið og tvørgangandi eftirlønargrunnurin skulu eftir áheitan lata upplýsingar til Hvidvasksekretariatet hjá National Enhed for Særlig Kriminalitet um veruligu eigarar sínámillum tryggingarfelagsins og tvørgangandi eftirlønargrunsins, heruppií um royndir hjá sínámillum tryggingarfelagnum og tvørgangandi eftirlønargrunninum at eyðmerkja tess veruligu eigarar. Sínámillum tryggingarfelagið og tvørgangandi eftirlønargrunnurin skulu harumframt eftir áheitan lata øðrum málførum myndugleikum nevndu upplýsingar, um hesir myndugleikar meta, at upplýsingarnar eru neyðugar fyri at røkja eftirlitsuppgávur ella umsjónaruppgávur teirra.
Stk. 9. Hvidvasksekretariatet hjá National Enhed for Særlig Kriminalitet og aðrir málførir myndugleikar kunnu uttan viðurgjald lata upplýsingar víðari um veruligar eigarar, sum eru skrásettar sbrt. stk. 5, ella sum eru savnaðar sbrt. stk. 8, til málførar myndugleikar og eftirlitsmyndugleikar á fíggjarøkinum í ES-limalondum.
Stk. 10. Landsstýrismaðurin ásetur nærri reglur um skráseting, atkomu til og kunngering av upplýsingum eftir stk. 3, 5 og 7 í kt-skipan Skráseting Føroya, heruppií hvørjar upplýsingar sínámillum tryggingarfelagið og tvørgangandi eftirlønargrunnurin skulu skráseta í kt-skipan Skráseting Føroya.”
3. Aftan á § 17 verður í kapittul 3 sett:
“§ 17 a. Eitt sínámillum tryggingarfelag og ein tvørgangandi eftirlønargrunnur, sum skulu savna, varðveita og skráseta upplýsingar um veruligar eigarar, sbrt. § 17, skulu eftir áheitan útvega persónum og fyritøkum, sum sbrt. hvítvasklógini hava skyldu til at gera kundakunnleikamannagongdir, upplýsingar um síni eigaraviðurskifti.
Stk. 2. Fær Tryggingareftirlitið fráboðan sbrt. hvítvasklógini um ósamsvar í skrásettu upplýsingunum um veruligu eigararnar av einum sínámillum tryggingarfelagi og einum tvørgangandi eftirlønargrunni, setur Tryggingareftirlitið eina kanning í verk av hesum viðurskiftum. Tryggingareftirlitið kann mótvegis sínámillum tryggingarfelagnum ella tvørgangandi eftirlønargrunninum áseta eina freist fyri rætting av upplýsingunum.
Stk. 3. Eftir áheitan frá Tryggingareftirlitinum kann Skráseting Føroya, samstundis sum kanningin sbrt. stk. 2 verður gjørd, almannakunngera eina frágreiðing um fráboðanina í kt-skipan Skráseting Føroya. Sínámillum tryggingarfelagið ella tvørgangandi eftirlønargrunnurin skulu hava møguleika til at mótmæla fráboðanini, áðrenn hon verður almannakunngjørd, uttan so at endamálið við almannakunngering av frágreiðingini um fráboðanina fer fyri skeytið.”
4. Í § 215, stk. 2 verður “§ 17, stk. 4 og 5” broytt til: “§ 17, stk. 5, 7 og 8”.
§ 5
Stk. 1. Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. mai 2024.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin ásetir í kunngerð, nær § 2, nr. 1 kemur í gildi.
Í Tinganesi, 26. mars 2024
Aksel V. Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 66/2023