Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
18. desember 2020Nr. 190
Løgtingslóg um fyribyrgjandi tiltøk ímóti hvítvaski av vinningi og fígging av yvirgangi, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 69 frá 22. mai 2023
(Hvítvasklógin)
Kapittul 1
Lógarøki og allýsingar o.a.
Lógarøkið
§ 1. 1) Løgtingslógin fevnir um fylgjandi fyritøkur og persónar:
1) Realkredittstovnar og Føroya Realkreditstovnur.
2) Lívstryggingarfeløg og tvørgangandi eftirlønargrunnar.
3) Tryggingarmeklarar, tá hesir miðla lívstryggingar ella aðrar íløgurelateraðar tryggingar.
4) Deildir hjá útlendskum fyritøkum, útbýtarar, útdeilarar og umboðsfólk her í landinum, tá hesar útinna virksemi eftir nr. 1-3.
5) Grannskoðarar og grannskoðanarfyritøkur, góðkendar sambært grannskoðaralógini.
6) Ognarmeklarar og ognarmeklarafyritøkur, heruppií tá tey virka sum millumgongufólk í sambandi við útleigan av fastari ogn.
7) Fyritøkur og persónar, sum annars vinnuliga lata somu veitingar, sum teir í nr. 5-6 og í § 1, stk. 1, nr. 14 í anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om forebyggende foranstaltninger mod hvidvask og finansiering af terrorisme nevndu persónsbólkar, undir hesum grannskoðarar, sum ikki eru góðkendir eftir grannskoðaralógini, skattaráðgevarar, eksternir bókhaldarar og ein og hvør annar persónur, ið átekur sær at veita hjálp, stuðul ella ráðgeving um skattaviðurskifti sum sítt mest týðandi vinnuliga virksemi.
8) Útbjóðarar av tænastuveitingum til fyritøkur, sbr. § 2, nr. 12.
9) Útbjóðarar av spølum, sbr. tó stk. 4.
10) Fyritøkur og persónar, sum á vinnuligum grundarlagi varðveita, handla við ella miðla handil við listaverkum, heruppií listasøvn og uppboðshús, har virðið á transaktiónum ella á eini røð av innanhýsum samanbundnum transaktiónum er 50.000 kr. ella meira.
Stk. 2. § 5 fevnir um vinnurekandi, sum ikki eru umfatað av stk. 1 ella av § 1, stk. 1 í anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om forebyggende foranstaltninger mod hvidvask og finansiering af terrorisme.
Stk. 3. 1) § 34 a er galdandi fyri útlendskar deildir hjá føroyskum fyritøkum.
Stk. 4. 1) Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um, at løgtingslógin heilt ella partvíst ikki skal verða nýtt til spøl, har tað verður mett at vera ein avmarkaður váði fyri hvítvasking ella fígging av yvirgangi. Landsstýrismaðurin kann harumframt, eftir hesi løgtingslóg, áseta nærri reglur um eftirlit við útbjóðarum av spølum, undir hesum um spælimyndugleika, skrásetingarskyldu, skyldu at lata upplýsingar, víðarilatan av upplýsingum o.a.
Allýsingar
§ 2. 1) Eftir hesi løgtingslóg galda hesar allýsingar:
1) Daglig leiðsla: Persónar, sum hava ábyrgd av dagligu leiðsluni hjá einum løgfrøðiligum persóni, undir hesum av rakstri, umsetningi og øðrum úrslitum.
2) Fíggjarlig transaktión: Ein transaktión, sum viðvíkur gjaldføri ella aðrari fíggjarligari ogn.
3) Handilssamband: Eitt kundasamband, sum verður stovnað av fyritøkuni ella persóninum, fevndur av løgtingslógini, sum stovningarløtuna væntast at halda fram eina tíð, og sum kann fevna um stovnan av kundakonto, kundagoymslu, íverksetan av transaktiónunum og øðrum virksemi, undir hesum ráðgevingaruppgávur fyri kundan.
4) Korrespondentasamband:
a) Veiting av peningastovnsveiting frá einum peningastovni, t.e. korrespondentinum, til ein annan peningastovn, t.e. respondentin, undir hesum stovnan av framhaldandi kontu ella passivkontu, umframt aðrar veitingar sum gjaldførisstýring, altjóða flyting av fíggjarfæ o.a.
b) Eitt samband millum eina fyritøku, fevnd av § 1, stk. 1, nr. 1-4, korrespondentin, til eina aðra fyritøku, fevnd av § 1, stk. 1, nr. 1-4, respondentin, har líknandi veitingar verða veittar, undir hesum sambond stovnað við virðisbrævatransaktiónum ella transaktiónum av fíggjarfæ fyri eyga.
5) Kundaviðurskifti: Eitt handilssamband við ein kunda ella útinnan av eini einstakari tranaktión fyri ein kunda, undir hesum í sambandi við at útbjóða spøl.
6) Nærstandandi við ein persón, sum er politiskt ábærur: Ein hjúnafelagi hjá persóni, sum er politiskt ábærur, skrásettur maki, samlivi ella foreldur umframt børn og teirra hjúnafelagar, skrásettu makar og samlivar.
7) Tættur samstarvsfelagi hjá persóni, sum er politiskt ábærur:
a) Ein likamligur persónur, sum er veruligur eigari av eini fyritøku ella øðrum slagi av løgfrøðiligum persóni saman við einum ella fleiri persónum, sum eru politiskt ábærir.
b) Ein fysiskur persónur, sum á annan hátt enn nevnt í litra a hava eitt tætt handilsligt samband við ein ella fleiri persónar, sum eru politiskt ábærir.
c) Ein fysiskur persónur, sum er einasti veruligi eigari av eini fyritøku ella øðrum slagi av løgfrøðiligum persóni, sum man veit er stovnað til fyrimuns fyri ein persón, sum er politiskt ábærur.
8) Politiskt ábærur persónur: Ein fysiskur persónur, sum hevur ella hevur havt eitt av hesum almennu størvum:
a) Ríkisleiðari, stjórnarleiðari, ráðharri og vararáðharri ella hjálparráðharri.
b) Tinglimur ella limur í einum líknandi lóggevandi tingi.
c) Limur í leiðsluni í einum politiskum flokki.
d) Hægstarættardómari, limur í stýrisskipanardómstólinum og í rættarstovni á hægri rættarstigi, hvørs avgerðir bert kunnu roynast í heilt serligum førum.
e) Limur í grannskoðanarrætti og í evstu leiðsluni í einum meginbanka.
f) Sendiharri, chargé d'affaires og høgur heryvirmaður í vápnaða herinum.
g) Limur í fyrisitingarligu, leiðandi ella stýrandi í eindini einum stýri hjá statinum ella í eini fyritøku, sum er statsogn.
h) Stjóri, varastjóri og nevndarlimur ella persónur við samsvarandi starvi í einum altjóða felagsskapi.
9) Veruligur eigari: Tann ella teir likamligu persónar, sum endaliga eiga kundan ella stýra honum, ella tann ella teir likamligu persónar, hvørs vegna ein transaktión ella virksemi verður gjørt, heruppií:
a) Fyri feløg og aðrar løgfrøðiligar eindir:
i) Tann ella teir likamligu persónar í einari løgfrøðiligari eind, sum endaliga beinleiðis ella óbeinleiðis eiga ella hava ræði á nóg stórum parti av eigarapørtunum ella atkvøðurættindunum, ella sum á annan hátt hava ræði, undantikið eigarar av feløgum, har eigarapartarnir verða handlaðir á einum skipaðum marknaði ella einum líknandi marknaði, sum hevur upplýsingarskyldu sambært ES-rættinum ella samsvarandi altjóða standardum.
ii) Dagliga leiðslan, um eingin persónur er eyðmerktur undir smáa rómartali i, eftir at allir møguleikar eru royndir, ella um ivi er um, um tann ella teir veruligu persónarnir, sum eru eyðmerktir, eru veruligu eigararnir.
b) Fyri trustar og líknandi løgfrøðiligar skipanir:
i) Stovnarin ella stovnararnir.
ii) Umsitarin ella umsitararnir.
iii) Verjin ella verjarnir.
iv) Serliga njótunartilskilaði ella, um teir einstaklingar, sum hava gagn av løgfrøðiligu skipanini ella løgfrøðiligu eindini, ikki eru kendir enn, tann bólkurin av persónum, sum hevur høvuðsáhuga í, at løgfrøðiliga skipanin ella eindin er stovnað ella virkar.
v) Ein og hvør annar likamligur persónur, sum endaliga hevur ræði á trustinum við beinleiðis ella óbeinleiðis ognarskapi ella á annan hátt hevur ræði.
c) Nevndin og tann ella teir likamligu persónarnir í grunnum, ið eru í samsvarandi ella líknandi støðu sum tey í litra b, smá rómartøl ii-v nevndu, við teimum neyðugu frávikunum við atliti at serligu eyðkennunum við grunnum.
10) Transaktión: Ein ella fleiri gerðir, har ein ella fleiri ognir verða fluttar ella avhendaðar.
11) Tómt bankafelag: Ein fyritøka, sum rekur virksemi svarandi til virksemi hjá fyritøkum, fevndar av § 1, stk. 1, nr. 1-4, sum ikki er fysiskt til staðar í tí landinum, har hon hevur heimstað, ikki hevur leiðsluna ella umstingina í viðkomandi landi, og ikki er partur í eini reguleraðari fíggjarligari samtøku.
12) Útbjóðari av tænastuveitingum til fyritøkur: Ein og hvør, sum ikki er fevndur av § 1, stk. 1, nr. 5 og 6, ella av § 1, stk. 1, nr. 14 í anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om forebyggende foranstaltninger mod hvidvask og finansiering af terrorisme, tá hesin vinnuliga útinnir fylgjandi virksemi:
a) Stovnar vinnufeløg, fyritøkur ella aðrar løgfrøðiligar persónar.
b) Virkar sum ella sær til, at ein annar persónur virkar sum leiðslulimur í einari fyritøku ella sum luttakari í einum íognarfelagi ella í einum líknandi starvi í fyritøkum annars.
c) Letur heimstaðaradressu ella aðra adressu, ið á ein líknandi hátt er ætlað at vera kontaktadressa, og hartil knýttar tænastur, vera tøkar fyri eina fyritøku.
d) Virkar fyri ella sær til, at ein annar umsitur ella stendur fyri einum grunni, trust ella aðrari líknandi løgfrøðiligari skipan.
e) Virkar fyri ella sær til, at ein annar virkar sum nominee fyri triðjamann uttan so at hesin er ein fyritøka, hvørs eigarapartar o.a. verða seldir á einum skipaðum marknað, ella einum líknandi marknað, sum hevur upplýsingarskyldu sambært ES-rættinum ella samsvarandi altjóða standardum.
13) Trustur: Ein eind, sum ikki er ein løgfrøðiligur persónur, og sum er stovnað eftir ynski hjá stovnaranum um at flyta ognir til ein umsitara til fyrimuns fyri ein ella fleiri njótunartilskilaðar.
14) Líknandi løgfrøðilig skipan: Eitt slag av løgfrøðiligari skipan, sum hevur samsvarandi bygnað ella funktión sum ein trustur, og sum er stovnað eftir ynski hjá stovnaranum um at flyta ognir til ein persón, ið hevur eina støðu, ið svarar til starvið hjá einum umsitara av einum trusti.
