Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
27. mars 2006Nr. 19
Løgtingslóg um heilsuhjálpara- og heilsurøktaraútbúgvingar
Kapittul 1
Endamál
§ 1. Landsstýrismaðurin skipar fyri stigvíst uppbygdum útbúgvingum til heilsuhjálpara og heilsurøktara.
Stk. 2. Útbúgvingarnar hava m.a. til endamáls,
1) at geva næmingunum yrkisfakligan førleika at røkja stuðuls-, røktar- og umsorganaruppgávur á almanna- og heilsuøkinum,
2) at geva næmingunum møguleika at nema sær almennar útbúgvingarførleikar sum grundarlag fyri víðari útbúgving, og
3) at menna áhuga og evni næminganna at taka lut í tí, sum fer fram í samfelagnum.
Kapittul 2
Atgongd til útbúgvingarnar
§ 2. Atgongd til útbúgvingina til heilsuhjálpara er treytað av, at umsøkjari
1) í minsta lagi hevur 1 árs útbúgving ella arbeiðsroyndir eftir fráfaringarroynd fólkaskúlans, ella
2) hevur aðrar royndir samsvarandi krøvunum í nr. 1.
Stk. 2. Skúlin ger av, um krøvini eftir stk. 1 eru rokkin.
§ 3. Atgongd til útbúgvingina til heilsurøktara er treytað av, at umsøkjari
1) hevur útbúgving sum heilsuhjálpari, ella
2) hevur viðkomandi førleikar, sum eru grundaðir á útbúgvingarroyndir ella útbúgvingar- og arbeiðsroyndir, sum í minsta lagi taka somu tíð sum heilsuhjálparaútbúgvingin.
Stk. 2. Skúlin ger av, um krøvini eftir stk. 1 eru rokkin.
§ 4. Skúlin kann góðskriva partar av útbúgvingini hjá næmingum, sum hava viðkomandi útbúgvingar ella starvsligar fyritreytir.
Kapittul 3
Útbúgvingarskipan
§ 5. Útbúgvingarnar verða skipaðar soleiðis, at sínámillum ávirkan er millum starvsvenjingina og skúlaundirvísingina.
§ 6. Útbúgvingin til heilsuhjálpara tekur 1 ár og 3 mánaðir. Í minsta lagi 28 vikur av útbúgvingartíðini er undirvísing í skúla.
Stk. 2. Útbúgvingin skal geva førleika til sjálvstøðugt at røkja grundleggjandi stuðuls-, røktar- og umsorganaruppgávur.
§ 7. Útbúgvingin til heilsurøktara tekur 1 ár og 10 mánaðir. Í minsta lagi 40 vikur av útbúgvingartíðini er undirvísing í skúla.
Stk. 2. Útbúgvingin skal geva førleika til sjálvstøðugt at røkja og leggja til rættis samansettar ítrivs- og umsorganaruppgávur, sum m.a. fata um at samskipa og undirvísa, og sjálvstøðugt at røkja og leggja til rættis grundleggjandi heilsu- og sjúkrarøktaruppgávur.
§ 8. Landsstýrismaðurin ásetur reglur um útbúgvingarnar, m.a. um innihald, próvtøkur, prógv og kærur um próvtøku.
Stk. 2. Uppskot til reglur sbrt. stk. 1 verða sendar landsstýrismanninum í almanna- og heilsumálum til viðmerkingar, áðrenn tær verða settar í gildi.
§ 9. Skúlin ger námsskipanir, sum neyvt áseta, hvussu útbúgvingarnar verða lagdar til rættis.
Stk. 2. Skúlin og starvsvenjingarstaðið samstarva um at røkka teimum málum, sum eru ásett í námsskipanunum.
Stk. 3. Mentamálaráðið skal góðkenna námsskipanirnar.
Kapittul 4
Skúlaskipan o.a.
§ 10. Undirvísingin fer fram í skúla, sum er góðkendur av landsstýrismanninum.
§ 11. Starvsvenjingin fer fram á útbúgvingarstøðum, ið eru góðkend av skúlanum.