15) Umsitari av einum trusti ella ein persónur, ið røkir eina samsvarandi støðu í einari líknandi løgfrøðiligari skipan: Ein likamligur ella løgfrøðiligur persónur, ið hevur ræði á ognunum hjá trustinum ella einari líknandi løgfrøðiligari skipan í samsvari við leiðbeiningar frá stovnara.
§ 3. Við hvítvask skilst í hesi løgtingslóg:
1) Av órøttum at taka ímóti ella útvega sær ella øðrum part í fíggjarligum vinningi ella ognum, sum er fingin við revsiverdum lógarbroti.
2) Av órøttum at krógva, varðveita, flyta, hjálpa við avhending ella á annan hátt seinni at virka fyri at tryggja fíggjarliga vinningin ella ognirnar frá einum revsiverdum lógarbroti.
3) Roynd ella viðvirkan til slíkar gerðir.
Stk. 2. 1) Stk. 1 fevnir eisini um gerðir, framdar av tí, sum hevur framt revsiverda lógarbrotið, sum vinningurin ella ognirnar stava frá. Talan er um hvítvask, sbr. stk. 1, hóast tær gerðir, sum hava ført til fíggjarliga vinningin ella peningin, ið skal hvítvaskast, vórðu framdar í einum øðrum landi.
§ 4. Við fígging av yvirgangi skilst í hesi løgtingslóg fígging av yvirgangi sum allýst í revislógarinnar § 114 b, tá tað snýr seg um gerðir umfataðar av § 114 í revsilógini.
Kontantgjaldsbann
§ 5. Vinnurekandi, sum ikki eru fevnd av § 1, stk. 1 í hesi løgtingslóg, ella av § 1, stk. 1 í anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om forebyggende foranstaltninger mod hvidvask og finansiering af terrorisme, kunnu ikki taka ímóti kontantgjaldingum á 50.000 kr. ella meira, uttan mun til um gjaldingin verður gjørd í einum ella sum fleiri gjaldingar, sum eru ella sýnast at vera sínámillum tengdar.
Kapittul 2
Váðameting og váðastýring
§ 6. Fyritøkur og persónar, fevnd av hesi løgtingslóg, skulu eyðmerkja og meta um váðan fyri, at fyritøkan ella persónurin kunnu verða misbrúkt til hvítvask ella fígging av yvirgangi. Váðametingin skal gerast við støði í handilsmodellinum hjá fyritøkuni ella persóninum og skal fevna um metingina av váðafaktorum, sum eru knýttir at kundum, vørum, tænastum og transaktiónum umframt veitingarvegum og londum ella landafrøðiligum økjum, har handilsvirksemi er. Váðametingin skal skjalprógvast og støðugt dagførast.
Stk. 2. Dagliga leiðslan í fyritøkum, fevndar av § 1, stk. 1, nr. 1-3, skal tilnevna eitt starvsfólk, sum hevur fulltrú at taka avgerðir vegna fyritøkuna sambært § 7, stk. 2, § 17, stk. 3 og § 18, stk. 1, nr. 3. Persónurin kann vera limur í dagligu leiðsluni hjá fyritøkuni. Persónurin skal hava nøktandi kunnleika til váðan fyri hvítvasking og fígging av yvirgangi hjá fyritøkuni til at kunna taka avgerðir, sum kunnu ávirka váðaeksponeringina hjá fyritøkuni. Persónurin skal harumframt hava nøktandi vanligt umdømi, og skal ikki hava havt ein atburð, sum kann geva grund at halda, at viðkomandi ikki fer at røkja starvið á fullgóðan hátt.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um undantøk frá krøvunum í stk. 1. Landsstýrismaðurin kann eisini áseta reglur um undantøk frá krøvunum í stk. 2.
§ 7. Fyritøkur og persónar, fevnd av hesi løgtingslóg, skulu hava nøktandi skrivligar politikkir, mannagongdir og eftirlitsskipanir, sum skulu fevna um váðastýring, kundakunnleikamannagongdir, kanningarskyldu, uppskrivingarskyldu og kunningarskyldu, varðveitslu av upplýsingum, kanning av starvsfólki og innanhýsis eftirlit til fullgóða fyribyrging, avmarking og stýring av váðum fyri hvítvasking og fígging av yvirgangi. Politikkir, mannagongdir og eftirlitsskipanir skulu gerast við støði í váðametingini, gjørd eftir § 6 við atliti at støddini av fyritøkuni.
Stk. 2. Politikkir, mannagongdir og eftirlitsskipanir, sum eru gjørd sambært stk. 1, skulu góðkennast av tí í § 6, stk. 2 tilnevnda persóni.
Stk. 3. 1) Dagliga leiðslan í fyritøkum, fevndar av § 1, stk. 1, nr. 1-3, og sum sambært aðrari lóggávu hava skyldu at hava eina compliancefunktion, skal tilnevna ein complianceábyrgdara á leiðslustigi, sum skal hava umsjón við og meta um mannagongdirnar sambært stk. 1 og tey tiltøk, ið verða gjørd fyri at bøta um møguligar manglar, eru munagóð, og hava umsjón við, at fyritøkan fráboðar Hvidvasksekretariatet, sbr. § 25, stk. 1.
Stk. 4. Nevndin í fyritøkum, sum eru fevndar av § 1, stk. 1, nr. 1-3, og sum hava eina innanhýsis grannskoðan ella innanhýsis audit, skulu tryggja sær, at innanhýsis grannskoðanin ella innanhýsis audit metir um politikkir, virkismannagongdir og eftirlitsskipanir, sbr. krøvini í hesi løgtingslóg og reglur ásettar sambært løgtingslógini, eru lagdar til rættis og virka á fullgóðan hátt.
Stk. 5. Fyritøkur skulu, har tað verður mett at hava týdning, tilnevna ein lim í leiðsluni, sum hevur ábyrgdina av, at fyritøkan fremur krøvini í hesi løgtingslóg og reglur, ásettar sambært løgtingslógini.
Stk. 6. Fyritøkur og persónar, fevnd av hesi løgtingslóg, skulu tryggja, at starvsfólk, undir hesum leiðslan, hava fingið nóg góða undirvísing í krøvunum í hesi løgtingslóg og reglum, ásettar sambært løgtingslógini, umframt viðkomandi krøv um dátuverju.
§ 8. Samtøk skulu, umframt krøvini í § 7, hava nøktandi skrivligar politikkir um dátuverju umframt nøktandi skrivligar politikkir og mannagongdir fyri at skifta um upplýsingar, sum verða umskiftar við tí endamáli at stríðast móti hvítvasking av peningi og fígging av yvirgangi, innan fyri samtakið.
Stk. 2. Fyritøkur, sum eru partar av einum samtaki, skulu umframt krøvini í § 7 virka í samsvari við politikkir og mannagongdir hjá samtakinum.
Kapittul 3
Kundakunnleikamannagongdir
Almenn krøv
§ 9. 1) Fyritøkur og persónar, fevnd av hesi løgtingslóg, skulu seta í verk kundakunnleikamannagongdir, sbr. §§ 10-20, tá
1) tey stovna eitt kundasamband, týðandi umstøður broytast hjá einum kunda, og annars hóskandi tíðir, heruppií tá fyritøkan ella persónurin í viðkomandi álmanakkaárinum løgfrøðiliga hevur skyldu til at seta seg í samband við kundan við tí fyri eyga at kanna eina og hvørja viðkomandi upplýsing viðvíkjandi tí ella teimum veruligu eigarunum,
2) tey gera eina einstaka transaktión:
a) upp á í minsta lagi 15.000 evrur, um transaktiónin verður gjørd í einum ella sum fleiri transaktiónir, sum eru ella sýnast at vera sínámillum tengdar,
b) upp á meiri enn 1.000 evrur sum eina peningaflyting, um transaktiónin verður gjørd í einum ella sum fleiri transaktiónir, sum eru ella sýnast at vera sínámillum tengdar, ella
c) upp á 500 evrur ella meiri við gjaldoyraveksling, um transaktiónin verður gjørd í einum ella sum fleiri transaktiónir, sum eru ella sýnast at vera sínámillum tengdar,
3) tey í sambandi við útboð av spæli taka ímóti innskotum, gjalda út vinningar ella bæði fyri í minsta lagi 2.000 evrur, um transaktiónin verður gjørd í einum ella sum fleiri transaktiónir, sum eru ella sýnast at vera sínámillum tengdar,
4) tá illgruni er um hvítvask ella fígging av yvirgangi, uttan mun til um treytirnar í nr. 2 og 3 ikki eru loknar, ella
5) tá ivi er um, hvørt upplýsingar, sum fyrr eru fingnar til vegar um samleikan hjá kundanum, eru rættar ella nøktandi.
§ 10. 1) Kundakunnleikamannagongdir fevna um fylgjandi:
1) Fyritøkan og persónurin skulu fáa til vegar samleikaupplýsingar hjá kundanum:
a) Er kundin ein likamligur persónur skulu samleikaupplýsingar fevna um navn, p-tal ella líknandi, um viðkomandi ikki hevur eitt p-tal. Hevur viðkomandi ikki eitt p-tal ella líknandi skulu samleikaupplýsingar umfata føðidag.
b) Er kundin ein løgfrøðiligur persónur, skulu samleikaupplýsingar fevna um navn, skrásetingarnummar ella líknandi, um løgfrøðiligi persónurin ikki hevur eitt skrásetingarnummar.
2) Fyritøkan ella persónurin skulu kanna samleikaupplýsingar hjá kundanum og taka støði í skjølum, dátum ella upplýsingum, útvegað frá álítandi og óheftari keldu. Við álítandi og óheftari keldu skilst eitt nú elektronisk eyðmerkingaramboð, viðkomandi álitistænastur ella eitthvørt annað trygt slag av fjareyðmerkingartilgongd ella elektronisk eyðmerkingartilgongd, ið skikkaðir myndugleikar í landinum hava regulerað, viðurkent, góðkent ella góðtikið.
3) Fyritøkan og persónurin skulu fáa til vega samleikaupplýsingar um tann ella teir veruligu eigararnar og fremja hóskandi tiltøk fyri at kanna samleikan hjá tí ella teimum veruligu eigarunum, so at fyritøkan ella persónurin við vissu veit, hvør tann ella teir veruligu eigararnir eru. Er kundin ein løgfrøðiligur persónur, heruppií grunnur, ella ein ikki løgfrøðiligur persónur, heruppií ein trustur ella ein líknandi løgfrøðilig skipan, skulu undir hesum fremjast hóskandi tiltøk fyri at fáa greiðu á eigarabygnaðinum og ræðisbygnaðinum hjá løgfrøðiliga persóninum. Er tann veruligi eigarin ein njótunartilskilaður av ognini hjá einum trusti ella eini líknandi løgfrøðiligari skipan, sbr. § 2, nr. 9, litra b, smátt rómartal iv, ella ognini hjá einum grunni ella eini líknandi løgfrøðiligari skipan, sbr. § 2, nr. 9, litra c, skal fyritøkan ella persónurin fremja tey tiltøk, ið nevnd verða í 1. pkt., í seinasta lagi tá útgjalding fer fram, ella tá móttakarin útinnir sín rætt. Verður tann dagliga leiðslan eyðmerkt sum veruligur eigari, skal fyritøkan ella persónurin fremja tey neyðugu hóskandi tiltøkini fyri at føra eftirlit við samleikanum hjá tí ella teimum likamligu persónunum, ið eru dagliga leiðsla kundans, sbr. § 2, nr. 9, litra a, smátt rómartal ii. Fyritøkan ella persónurin skulu varðveita upplýsingar um tiltøkini, ið eru sett í verk, og um møguligar íkomnar trupulleikar í sambandi við útinnanina av eftirlitinum.
4) Fyritøkan ella persónurin skulu meta um og, har tað hevur týdning, fáa til vega upplýsingar um endamál og ætlað slag av kundasambandi.
5) Fyritøkur og persónar skulu støðugt ansa eftir einum føstum kundasambandi. Ansast skal eftir transaktiónum, ið verða gjørdar sum liður í einum kundasambandi, fyri at tryggja at transaktiónirnar samsvara við vitanina hjá fyritøkuni ella persóninum um kundan og handilsprofilin og váðaprofilin hjá kundanum, undir hesum, um neyðugt, hvar pengarnir stava frá. Skjøl, dátur ella upplýsingar um kundan skulu støðugt dagførast.
Stk. 2. Um ein persónur upplýsir, at hann handlar vegna ein kunda, ella tað annars er ivi um, hvørt ein persónur handlar vegna seg sjálvan, skulu fyritøkur og persónar harumframt eyðmerkja persónin, og samleikin hjá viðkomandi skal kannast hjá álítandi og óheftari keldu. Fyritøkur og persónar skulu harumframt tryggja, at likamligir ella løgfrøðiligir persónar, sum handla vegna ein kunda, hava heimild til tess, tó ikki um viðkomandi er advokatur við tilnevning her í landinum.
Stk. 3. Fyritøkur og persónar skulu fremja allar kundakunnleikamannagongdir, sbr. stk. 1 og 2. Vavið av kundakunnleikamannagongdunum kann tó taka støði í eini váðameting. Í metingini skulu upplýsingar takast við um endamál, stødd, reglusemi og longd á handilssambandinum. Í metingini skulu í minsta lagi takast við teir tættir, sum standa í skjali 1 og 2.
Stk. 4. Fyritøkan ella persónurin skulu kunna prógva mótvegis tí myndugleika, sum hevur eftirlit við, at hesi halda løgtingslógina, at kunnleikin til kundan er nøktandi í mun til vandan fyri hvítvaski og fígging av yvirgangi.
§ 11. Fyritøkur, sum bjóða út lívstryggingar og pensiónstryggingar, skulu afturat krøvunum í § 10 útvega upplýsingar um navn á njótanartilskilaða sambært tryggingarskjalinum. Er talan um ein ónevndan persón ella eina fleirheild av persónum, skulu nøktandi upplýsingar útvegast til at kunna eyðmerkja tann ella teir njótanartilskilaðu útgjaldingardagin.
Stk. 2. Samleikaupplýsingar hjá tí ella teimum njótanartilskilaðu skulu kannast við støði í skjølum, dátum ella upplýsingum, fingnir til vega frá álítandi og óheftari keldu, áðrenn útgjalding fer fram sambært tryggingarskjalinum.
§ 12. Tá hjálp verður veitt kundum til stakt virksemi, sum ikki fevnir um eina transaktión, kann út frá eini váðameting víkjast frá krøvunum í § 10.
§ 13. 1) Fyritøkur og persónar skulu kanna samleikaupplýsingar hjá kundanum og tí ella teimum veruligu eigarunum, áðrenn eitt handilssamband við kundan verður stovnað ella ein transaktión verður framd, sbr. tó stk. 2-4. Verður eitt handilssamband stovnað við eitt felag ella aðra løgfrøðiliga eind ella ein trust ella líknandi løgfrøðiliga skipan, sum hevur skyldu til at skráseta upplýsingar um veruligar eigarar í kt-skipan Skráseting Føroya, skal fyritøkan ella persónurin fáa til vegar skrásetingarprógv ella ein úrdrátt av upplýsingunum í kt-skipan Skráseting Føroya.
Stk. 2. Kanningin av samleikaupplýsingunum hjá kundanum og tí ella teimum veruligu eigarunum kann uttan mun til stk. 1 tó fremjast meðan handilssambandið verður stovnað, um tað er neyðugt fyri ikki at steðga vanligu virkisgongdini og vandin fyri hvítvasking av pengum ella fígging av yvirgangi er avmarkaður. Kanningin av samleikaupplýsingum skal í slíkum førum gerast skjótast gjørligt eftir fyrsta sambandið.
Stk. 3. Fyritøkur og persónar kunnu hóast stk. 1 stovna eina kontu, eina goymslu ella líknandi fyri kundan, ið loyvir transaktiónum í virðisbrøvum, uttan at eftirlitið av samleikaupplýsingunum sbr. § 10, stk. 1, nr. 2 og 3, 1. pkt., er gjørt, treytað av at hóskandi trygdartiltøk eru sett í verk, sum tryggja at transaktiónir ikki verða gjørdar, fyrr enn krøvini eru lokin.
Stk. 4. Kunnu krøvini í § 10, stk. 1, nr. 1-4, og stk. 2 og 3 ikki lúkast, skal eitt stovnsett handilssamband vera slitið ella gerast upp, og fleiri transaktiónir mugu ikki gerast. Samstundis skal kannast, um fráboðan eftir § 25 skal gerast.
Stk. 5. Teir persónar og fyritøkur, sum eru nevnd í § 1, stk. 1, nr. 6-8, eru, tá tey hjálpa einum advokati í teimum førum, sum nevnd í § 14, stk. 6, 1. pkt., í Anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om forebyggende foranstaltninger mod hvidvask og finansiering af terrorisme, undantikin frá kravinum í stk. 2 á sama hátt sum tann advokatur, tey hjálpa.
§ 14. 1) Fær ein fyritøka ella persónur kunnleika til, at tær upplýsingar, sum eru fingnar til vega sambært hesum kapitli, ikki eru nøktandi og ikki kunnu dagførast, skal fyritøkan ella persónurin seta hóskandi tiltøk í verk fyri at forða fyri váðanum fyri hvítvaski og fígging av yvirgangi, undir hesum at umhugsa, um handilssambandið skal niðurlagast, sbr. § 13, stk. 4.
§ 15. Áðrenn stovnan av einum handilssambandi við eini stakari transaktión ella gjøgnumførslu av eini slíkari, verður framd fyri likamligar persónar, skulu fyritøkur og persónar, fevnd av hesi løgtingslóg, kunna kundan um tær reglur, sum galda fyri viðgerð av persónsupplýsingum í sambandi við fyribyrging av hvítvaski og fígging av yvirgangi.
Stk. 2. Persónsupplýsingar, sum eru fingnar til vega sambært hesi løgtingslóg ella reglum, ásettar sambært løgtingslógini, kunnu bert viðgerast við atliti at fyribyrging av hvítvaski og fígging av yvirgangi. Viðgerð av hesum persónsupplýsingum til onnur endamál, undir hesum handilslig endamál, má ikki fara fram.
Herd krøv
§ 16. Fyritøkur og persónar, fevnd av hesi løgtingslóg, skulu afturat krøvunum í §§ 10 og 11 gera herdar kundakunnleikamannagongdir, um mett verður at vandin fyri hvítvaski og fígging av yvirgangi er øktur. Fyritøkan ella persónurin skulu hava við í metingini teir háváðafaktorar, sum standa í skjali 2, og aðrar háváðafaktorar, sum mugu metast at hava týdning.
Stk. 2. 1) Fyritøkur og persónar skulu gera herdar kundakunnleikamannagongdir, um kundin hevur heimstað í einum landi, sum stendur á yvirlitinum hjá Evropa-kommissiónini yvir triðjalond, har mett verður, at øktur vandi er fyri hvítvaski og fígging av yvirgangi. Tær herdu kundakunnleikamannagongdirnar skulu fevna um fylgjandi:
1) At fleiri upplýsingar verða útvegaðar um kundan og veruligar eigarar.
2) At fleiri upplýsingar verða útvegaðar um ætlaða slagið av handilssambandi.
3) At upplýsingar verða útvegaðar um, hvar peningurin og ognirnar stava frá, og hvar keldan til ognirnar hjá kundanum og veruliga eigaranum stava frá.
4) At upplýsingar verða útvegaðar um orsakirnar til tær ynsktu ella framdu transaktiónirnar.
5) At góðkenning við stovnan ella framhaldi av handilssambondum hjá tí persóni, ið er tilnevndur eftir § 6, stk. 2, verður útvegað.
6) At herða eftiransan við kundasambandinum við at økja um mongdina av kanningum og velja transaktiónsmynstur burturúr, sum tørva neyvari eftirkanning.
Stk. 3. 1) Afturat tiltøkunum, ið verða nevnd í stk. 2, skulu fyritøkur og persónar seta í verk eitt ella fleiri váðaavmarkandi tiltøk, tá likamligir persónar ella løgfrøðiligar eindir fremja transaktiónir, ið fata um lond, sum standa á listanum hjá Evropa-kommissiónini yvir triðjalond, har mett verður, at øktur vandi er fyri hvítvaski og fígging av yvirgangi. Hesi tiltøk skulu fevna um eitt ella fleiri av fylgjandi tiltøkum:
1) Nýta ískoytispartar av herdum kundakunnleikamannagongdum.
2) Seta í verk viðkomandi herdu fráboðanarmekanismur ella regluliga fráboðan av fíggjarligum transaktiónum.
3) Avmarka handilssambond ella transaktiónir við likamligar persónar ella løgfrøðiligar eindir í londum, ið eru eyðmerkt sum triðjalond, har øktur vandi er fyri hvítvaski og fígging av yvirgangi.
Stk. 4. 1) Afturat tiltøkunum, ið verða nevnd í stk. 3, skulu fyritøkur og persónar, í sambandi við handilssambond ella transaktiónir, ið fata um lond, sum standa á listanum hjá Evropa-kommissiónini yvir triðjalond, har øktur vandi er fyri hvítvaski og fígging av yvirgangi, tá tað verður mett viðkomandi, tryggja, at fyrsta gjaldið verður framt gjøgnum eina kontu í navninum á kundanum í einum kredittstovni, ið skal lúka krøv um kundakunnleikamannagongdir, sum í minsta lagi svara til tær kundakunnleikamannagongdirnar, ið eru settar í hesi løgtingslóg.
Stk. 5. 1) Við støði í eini váðameting kann kravið í stk. 2 verða slept fyri eina deild ella eitt dótturfelag, sum ein løgfrøðiligur persónur eigur meirilutan í, har løgfrøðiligi persónurin er stovnsettur í einum ES-landi ella EBS-landi og skal lúka krøv, sum fylgja av direktivi 2015/849/EU frá 20. mai 2015 hjá Europa-Tinginum og Ráðnum um fyribyrgjandi tiltøk móti nýtslu av fíggjarkervinum til hvítvask og fígging av yvirgangi, og deildin ella dótturfelagið, sum fyritøkan eigur meirilutin í, halda politikkir og mannagongdir hjá samtakinum, sbr. § 8, stk. 2.
§ 17. Fyritøkur og persónar, fevnd av hesi løgtingslóg, skulu hava mannagongdir til tess at taka støðu til um kundin, kundans veruligi eigari, njótanartilskilaði sambært tryggingarskjali ella veruligi eigari njótunartilskilaða er ein persónur, sum er politiskt ábærur, sbr. § 2, nr. 8, ella ein nærstandandi ella tættur samstarvsfelagi til ein persón, sum er politiskt ábærur, sbr. § 2, nr. 6 og 7.
Stk. 2. Er kundin ein persónur, fevndur av stk. 1, skal fyritøkan ella persónurin seta hóskandi tiltøk í verk fyri at staðfesta upprunan hjá fíggjarmiðlunum, peninginum og ognini, sum eru umfatað av handilssambandinum ella transaktiónini.