§ 12. Landsstýrismaðurin setur í starv og loysir úr starvi rektara skúlans.
Stk. 2. Rektarin setur í starv og loysir úr starvi deildarleiðarar, lærarar og onnur starvsfólk.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um førleikakrøvini til leiðslu og lærarar.
§ 13. Rektarin er dagligi leiðari skúlans og hevur ábyrgdina av virksemi skúlans mótvegis landsstýrismanninum
Kapittul 5
Næmingaviðurskifti
§ 14. Næmingar bera útreiðslurnar av bókum og øðrum undirvísingartilfari.
§ 15. Skúlin veitir næmingum yrkis- og lestrarvegleiðing sambært reglum, ið landsstýrismaðurin ásetur.
§ 16. Næmingar við avmarkaðum fakligum førleika kunnu fáa eykaundirvísing í ávísum lærugreinum.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann áseta nærri reglur um eykaundirvísing.
§ 17. Skúlin ger saman við næminginum eina persónliga útbúgvingarætlan, har mál verða sett fyri hvønn útbúgvingarpart sær og fyri útbúgvingina sum heild.
Kapittul 6
Ráðsskipan
§ 18. Landsstýrismaðurin tilnevnir eitt útbúgvingarráð, sum í ummælum sínum til landsstýrismannin viðger mál um heilsuútbúgvingarnar sambært teimum reglum, sum verða ásettar sbrt. heimild í § 20, stk. 1.
Stk. 2. Útbúgvingarráðið kann av sínum eintingum umrøða og bera fram alt, ið tað heldur hevur týdning fyri útbúgvingarnar.
Stk. 3. Skúlin og útbúgvingarráðið eiga at fylgja við, um tørvur er á at endurnýggja reglur o.a., og at koma við uppskoti til landsstýrismannin um broytingar.
§ 19. Útbúgvingarráðið hevur 7 limir. Fyri hvønn ráðslim verður ein varalimur tilnevndur.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin tilnevnir limir, ið hava fakligt innlit í tey arbeiðsøki, sum lógin um heilsuútbúgvingarnar fevnir um.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin tilnevnir formannin.
Stk. 4. Útbúgvingarráðið kann eftir tørvi innkalla serkøna hjálp til at møta á ráðsfundum.
§ 20. Gjøllari reglur um útbúgvingarráðið verða ásettar av landsstýrismanninum.
Stk. 2. Reglurnar sbrt. stk. 1 skulu m.a. lýsa, hvørji mál sbrt. § 18, stk. 1 ráðið skal gera ummæli um, mannagongdir fyri ráðsarbeiðinum, útreiðsluheimild, tilnevningarskeið og val av ráðslimum og rættin til skrivstovuhjálp.
Kapittul 7
Kæruviðurskifti
§ 21. Avgerðir, sum skúlin tekur, kunnu kærast til landsstýrismannin í seinasta lagi 4 vikur eftir, at kærarin hevur fingið skrivliga fráboðan um avgerðina. Víkjast kann frá kærufreistini, tá ið serlig viðurskifti gera seg galdandi
Stk. 2. Landsstýrismaðurin ásetur nærri reglur um kæruviðgerðina.
§ 22. Landsstýrismaðurin kann áseta, at heimildin eftir § 21, stk. 1 verður at leggja til eina kærunevnd.
Kapittul 8
Gildiskoma
§ 23. Henda lóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og fær virknað frá 1. mars 2006. Samstundis fer úr gildi løgtingslóg nr. 44 frá 23. apríl 1999 um almanna- og heilsuútbúgvingar.
Stk. 2. Reglurnar í kunngerð nr. 17 frá 26. februar 2001 um almanna- og heilsuútbúgvingarnar, sum broytt við kunngerð nr. 90 frá 16. juni 2005, eru framvegis galdandi fyri næmingar, sum eru byrjaðir á heilsuhjálparaútbúgvingini, áðrenn henda lóg kemur í gildi.
Tórshavn, 27. mars 2006
Jóannes Eidesgaard (sign.)
løgmaður
/ Jógvan á Lakjuni (sign.)
Lm. nr. 57/2005