Stk. 3. Stovnan og framhald av einum handilssambandi við ein persón, fevndur av stk. 1, skal góðkennast av tí persóni, sum er tilnevndur sambært § 6, stk. 2.
Stk. 4. Herd eftiransing skal vera av einum handilssambandi við ein persón, sum er politiskt ábærur, sbr. § 2, nr. 8, ella ein nærstandandi ella tættan samstarvsfelaga til ein persón, sum er politiskt ábærur, sbr. § 2, nr. 6 og 7.
Stk. 5. Er njótunartilskilaði ella veruligi eigarin hjá tilskilaða sambært tryggingarskjalinum ein persónur, fevndur av stk. 1, skal fyritøkan ella persónurin út frá eini váðameting tryggja, at umstøðurnar viðvíkjandi tryggingarviðurskiftunum verða greiddar, og at persónurin, sum er tilnevndur sambært § 6, stk. 2 verður kunnaður um, at útgjaldast skal sambært tryggingarskjalinum, og um so er at tryggingarskjalið heilt ella partvíst verður avhendað.
Stk. 6. Heldur ein persónur, sum er politiskt ábærur, uppat í sínum starvi, skulu fyritøkur og persónar í minst 12 mánaðir eftir hetta meta um, hvørt persónurin er ein økt hóttan fyri hvítvasking og fígging av yvirgangi, og hava herdar kundakunnleikamannagongdir, sbr. § 16, stk. 1, til mett verður, at persónurin ikki er ein økt hóttan fyri hvítvasking og fígging av yvirgangi.
Stk. 7. 1) Listin hjá Fíggjareftirlitinum yvir persónar, sum eru fevndir av § 2, nr. 8 í anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om forebyggende foranstaltninger mod hvidvask og finansiering af terrorisme, er somuleiðis galdandi fyri persónar, sum eru fevndir av § 2, nr. 8, í hesi løgtingslóg.
Stk. 8. Landsstýrismaðurin kann áseta nærri reglur um yvirlitið, nevnt í stk. 7, undir hesum reglur um fráboðan, almannakunngering o.a.
§ 18. 1) Innan stovnan av einum korrespondentsambandi, sum fer um landamørk, ið umfatar gjaldingar við einum respondentstovni uttan fyri Evropeiska Samveldið, sum Samveldið ikki hevur gjørt avtalu við á fíggjarliga økinum, skal korrespondenturin afturat kundakunnleikamannagongdini sambært § 10:
1) útvega nóg nógvar upplýsingar um respondentin til at fáa greiðu á hvat virksemi respondenturin hevur, og út frá alment atkomuligum upplýsingum meta um umdømið hjá respondentinum og góðskuna av tí eftirliti, ið er av respondentinum, í viðkomandi landi,
2) útvega nóg nógvar upplýsingar um respondentin til at tryggja, at respondenturin hevur fullgóðar eftirlitsmannagongdir við atliti til at lúka reglur í viðkomandi landi um at stríðast móti hvítvaski og fígging av yvirgangi,
3) fáa góðkenning til at stovna eitt korrespondentsamband hjá tí persóni, sum er tilnevndur sambært § 6, stk. 2, og
4) skjalprógva ábyrgdina hjá korrespondentinum ávikavist respondentinum fyri at lúka treytirnar í hesi løgtingslóg.
Stk. 2. Hevur ein kundi hjá einum respondentsambandi beinleiðis atgongd til at ráða yvir peningi, sum stendur á kontu hjá korrespondentsambandinum, skal korrespondenturin tryggja sær, at respondenturin fremur kundakunnleikamannagongdir og at respondenturin kann lata út kundakunnleikaupplýsingar eftir áheitan frá korrespondentinum.
§ 19. Fyritøkur og persónar, fevnd av løgtingslógini, kunnu ikki stovna ella halda fram við einum korrespondentsambandi við eitt tómt bankafelag.
Stk. 2. Fyritøkur og persónar, fevnd av løgtingslógini, skulu fremja hóskandi tiltøk fyri at sleppa undan at stovna korrespondentsambond við fyritøkur, har alment atkomuligar upplýsingar eru um, at respondentsambandið letur tóm bankafeløg brúka kontur hjá respondentsambandinum.
Linari krøv
§ 20. Fyritøkur og persónar, fevnd av løgtingslógini, kunnu viðvíkjandi krøvunum í §§ 10 og 11 hava linari kundakunnleikamannagongdir í teimum førum, har mett verður, at váðin fyri hvítvasking og fígging av yvirgangi er avmarkaður. Fyritøkur og persónar skulu staðfesta, um handilssambandið ella transaktiónin viðførir ein avmarkaðan váða, áðrenn tey fremja linari kundakunnleikamannagongdir. Fyritøkan ella persónurin skal í váðametingini taka við teir lágváðafaktorar, sum koma fram í skjali 1, og aðrar lágváðafaktorar, sum mugu metast at hava týdning.
Kapittul 4
Hjálp frá triðjamanni
§ 21. Fyritøkur og persónar, fevnd av hesi løgtingslóg, kunnu lata triðjamanni upp í hendur at útvega og eftirkanna upplýsingar eftir § 10, stk. 1, nr. 1-4, um upplýsingarnar verða gjørdar tøkar av:
1) eini fyritøku ella persóni, fevnd av § 1, stk. 1 í hesi løgtingslóg, ella § 1, stk. 1 í anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om forebyggende foranstaltninger mod hvidvask og finansiering af terrorsime,
2) eini tilsvarandi fyritøku ella persóni, stovnsettur í einum ES-landi ella EBS-landi ella ein tilsvarandi fyritøka ella persónur í øðrum londum, sum skal lúka krøv um at stríðast móti hvítvasking og fígging av yvirgangi, sum fylgja av direktivi 2015/849/EU frá 20. mai 2015 hjá Europa-tinginum og Ráðnum um fyribyrgjandi tiltøk móti brúki av fíggjarkervinum til hvítvasking og fígging av yvirgangi, og fyritøkan ella persónurin eru undir eftirliti av einum myndugleika, ella
3) einum limafelagsskapi ella samtøku av fyritøkum og persónum, sum eru nevnd í nr. 1 og 2, um hendan skal lúka krøv um at stríðast móti hvítvasking og fígging av yvirgangi, sum svara til tey krøv, sum fylgja av direktivi 2015/849/EU frá 20. mai 2015 hjá Europa-tinginum og Ráðnum um fyribyrgjandi tiltøk móti brúki av fíggjarkervinum til hvítvasking av pengum ella fígging av yvirgangi, og limafelagsskapurin ella samtøkan eru undir eftirliti av einum myndugleika.
Stk. 2. Fyritøkur og persónar, fevnd av hesi løgtingslóg, skulu útvega nøktandi upplýsingar um triðjamann til at hava grundarlag fyri at siga, at hesin lýkur krøv til kundakunnleikamannagongdir og varðveitslu av upplýsingum, sum svara til tey krøv, sum fylgja av direktivi 2015/849/EU frá 20. mai 2015 hjá Europa-tinginum og Ráðnum um fyribyrgjandi tiltøk móti brúki av fíggjarkervinum til hvítvask og fígging av yvirgangi.
Stk. 3. 1) Fyritøkur og persónar, fevnd av hesi løgtingslóg, skulu tryggja, at triðimaður bindur seg til, eftir áheitan frá fyritøkuni ella persóninum, beinanvegin at senda avrit av samleikaupplýsingum og eftirlitsupplýsingum um kundan ella veruliga eigaran umframt onnur týðandi skjalprógv og dátur.
Stk. 4. Uttan mun til stk. 1-3 hevur viðkomandi fyritøka ella persónur ábyrgd
av at halda skyldurnar sambært hesi løgtingslóg.
Stk. 5. Stk. 1 verður ikki nýtt upp á triðjapersónar stovnsettir í londum, sum eru á yvirlitinum hjá Europa-kommisiónini yvir lond, har vandin fyri hvítvasking og fígging av yvirgangi er mettur at vera stórur. Hetta er tó ikki galdandi fyri deildir og dótturfeløg, sum fyritøkan eigur meirilutan í, sum eru stovnsett í einum ES-landi ella EBS-landi, um hesar deildir og meirilutaáttu dótturfeløgini til fulnar lúka politikkir og mannagongdir í samsvari við § 8, stk. 2.
§ 22. Fyritøkur, fevndar av hesi løgtingslóg, sum eru partar av einum samtaki, kunnu lata tað yvir til eina aðra fyritøku í samtakinum at lúka krøvini í § 10, stk. 1, nr. 1-4, um samtakið nýtir kundakunnleikamannagongdir, reglur um varðveitslu av upplýsingum og ætlanir til at stríðast móti hvítvasking og fígging av yvirgangi, sum svara til tey krøv, sum fylgja av direktivi 2015/849/EU frá 20. mai 2015 hjá Europa-tinginum og Ráðnum um fyribyrgjandi tiltøk móti brúki av fíggjarkervinum til hvítvasking av pengum ella fígging av yvirgangi, og at á samtaksstigi verður ført eftirlit av einum myndugleika við at krøvini verða hildin.
§ 23. Fyritøkur og persónar, fevnd av hesi løgtingslóg, kunnu velja sambært sáttmála at útveita uppgávur, sum hesi skulu gera fyri at halda hesa løgtingslóg, til ein útvegara. Tað er tó ein treyt fyri hesum, at hesar fyritøkur og persónar, áðrenn avtalan um útveitan er gjørd, tryggja sær, at útvegarin hevur neyðugu evnini og orkuna til at átaka sær uppgávuna á ein nøktandi hátt, og at útvegarin hevur neyðugu loyvini til at átaka sær uppgávuna.
Stk. 2. Fyritøkan ella persónurin skal, meðan avtalan er, støðugt ansa eftir, at útvegarin fremur uppgávuna í samsvari við krøvini, og við støði í hesum skal støðugt metast um, hvørt útveitanaravtalan er ráðilig.
Stk. 3. Skyldan at tilnevna ein persón við fulltrú, sbr. § 6, stk. 2, kann ikki útveitast sambært stk. 1.
Stk. 4. Uttan mun til um útveitan er framd, hevur tann fyritøka ella persónur, sum útveitir, ábyrgd av at lúka skyldur sambært hesi løgtingslóg.
Kapittul 5
Kanningarskylda, noteringsskylda, fráboðanarskylda, upplýsingarskylda og varðveitsluskylda 1)
§ 24. 1) Fyritøkur og persónar, fevnd av hesi løgtingslóg, skulu kanna bakgrundina fyri og endamálið við:
1) Øllum transaktiónum, sum:
a) eru torgreiddar,
b) eru óvanliga stórar,
c) verða framdar í einum óvanligum mynstri, ella
d) ikki hava eitt klárt fíggjarligt ella lógligt endamál.
2) Øllum óvanligum virksemi, sum ikki hevur eitt klárt fíggjarligt ella lógligt endamál.
Stk. 2. 1) Fyritøkur og persónar skulu, har tað hevur týdning, víðka eftiransingina við kundanum við tí endamáli at staðfesta, um transaktiónirnar ella virksemið sýnast illgrunasom.
Stk. 3. 1) Úrslitini av eini kanning skulu noterast og varðveitast, sbr. § 29.
Stk. 4. 1) Ein skrásettur persónur hevur ikki rætt til innlit í persónsupplýsingar, sum viðvíkja viðkomandi sjálvum, sum eru ella fara at verða viðgjørdar eftir stk. 1-3.
§ 25. 1) Fyritøkur og persónar skulu beinanvegin fráboða Hvidvasksekretariatet, um fyritøkan ella persónurin veit, hevur illgruna um ella rímiliga orsøk at halda, at ein transaktión, fíggjarmiðlar ella virksemi hava ella hava havt samband við hvítvasking ella fígging av yvirgangi. Sama er galdandi um illgruna, sum er íkomin í sambandi við at kundin hevur roynt at gera eina transaktión ella eina áheitan frá einum møguligum kunda, við ynski um at gjøgnumføra eina transaktión ella virksemi.
Stk. 2. Fyritøkur og persónar skulu ikki gjøgnumføra transaktiónir áðrenn kunning eftir stk. 1 er framd, um tey hava vitan um, illgruna um ella rímiliga orsøk at halda, at transaktiónin hevur tilknýti til hvítvask, og um transaktiónin ikki longu er gjøgnumførd. Kann tað ikki steðga at gjøgnumføra transaktiónina, ella metir fyritøkan ella persónurin, at tað fer at skaða eftirkanningina at steðga, skal fráboðan ístaðin latast inn alt fyri eitt eftir at transaktiónin er gjørd.
Stk. 3. 1) Fyritøkur og persónar skulu steðga við at gjøgnumføra transaktiónir til kunning eftir stk. 1 er framd, og tey hava fingið góðkenning frá Hvidvasksekretariatet, um tey hava vitan um, illgruna um ella rímiliga orsøk at halda, at transaktiónin hevur tilknýti til fígging av yvirgangi. Hvidvasksekretariatet avger skjótast gjørligt, áðrenn endan á bankadegnum eftir at hava fingið fráboðanina, um inndráttur skal fremjast.
Stk. 4. Ein skrásettur persónur hevur ikki rætt til innlit í persónsupplýsingar, sum viðvíkja viðkomandi sjálvum, sum eru ella fara at verða viðgjørd eftir stk. 1 og 2.
Stk. 5. 1) Tryggingareftirlitið kann áseta nærri reglur um, hvussu fráboðanarskyldan til Hvidvasksekretariatet, sbr. stk. 1, tekniskt kann haldast.
§ 26. 2) Grannskoðarar, sum nevnt í § 1, stk. 1, nr. 5, eru undantiknir skylduni í § 25 at fráboða við støði í upplýsingum, sum hesir hava fingið frá ella heintað inn um eitt viðskiftafólk, tá teir umboða eitt viðskiftafólk í skattamáli, avgjaldsmáli ella tollmáli í Føroya Kærustovni. Undantakið í 1. pkt. er galdandi uttan mun til, um upplýsingarnar eru fingnar áðrenn, undir ella aftaná málið í Føroya Kærustovni.
Stk. 2. Fyritøkur og persónar, sum nevnt í § 1, stk. 1, nr. 5-7, eru, tá teir hjálpa einum advokati áðrenn, undir og aftan á eitt rættarmál ella hjálpa til við at staðfesta rættarstøðuna hjá einum viðskiftafólki, undantikin frá skylduni at fráboða í sama mun, sum tann advokaturin, teir hjálpa, sbr. § 27, stk. 1 í anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om forebyggende foranstaltninger mod hvidvask og finansiering af terrorisme.
Stk. 3. Stk. 1 og 2 verður ikki nýtt, um fyritøkan ella persónurin veit ella átti at vitað, at viðskiftafólkið biður um hjálp við hvítvasking ella fígging av yvirgangi fyri eyga.
§ 27. 1) Um ein eftirlitsmyndugleiki sambært hesi løgtingslóg ella toll- og skattafyrisitingin fær kunnleika til viðurskifti, sum gevur orsøk til at halda, at hesi kunnu hava tilknýti til hvítvask ella fígging av yvirgangi, sum er fevnt av fráboðanarskylduni í § 25, stk. 1, skal myndugleikin boða Hvidvasksekretariatet frá hesum.
§ 28. 1) Hvidvasksekretariatet hjá National Enhed for Særlig Kriminalitet er fregnartænasta í málum eftir hesi løgtingslóg. Ásetingarnar um Hvidvasksekretariatet í § 29, stk. 1 og 2, í anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om forebyggende foranstaltninger mod hvidvask og finansiering af terrorisme eru somuleiðis galdandi í málum eftir hesi løgtingslóg.
Stk. 2. 1) Hvidvasksekretariatet hevur í samstarvi við aðrar myndugleikar ábyrgdina av at gera og dagføra váðametingar á hvítvaskøkinum við atliti til at eyðmerkja, meta um, skilja og avmarka aktuellar vandar fyri hvítvask av peningi.
Stk. 3. 1) Hvidvasksekretariatet kann krevja allar upplýsingar, ið eru neyðugar fyri at røkja uppgávurnar sambært stk. 1 við atliti til at fyribyrgja, uppdaga og munadygt stríðast ímóti hvítvaski og fígging av yvirgangi, frá fyritøkum og persónum, sum eru fevnd av hesi løgtingslóg, uttan so at fyritøkan ella persónurin sambært § 26, stk. 1-3 eru undantikin fráboðanarskylduni. Eftir áheitan frá Hvidvasksekretariatet skulu fyritøkur og persónar fevndir av hesi løgtingslóg beinanvegin geva Hvidvasksekretariatet allar neyðugar upplýsingar.
Stk. 4. 1) Um atlit til rannsakanina ikki tala ímóti hesum, kann Hvidvasksekretariatet geva fyritøkuni, persóninum ella myndugleikanum, sum sambært § 25, stk. 1 ella § 27 hava latið inn fráboðan, boð um støðuna í málinum, heruppií um skuldseting er reist, um ein endalig avgerð er tikin, ella um málið er lagt til viks.
Stk. 5. 1) Fráboðanir, sum eru móttiknar sambært stk. 4, mugu ikki latast víðari til óviðkomandi.
§ 28 a. 1) Hvidvasksekretariatet kann í sambandi við, at upplýsingar verða latnar víðari til fregnartænastuna á fíggjarliga økinum í einum ES-landi, áseta avmarkingar og treytir fyri nýtsluna av hesum upplýsingunum.
Stk. 2. Hvidvasksekretariatet skal beinanvegin svara og í mest møguligan mun ganga einari áheitan á møti frá einari fregnartænastu á fíggjarliga økinum í einum ES-landi um loyvi til at lata upplýsingar víðari til skikkaðar myndugleikar ella stovnar, sum viðkomandi fregnartænasta hevur fingið frá Hvidvasksekretariatet, uttan mun til slagið av undirliggjandi lógarbroti, ið er knýtt afturat. Hvidvasksekretariatet kann ikki í tí sambandi nokta at ganga einari slíkari áheitan á møti, uttan so at endamálið við at lata upplýsingarnar víðari liggur uttanfyri tær uppgávurnar, sum eru lýstar í § 29, stk. 2, í anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om forebyggende foranstaltninger mod hvidvask og finansiering af terrorisme, ella at ávísar orsakir eru til at halda, at tað kann hava við sær, at tað verður truplari at fyribyrgja, uppklára ella kanna revsiverdar gerðir ella fremja revsirættarlig tiltøk ella á annan hátt ikki er í samsvari við grundleggjandi meginreglur í føroyskum rætti.
Stk. 3. Ein hóskandi grundgeving skal fyriliggja, tá tað verður sýtt fyri at ganga áheitanum sambært stk. 2 á møti.
Stk. 4. Hvidvasksekretariatet skal yvirhalda møguligar ásettar avmarkingar og treytir fyri nýtslu av upplýsingum, sum Hvidvasksekretariatet fær frá einari fregnartænastu á fíggjarliga økinum í einum ES-landi. Hvidvasksekretariatet kann soleiðis bert nýta slíkar upplýsingar til tey endamál, sum upplýsingarnar eru útflýggjaðar til. Bert um fregnartænastan á fíggjarliga økinum í ES-landinum, sum hevur latið upplýsingarnar, frammanundan hevur givið samtykki til hetta, kann Hvidvasksekretariatet lata slíkar upplýsingar til skikkaðar myndugleikar ella stovnar ella nýta hesar upplýsingar til onnur endamál.
§ 29. 1) Fyritøkur og persónar, fevnd av hesi løgtingslóg, skulu varðveita fylgjandi upplýsingar:
1) Upplýsingar, fingnar til vega í sambandi við at lúka krøvini í kapitli 3, undir hesum samleikaupplýsingar og eftirlitsupplýsingar og avrit av vístum samleikaskjølum.
2) Skjalprógv fyri og skráseting av transaktiónum, sum verða framdar sum partur av einum handilssambandi, ella einari einstakari transaktión.
3) Skjøl og skrásetingar viðvíkjandi kanningum, gjørdar sambært § 24 stk. 1 og 3.
Stk. 2. Upplýsingar, skjøl og skrásetingar, sum nevnd í stk. 1, skulu varðveitast í minst 5 ár eftir at handilssambandið er hildið uppat ella einstaka transaktiónin er framd. Persónsupplýsingar skulu strikast 5 ár eftir, at handilssambandið er hildið uppat ella einstaka transaktiónin er framd, um ikki annað er ásett í aðrari lóggávu.
Stk. 3. 1) Upplýsingar, skjøl og skrásetingar, sum nevnd í stk. 1, skulu latast víðari, tá Hvidvasksekretariatet ella aðrir skikkaðir myndugleikar venda sær til fyritøkur og persónar, fevnd av løgtingslógini, fyri at fáa upplýst, um hesi hava, ella tey seinastu 5 árini áðrenn fyrispurningin, hava havt handilssambond við nærri tilskilaðar persónar, og hvar hesi sambond eru ella hava verið. Víðarilatanin skal fara fram gjøgnum tryggar rásir og á ein hátt, ið tryggjar fullan trúnað um kanningarnar.
Kapittul 6
Virksemi um landamørk o.a.
§ 30. Fyritøkur, sum reka virksemi í einum ES-landi ella EBS-landi, skulu tryggja sær, at stovnsetta fyritøkan heldur tær reglur um hvítvask og fígging av yvirgangi, sum eru galdandi í viðkomandi landi.
Stk. 2. Fyritøkur, sum hava deildir ella dótturfeløg, har tey eiga meirilutan, sum eru stovnsett í einum landi, sum ikki er eitt ES-land ella EBS-land, og har krøvini til at stríðast móti hvítvasking og fígging av yvirgangi eru linari enn krøvini í hesi løgtingslóg, skulu tryggja sær, at deildin ella dótturfelagið, har felagið eigur meirilutan, lúka tey krøv, sum verða sett í hesi løgtingslóg og krøvunum um dátuvernd, í tann mun tað ikki er í ósamsvari við rættarreglur í tí landi, har deildin ella dótturfelagið, har felagið eigur meirilutan, er stovnsett.
Stk. 3. Loyva rættarreglur í einum landi, sum ikki er eitt ES-land ella EBS-land, ikki, at krøvini í hesi løgtingslóg verða framd sambært stk. 2, skal fyritøkan fremja eyka tiltøk fyri at tryggja, at váðin fyri hvítvasking og fígging av yvirgangi í deildunum ella dótturfeløgunum, har felagð eigur meirilutan, verður rikin aftur á annan hátt. Loyva rættarreglur í viðkomandi landi ikki, at krøvini í hesi løgtingslóg verða framd, gevur fyritøkan tí myndugleika, sum ansar eftir, at fyritøkan heldur hesa løgtingslóg, sambært kapitli 11, boð um hetta.
§ 30 a. 1) Tann myndugleikin, ið hevur eftirlit við, at ein fyritøka ella persónur yvirheldur hesa løgtingslóg, kann nokta, at dótturfelag, deild ella umboðsstova hjá fyritøkum og persónum, ið hava heimstað í einum landi, ið stendur á listanum hjá Europa-kommissiónini yvir triðjalond, sum eru í øktum vanda fyri hvítvaski og fígging av yvirgangi, verður stovnað í Føroyum.
Stk. 2. Tann myndugleiki, ið hevur eftirlit við, at ein fyritøka ella persónur yvirheldur hesa løgtingslóg, kann áseta reglur um, at fyritøkur og persónar, ið hava heimstað í einum landi, ið stendur á listanum hjá Europa-kommissiónini yvir triðjalond, sum eru í øktum vanda fyri hvítvaski og fígging av yvirgangi, einans kunnu stovna eitt dótturfelag, deild ella umboðsstovu í Føroyum undir serligum treytum.
§ 30 b. 1) Fyritøkur og persónar, fevnd av løgtingslógini, ið ynskja at stovna eina deild ella eina umboðsstovu í einum landi, ið stendur á listanum hjá Europa-kommissiónini yvir triðjalond, sum eru í øktum vanda fyri hvítvaski og fígging av yvirgangi, skulu geva tí myndugleika, ið hevur eftirlit við, at fyritøkan ella persónurin heldur hesa løgtingslóg, boð um hetta, umframt hesar upplýsingar:
1) Í hvørjum landi deildin ella umboðsstovan ynskir at verða stovnað.
2) Eina lýsing av virkseminum hjá deildini ella umboðsstovuni, undir hesum upplýsingar um bygnað og tað ætlaða virksemið.
3) Bústað hjá deildini ella umboðsstovuni.
4) Nøvnini á limunum í leiðsluni á deildini ella umboðsstovuni.
Stk. 2. Tann myndugleikin, ið hevur eftirlit við, at fyritøkan ella persónurin heldur hesa løgtingslóg, kann forbjóða fyritøkuni ella persóninum at stovna deildir ella umboðsstovur í einum landi, ið stendur á listanum hjá Europa-kommissiónini yvir triðjalond, sum eru í øktum vanda fyri hvítvaski og fígging av yvirgangi.
Stk. 3. Tann myndugleiki, ið hevur eftirlit við, at ein fyritøka ella persónur yvirheldur hesa løgtingslóg, kann áseta reglur um, at fyritøkan ella persónurin skal taka hædd fyri, at tann ávísa deildin ella umboðsstovan fer at halda til í einum landi, ið ikki hevur nøktandi skipanir til tess at fyribyrgja hvítvaski og fígging av yvirgangi.
§ 31. Fyritøkur í einum samtaki skulu skifta um upplýsingar við aðrar fyritøkur í samtakinum um, at illgruni er um at peningur er vinningur frá eini brotsgerð ella tengdur at fígging av yvirgangi, og har tað er framd fráboðan eftir § 25, stk. 1 ella 2. Fyritøkur í einum samtaki skulu ikki skifta um persónsupplýsingar sambært 1. pkt. uttan tað sum er neyðugt fyri at lúka kravið.
§ 32. Tryggingareftirlitið kann áseta reglur um tiltøk í mun til lond og landøki fyri at lúka krøv ella tilráðing frá Financial Action Task Force.
§ 32 a. 1) Landsstýrismaðurin kann tilnevna ein myndugleika, sum hevur ábyrgdina av at almannakunngera nøvnini hjá likamligum og løgfrøðiligum persónum, bólkum ella eindum, ið eru sett á listar hjá ST yvir tiltøk. Nøvnini verða kunngjørd á heimasíðuni hjá myndugleikanum.
Stk. 2. Eitt navn, sum er almannakunngjørt sambært stk. 1, verður strikað av heimasíðuni hjá føroyska myndugleikanum, um navnið verður sett á eitt rættarskjal frá Evropeiska Samveldinum, sum er kunngjørt í ES-tíðindum, um avgerð verður tikin um, at navnið ikki skal verða sett á eitt slíkt ES-rættarskjal, ella um navnið verður strikað frá listanum hjá ST yvir tiltøk.
Stk. 3. Fyritøkur og persónar, fevnd av hesi løgtingslóg, hava skyldu til uttan óneyðugt drál at frysta ognir, sum eru ogn ella í varðveitslu hjá likamligum ella løgfrøðiligum persónum, bólkum ella eindum, hvørs nøvn eru almannakunngjørd á heimasíðuni hjá tí føroyska myndugleikanum sambært stk. 1. Skyldan at frysta ognir dettur burtur, um tann likamligi ella løgfrøðiligi persónurin, bólkurin ella eindin verða strikað av heimasíðuni.
Kapittul 7
Starvsfólk
§ 33. 1) Fyritøkur og persónar, fevnd av § 1, stk. 1, nr. 5-10, skulu hava eina skipan, har starvsfólk gjøgnum eina serliga óhefta og sjálvstøðuga rás kunnu fráboða brot ella møgulig brot á hesa løgtingslóg og reglur, givnar sambært henni. Fráboðanir til skipanina skulu kunna gerast ónavngivið. Fyritøkur og persónar skulu syrgja fyri, at fráboðanir til skipanina verða fylgdar upp, og skrivligt kunna skjalprógva, hvussu fráboðanirnar eru fylgdar upp.
Stk. 2. Skipanin sambært stk. 1 kann setast á stovn við kollektivum sáttmála.
Stk. 3. Stk. 1 verður bert nýtt fyri fyritøkur og persónar, sum hava meiri enn 5 starvsfólk. Skipanin, nevnd í stk. 1, skal vera sett í verk í seinasta lag 3 mánaðir eftir, at fyritøkan ella persónurin hevur sett sætta starvsfólkið.
Stk. 4. Eftirlitsmyndugleikin kann í serligum førum, har myndugleikin metir, at tað er nyttuleyst at seta eina skipan í verk, gera undantak frá kravinum í stk. 1.
§ 33 a. 1) Ger ein fyritøka ella ein persónur, fevnd av § 1, stk. 1, nr. 5-9, eina avtalu við einari treyt um tagnarskyldu við eitt starvsfólk ella fyrrverandi starvsfólk, skal tað standa í avtaluni, at avtalan ikki er til hindurs fyri, at starvsfólkið ella fyrrverandi starvsfólkið gevur almennum myndugleikum fráboðan um upplýsingar um brot ella møgulig brot á hesa løgtingslóg ella reglur, ásettar við heimild í løgtingslógini.
Stk. 2. Hóast stk. 1, er einki til hindurs fyri, at starvsfólkið ella fyrrverandi starvsfólkið gevur almennum myndugleikum fráboðan um upplýsingar um brot ella møgulig brot á fíggjarligu lóggávuna, sjálvt um eitt slíkt forboð er partur av avtaluni millum starvsfólkið og fyritøkuna ella persónin. Sama er galdandi fyri fráboðan til skipanir eftir § 33.
§ 34. 1) Starvsfólk ella fyrrverandi starvsfólk hjá fyritøkum og persónum, fevnd av § 1, stk. 1. nr. 5-10, skulu ikki verða fyri ólagaligari viðferð ella fyri ólagaligum fylgjum, av tí at starvsfólkið ella fyrrverandi starvsfólkið hevur fráboðað brot ella møguligt brot hjá fyritøkuni ella persóninum á hesa løgtingslóg og reglur, givnar sambært løgtingslógini, til ein eftirlitsmyndugleika ella til eina skipan í fyritøkuni. Tað sama er galdandi fyri ásetan, tillutan og útgjaldi av skiftandi løn til starvsfólk ella fyrrverandi starvsfólk.
Stk. 2. 1) Fyritøkur og persónar, fevnd av hesi løgtingslóg, mugu ikki koma einum starvsfólki ella fyrrverandi starvsfólki undir ólagaliga viðferð ella fyri ólagaligum fylgjum, av tí at starvsfólkið ella fyrrverandi starvsfólkið hevur gjørt eina innanhýsis fráboðan um illgruna um hvítvasking og fígging av yvirgangi ella eina fráboðan til Hvidvasksekretariatet sambært § 25, stk. 1 ella 2.
Stk. 3. 1) Starvsfólk ella fyrrverandi starvsfólk, hvørs rættindi eru sett til viks, við at brot er framt á stk. 1 ella 2, kunnu verða tildømd eina samsýning. Samsýningin verður ásett við atliti at tíðini, starvsfólkið ella fyrrverandi starvsfólkið hevur verið í starvi, og umstøðunum í málinum annars.
Stk. 4. Tað kann ikki við avtalu víkjast frá stk. 1-3 til skaða fyri starvsfólkið.
§ 34 a. 1) Tann dagliga leiðslan í fyritøkum, ið eru fevndar av § 1, stk. 1, skal uttan óneyðugt drál geva evstu leiðsluni í fyritøkuni fráboðan um ávaringar um hvítvask og fígging av yvirgangi, sum eru móttiknar frá øðrum, heruppií útlendskum myndugleikum, uttanhýsis grannskoðarum og ráðgevum umframt varskógvarum.
Stk. 2. Á sama hátt skulu lyklapersónar í fyritøkum, ið eru fevndar av § 1, stk. 1, uttan óneyðugt drál geva dagligu ella evstu leiðsluni fráboðan um ávaringar um hvítvask ella fígging av yvirgangi, sum eru móttiknar frá øðrum, heruppií útlendskum myndugleikum, uttanhýsis grannskoðarum og ráðgevum umframt varskógvarum. Fær dagliga leiðslan eina fráboðan frá starvsfólkum um eina móttikna ávaring, skal tann dagliga leiðslan geva fráboðanina um ávaringina víðari til evstu leiðsluna í fyritøkuni.
Kapittul 8
Tagnarskylda og ábyrgd
§ 35. Fráboðanir og upplýsingar, sum fyritøkur og persónar, fevnd av hesi løgtingslóg, lata í góðari trúgv sambært § 25, stk. 1 og 2, og støðgan av transaktiónum sambært § 25, stk. 3 og 4, hava ikki við sær nakra ábyrgd fyri fyritøkuna ella persónin, starvsfólkini ella leiðsluna hjá hesum. Víðarilatan av upplýsingum í hesum sambandi kann ikki metast sum brot á tagnarskylduna.
§ 36. 1) Fyritøkur og persónar, fevnd av hesi løgtingslóg, leiðsla og starvsfólk í hesum fyritøkum og hjá hesum persónum, umframt grannskoðarar ella onnur, ið útinna ella hava útint serligar uppgávur fyri fyritøkuna ella persónin, hava skyldu til at halda loyniligt, at fráboðan er latin eftir § 25, stk. 1 og 2, ella at hetta verður umhugsað, ella at ein kanning er ella fer at verða sett í verk eftir § 24, stk. 1.
Stk. 2. 1) Upplýsingar um, at fráboðan er latin eftir § 25, stk. 1 og 2, ella at hetta verður umhugsað, ella at ein kanning er ella fer at verða sett í verk eftir § 24, stk. 1, kunnu eftir áheitan latast víðari til teir myndugleikar og felagsskapir, ið ansa eftir, at henda løgtingslóg verður hildin, ella til rættarhandhevjandi endamál.
Stk. 3. 1) Upplýsingar um, at fráboðan er latin eftir § 25, stk. 1 og 2, ella at hetta verður umhugsað, ella at ein kanning er ella fer at verða sett í verk eftir § 24, stk. 1, kunnu latast víðari millum fyritøkur í samtøkum, fevnd av § 1, stk. 1, nr. 1-4, og aðrar fyritøkur í samtakinum, ið hava heimstað ella eru heimahoyrandi í einum ES-landi ella EBS-landi.
Stk. 4. 1) Fyritøkur, fevndar av stk. 3, kunnu lata víðari upplýsingar um, at fráboðan er latin eftir § 25, stk. 1 og 2, ella at hetta verður umhugsað, ella at ein kanning er ella fer at verða sett í verk eftir § 24, stk. 1, stk. 1, til deildir og dótturfeløg í triðjalondum, har fyritøkan eigur meirilutan, treytað av, at hesar deildir og dótturfeløg yvirhalda politikkir og mannagongdir hjá samtakinum, herundir mannagongdir í sambandi við útveksling av upplýsingum í samtakinum, og at politikkir og mannagongdir hjá samtakinum lúka krøvini í direktiv 2015/849/EU frá 20. mai 2015 hjá Europa-tinginum og Ráðnum um fyribyrgjandi tiltøk ímóti nýtslu av fíggjarkervinum til hvítvask av peningi ella fígging av yvirgangi.
Stk. 5. 1) Upplýsingar um, at fráboðan er latin eftir § 25, stk. 1 og 2, ella at hetta verður umhugsað, ella at ein kanning er ella fer at verða sett í verk eftir § 24, stk. 1, kunnu latast víðari millum fyritøkur og persónar, fevnd av § 1, stk. 1, nr. 5 og 6, og líknandi fyritøkum, sum hava heimstað ella eru heimahoyrandi í einum ES-landi ella EBS-landi ella í einum triðjalandi, ið lýkur krøvini í direktiv 2015/849/EU frá 20. mai 2015 hjá Europa-tinginum og Ráðnum um fyribyrgjandi tiltøk ímóti nýtslu av fíggjarkervinum til hvítvask av peningi ella fígging av yvirgangi, um bæði tann persónur, sum letur upplýsingarnar víðari, og tann persónur, sum upplýsingarnar verða latnar til, hava felags ognarskap, felags leiðslu ella felags ræði við yvirhaldan av reglunum um fyribyrging av hvítvaski og fígging av yvirgangi.
Stk. 6. 1) Upplýsingar um, at fráboðan er latin eftir § 25, stk. 1 og 2, ella at hetta verður umhugsað, ella at ein kanning er ella fer at verða sett í verk eftir § 24, stk. 1, kunnu latast víðari til fyritøkur og persónar, fevnd av § 1, stk. 1, nr. 1-5 og 7, treytað av, at:
1) upplýsingarnar viðvíkja sama viðskiftafólki og somu transaktión,
2) tann, ið móttekur upplýsingarnar, virkar undir krøvum til fyribyrging av hvítvaski og fígging av yvirgangi, sum svarar til krøvini í direktivi 2015/849/EU frá 20. mai 2015 hjá Europa-tinginum og Ráðnum um fyribyrgjandi tiltøk ímóti nýtslu av fíggjarkervinum til hvítvask av peningi ella fígging av yvirgangi, og
3) tann, ið móttekur upplýsingarnar, virkar undir treytum viðvíkjandi tagnarskyldu og verju av persónsupplýsingum.
Stk. 7. Stk. 5 og 6 eru ikki galdandi fyri fyritøkur og persónar, fevnd av § 1, stk. 1, nr. 7, sum veita somu tænastur sum ognarmeklarar ella ognarmeklarafyritøkur.
Stk. 8. Tagnarskyldan í stk. 1 er ikki til hindurs fyri, at grannskoðarar, uttanhýsis bókhaldarar og skattaráðgevar ráða sínum viðskiftafólki frá at fremja ólóligt virksemi.
§ 36 a. 1) Starvsfólk, ið virka innan almennu umsitingina, hava skyldu til undir ábyrgd eftir §§ 152-152 e í revsilógini at halda upplýsingar loyniligar, sum stava frá eini fráboðan eftir § 25.
Stk. 2. § 9 um partsinnlit, § 18 um partshoyring, § 23 um grundgevingarskyldu og §§ 27 og 30 um víðarilatan av upplýsingum millum fyrisitingarmyndugleikar í løgtingslóg um fyrisitingarlóg, eru ikki galdandi fyri upplýsingar, sum eru nevndar í stk. 1.
Kapittul 8 a 1)
Trustur og líknandi løgfrøðilig skipan, ið eru stovnað sambært lóggávu í øðrum londum
§ 36 b. Umsitarin av einum trusti ella ein persónur, ið røkir eitt samsvarandi starv í einari líknandi løgfrøðiligari skipan, skal innheinta og varðveita upplýsingar um veruligu eigararnar hjá trustinum sambært § 36 d, heruppií upplýsingar um rættindini hjá veruligu eigarunum, tá umsitarin ella persónurin, ið røkir eitt líknandi starv, er stovnaður ella hevur bústað í Føroyum.
Stk. 2. Er umsitarin av einum trusti ella ein persónur, ið røkir eitt samsvarandi starv í einari løgfrøðiligari skipan, stovnaður ella hevur bústað uttan fyri ES, skal umsitarin ella persónurin, ið røkir eitt samsvarandi starv, innheinta og varðveita upplýsingar um veruligu eigararnar hjá trustinum ella teirri líknandi løgfrøðiligu skipanini, heruppií upplýsingar um rættindini hjá veruligu eigarunum, tá umsitarin hjá trustinum ella persónurin, ið røkir eitt samsvarandi starv í einari líknandi løgfrøðiligari skipan:
1) stovnar eitt handilssamband sambært § 2, nr. 3, í navninum á trustinum ella tí samsvarandi løgfrøðiligu skipanini, ella
2) ognar sær fastogn í navninum á trustinum ella teirri samsvarandi løgfrøðiligu skipanini.
Stk. 3. Umsitarin av einum trusti ella persónurin, ið røkir eitt samsvarandi starv í einari líknandi løgfrøðiligari skipan, skal skráseta upplýsingarnar eftir stk. 1 ella 2 í kt-skipan Skráseting Føroya, skjótast gjørligt eftir at umsitarin ella persónurin, ið røkir eitt samsvarandi starv, hevur fingið kunnleika til, at ein persónur er vorðin veruligur eigari. Ein og hvør broyting av teimum upplýsingum, sum eru skrásettar um teir veruligu eigararnar, skal skrásetast skjótast gjørligt, eftir at umsitarin av trustinum ella persónurin, ið røkir eitt samsvarandi starv í einari líknandi løgfrøðiligari skipan, hevur fingið kunnleika til broytingina.
Stk. 4. Eru umsitararnir av trustinum ella persónarnir, ið røkja eitt líknandi starv í einari líknandi løgfrøðiligari skipan, stovnaðir ella búsitandi í ymiskum ES-londum, ella stovnar ein umsitari ella ein persónur, ið røkir eitt samsvarandi starv, fleiri handilssambond í navninum á trustinum ella teirri líknandi løgfrøðiligu skipanini í ymiskum ES-londum, kann eitt skrásetingarprógv ella ein úrdráttur av upplýsingunum um veruligan eigaraskap frá skránni hjá einum ES-limalandi koma í staðin fyri skráseting av veruligu eigarunum hjá trustinum ella teirri líknandi løgfrøðiligu skipanini í kt-skipan Skráseting Føroya.
Stk. 5. Umsitarin av einum trusti ella persónurin, ið røkir eitt samsvarandi starv í einari líknandi løgfrøðiligari skipan, skal í minsta lagi einaferð árliga eftirkanna, um broytingar eru í teimum skrásettu upplýsingunum um veruligu eigararnar hjá trustinum ella teirri líknandi løgfrøðiligu eindini.
Stk. 6. Umsitarin av einum trusti ella persónurin, ið røkir eitt samsvarandi starv í einari líknandi løgfrøðiligari skipan, skal varðveita skjalprógv fyri teimum upplýsingunum, ið eru innheintaðar um veruligu eigararnar av trustinum ella teirri líknandi løgfrøðiligu skipanini, í 5 ár eftir, at tann veruligi eigaraskapurin heldur uppat. Umsitarin av einum trusti ella persónurin, ið røkir eitt samsvarandi starv í einari líknandi løgfrøðiligari skipan, skal harumframt varðveita skjalprógv fyri teimum upplýsingunum, ið eru innheintaðar um royndirnar at eyðmerkja veruligu eigararnar av trustinum ella teirri líknandi løgfrøðiligu skipanini, í 5 ár eftir royndina at eyðmerkja veruligu eigararnar.
Stk. 7. Umsitarin av einum trusti ella persónurin, ið røkir eitt samsvarandi starv í einari líknandi løgfrøðiligari skipan, skal eftir áheitan útflýggja Hvidvasksekretariatet upplýsingar um veruligu eigararnar av trustinum ella teirri líknandi løgfrøðiligu skipanini, heruppií um umsitaran ella persónin, ið røkir eitt samsvarandi starv, royndirnar at eyðmerkja veruligu eigararnar hjá trustinum ella teirri líknandi løgfrøðiligu eindini. Umsitarin av einum trusti ella persónurin, ið røkir eitt samsvarandi starv í einari líknandi løgfrøðiligari skipan, skal harumframt eftir áheitan útflýggja tær nevndu upplýsingarnar til aðrar skikkaðar myndugleikar, tá hesir myndugleikarnir meta, at upplýsingarnar eru neyðugar fyri at røkja teirra eftirlitsuppgávur og eftiransingaruppgávur.
Stk. 8. Hvidvasksekretariatet og aðrir skikkaðir myndugleikar kunnu uttan kostnað geva upplýsingar um veruligar eigarar, ið eru skrásettar sambært stk. 3, ella innheintaðar sambært stk. 7, víðari til skikkaðar myndugleikar og fíggarligar fregnartænastur í ES-londum.
Stk. 9. Landsstýrismaðurin ásetur nærri reglur um skráseting, atgongd og almannakunngerð av upplýsingum sambært stk. 1-4 og 6 í kt-skipan Skráseting Føroya, heruppií hvørjar upplýsingar umsitarin av einum trusti ella persónurin, ið røkir eitt samsvarandi starv í einari líknandi løgfrøðiligari skipan, skal skráseta í kt-skipanini.
§ 36 c. Sum veruligur eigari av einum trusti ella einari líknandi løgfrøðiligari skipan er at rokna tann ella teir likamligu persónarnir, ið beinleiðis ella óbeinleiðis hava ræði á trustinum ella teirri líknandi løgfrøðiligu skipanini ella á annan hátt hava heimildir, sum minna um eigaraskap, heruppií:
1) stovnarar,
2) umsitarar ella persónar, ið røkja eitt samsvarandi starv,
3) verjar, um hesir eru at finna, og
4) serliga njótunartilskilaðir persónar ella, um trusturin ella líknandi løgfrøðiliga skipanin ikki kenna teir einstaklingar, sum hava gagn av útlutanum hjá trustinum ella teirri líknandi løgfrøðiligu skipanini, tann bólkurin av persónum, í hvørs høvuðsáhuga trusturin ella løgfrøðiliga skipanin er stovnað ella virkar.
§ 36 d. Umsitarin av einum trusti ella persónurin, ið røkir eina samsvarandi støðu í einari líknandi løgfrøðiligari skipan, sum skal innheinta, varðveita og skráseta upplýsingar um veruligar eigarar sambært § 36 b, skal fráboða persónum og fyritøkum, sum sambært hesi løgtingslóg skulu gera kundakunnleikamannagongdir, um sína støðu og rættstundis geva upplýsingar um eigaraviðurskifti hjá trustinum ella líknandi løgfrøðiligu skipanini, tá ið umsitarin ella persónurin, ið røkir eitt samsvarandi starv, stovnar handilssambond ella útinnir hissini transaktiónir vegna trustin ella ta líknandi løgfrøðiligu skipanina, sum fara upp um støddarmørkini sambært § 9.
Stk. 2. Fær Skráseting Føroya fráboðan um ósamsvar í skrásettu upplýsingunum eftir § 14 a um veruligu eigararnar av einum trusti ella eini líknandi løgfrøðiligari skipan, setur Skráseting Føroya eina kanning í verk av hesum viðurskiftunum, sbr. § 36 b, stk. 7 og § 36 f, stk. 1.
Stk. 3. Skráseting Føroya kann samstundis sum kanningin eftir stk. 2 verður gjørd, almannakunngera eina frágreiðing um fráboðanina í kt-skipan Skráseting Føroya. Umsitarin ella persónurin, ið røkir eitt samsvarandi starv, skal hava møguleika til at mótmæla frágreiðingina, áðrenn hon verður almannakunngjørd, uttan so at endamálið við almannakunngerð av frágreiðingini um fráboðanina fer fyri skeytið.
§ 36 e. Skráseting er ikki loyvd, um tað, ið eftir ætlan skal skrásetast, ikki lýkur treytirnar eftir hesi løgtingslóg, eftir reglum, ið eru ásettar við heimild í hesi løgtingslóg ella eftir viðtøkunum hjá trustinum ella teirri líknandi løgfrøðiligu skipanini. Skráseting er heldur ikki loyvd, um avgerðin, ið er grundarlag fyri skrásetingini, ikki er tikin í samsvari við ásetingar í hesi løgtingslóg, við reglur, ásettar við heimild í hesi løgtingslóg ella við tað, sum ásett er í viðtøkunum hjá trustinum ella teirri líknandi løgfrøðiligu skipanini.
Stk. 2. Fráboðari, sum skrásetur viðurskifti í kt-skipan Skráseting Føroya, ella, sum letur inn fráboðan um hesi viðurskifti til kt-skipan Skráseting Føroya, stendur til svars fyri, at skrásetingin ella fráboðanin er lógliga framd, heruppií at hóskandi fulltrú er tøk, og at skjalprógvini í sambandi við skrásetingina ella fráboðanina eru galdandi.
Stk. 3. Stk. 1 og 2 eru eisini galdandi fyri skjøl o.a., sum verða almannakunngjørd í kt-skipan Skráseting Føroya, ella skjøl, sum verða latin Skráseting Føroya at almannakunngera o.a. eftir hesi løgtingslóg.
§ 36 f. Skráseting Føroya kann sum skrásetingarmyndugleiki krevja tær upplýsingar, ið eru neyðugar, til tess at taka støðu til, um løgtingslógin, reglur, ásettar við heimild í løgtingslógini, og viðtøkurnar hjá trustinum ella teirri líknandi løgfrøðiligu skipanini eru hildnar.
Stk. 2. Við skráseting og fráboðan eftir reglum, ásettar við heimild í hesum kapitli, kann Skráseting Føroya í upp í 5 ár eftir dagfestingina av skrásetingini krevja váttan fyri, at skrásetingin ella fráboðanin er lógliga framd. Verða treytirnar í 1. pkt. ikki loknar, ásetur Skráseting Føroya eina freist at vátta hesi viðurskifti.
Kapittul 9
Eftirlit o.a.
Tryggingareftirlitið
§ 37. 1) Tryggingareftirlitið hevur eftirlit við, at fyritøkur og persónar, fevnd av § 1, stk. 1, nr. 1-4, halda hesa løgtingslóg og reglur, settar sambært løgtingslógini. Hetta er tó ikki galdandi fyri § 34.
Stk. 2. Tryggingarráðið er partur av eftirlitinum eftir stk. 1 við tí málsræði, sum ráðnum er tillutað sambært § 191 í løgtingslóg um tryggingarvirksemi.
§ 38. 1) Fyritøkur og persónar, nevnd í § 1, stk. 1, nr. 1-4, og veitarar og undirveitarar hjá hesum, skulu lata Tryggingareftirlitinum tær upplýsingar, sum neyðugar eru til nýtslu í sambandi við eftirlitið. Upplýsingar, sum hava stóran týdning fyri eftirlitið hjá Tryggingareftirlitinum, skulu latast beinanvegin og uttan at biðið er um tær frammanundan.
Stk. 2. 1) Fyritøkur og persónar, sum hava latið upplýsingar eftir stk. 1, skulu skjótast gjørligt rætta upplýsingarnar, sum eru latnar Tryggingareftirlitinum, um fyritøkan ella persónurin eftirfylgjandi staðfestir fylgjandi:
1) Upplýsingarnar vóru ikki rættar, tá tær vórðu latnar.
2) Upplýsingarnar eru seinni vorðnar misvísandi.
Stk. 3. 1) Tryggingareftirlitið kann til eina og hvørja tíð uttan rættarúrskurð við at vísa hóskandi samleikaprógv fáa atgongd til fyritøkur og persónar, fevnd av stk. 1, við tí fyri eyga at innheinta upplýsingar, heruppií við eftirliti á staðnum.
Stk. 4. 1) Tryggingareftirlitið kann til eina og hvørja tíð, uttan rættarúrskurð, við at vísa hóskandi samleikaprógv fáa atgongd til ein veitara ella ein undirveitara við tí fyri eyga at heinta upplýsingar um tað útveitta virksemið. Likamliga atgongdin hjá Tryggingareftirlitinum til hølini hjá veitaranum skal framganga sum eitt krav í tí útveitanarsáttmálanum, sum verður gjørdur millum útveitanarfyritøkuna og veitaran. Um ein útveitanarsáttmáli ikki inniheldur krøv um likamligu atgongdina hjá Tryggingareftirlitinum til fyritøkuna hjá veitaranum, kann Tryggingareftirlitið krevja, at tað útveitta virksemið frameftir antin verður rikið av útveitanarfyritøkuni sjálvari ella verður útveitt til ein annan veitara innan eina av Tryggingareftirlitinum ásettari freist.
Stk. 5. 1) Tryggingareftirlitið kann krevja at fáa atgongd til allar upplýsingar, undir hesum roknskapir og roknskapartilfar, útskriftir úr bókum, onnur virkisskjøl og elektroniskt goymdar upplýsingar, sum metast neyðugar fyri avgerðina hjá Tryggingareftirlitinum, um ein persónur ella fyritøka er fevnd av ásetingunum í hesi løgtingslóg.
Stk. 6. 1) Tryggingareftirlitið kann útvega sær upplýsingar eftir stk. 1 og 5 til nýtslu hjá teimum myndugleikum og stovnum, sum eru nevndir í § 44, stk. 3.
Stk. 7. 1) Tryggingareftirlitið kann áseta nærri reglur um innlating av upplýsingum, sum eru neyðugar, tá Tryggingareftirlitið skal gera váðametingar av fyritøkum og persónum, ið eru fevnd av hesi løgtingslóg.
§ 39. Tryggingareftirlitið kann áleggja teimum fyritøkum og persónum, sum eru nevnd í § 1, stk. 1, nr. 1-4, innanfyri eina freist, sum Tryggingareftirlitið hevur ásett, at seta neyðug tiltøk í verk í førum, har brot er framt á ásetingar í hesi løgtingslóg, ella reglur ásettar sambært løgtingslógini.
§ 40. Tryggingareftirlitið kann áleggja eini fyritøku, fevnd av § 1, stk. 1, nr. 1-4, at seta tann persónin, sum er tilnevndur sambært § 6, stk. 2, frá starvinum, innanfyri eina freist ásetta av Tryggingareftirlitinum, um persónurin ikki hevur nøktandi vanligt umdømi, ella at atburður hans gevur grund at halda, at viðkomandi ikki fer at røkja starvið á fullgóðan hátt, sbr. § 6, stk. 2, 4. pkt.
Stk. 2. Áleggingina, givna eftir stk. 1, kann fyritøkan ella persónurin, sum áleggingin viðvíkur, krevja at Tryggingareftirlitið leggur fyri dómstólarnar. Áheitan um tað skal latast Tryggingareftirlitinum í seinasta lagi 4 vikur eftir, at áleggingin er fráboðað viðkomandi. Tryggingareftirlitið leggur málið fyri dómstólarnar innan 4 vikur eftir at hava fingið áheitan um hetta. Málið verður reist eftir reglunum í Retsplejelov for Færøerne.
§ 40 a. 1) Tryggingareftirlitið kann áleggja einari fyritøku ella persóni, ið er fevndur av § 1, stk. 1, nr. 1-4, ikki at fáa sær nýggj kundaviðurskifti, tá ið eitt álvarsamt brot á ásetingar í hesi lóg ella reglur ásettar sambært løgtingslógini er staðfest. Er brotið heilt ella partvís framt í einari útlendskari deild hjá einari fyritøku, kann áleggingin víðkast til at fevna um deildina.
Stk. 2. Ein álegging eftir stk. 1 heldur uppat, tá fyritøkan ella persónurin mótvegis Tryggingareftirlitinum skjalprógvar, at brotið er hildið uppat.
§ 41. Landsstýrismaðurin kann mótvegis fyritøkum, nevndar í § 1, stk. 1, nr. 1-4, áseta reglur um skyldur hjá hesum fyritøkum til at almannakunngera upplýsingar um metingina hjá Tryggingareftirlitinum av fyritøkuni og um, at Tryggingareftirlitið hevur møguleika fyri at almannakunngera upplýsingarnar áðrenn fyritøkan almannakunnger.
§ 42. Hevur ein fyritøka ella persónur, fevndur av § 1, stk. 1, nr. 1-4, latið víðari upplýsingar um fyritøkuna ella persónin, og hevur almenningurin fingið kunnleika um hesar, kann Tryggingareftirlitið geva fyritøkuni ella persóninum boð um at almannakunngera rættleiðandi upplýsingar innanfyri eina av Tryggingareftirlitinum ásetta freist, um Tryggingareftirlitið metir, at upplýsingarnar eru villleiðandi, og um Tryggingareftirlitið metir, at upplýsingarnar kunnu hava skaðiliga ávirkan fyri fyritøkuna ella viðskiftafólkið hjá persóninum, íleggjarar, aðrar kravánarar, fíggjarligu marknaðirnar, har partabrøvini í fyritøkuni ella virðisbrøv, givin út av fyritøkuni, verða handlað, ella á fíggjarliga støðufestið í síni heild.
Stk. 2. Um fyritøkan ella persónurin, fevnd av § 1, stk. 1, nr. 1-4, ikki rætta upplýsingarnar eftir boðum frá Tryggingareftirlitinum og innan fyri eina av Tryggingareftirlitinum ásetta freist, kann Tryggingareftirlitið almannakunngera boðini, sum eru givin eftir stk. 1.
§ 43. 1) Tiltøk gjørd eftir § 37, stk. 1 og 2, ella § 40 ella av Tryggingareftirlitinum sambært heimild frá Tryggingarráðnum, skulu almannakunngerast av Tryggingareftirlitinum á heimasíðuni hjá Tryggingareftirlitinum, sbr. tó stk. 6. Avgerðir um at lata løgregluni mál til eftirkanningar, sambært § 36, stk. 2, almannakunngerast sum samandráttur, sbr. tó stk. 6. Almannakunngeringin skal fevna um navnið á tí løgfrøðiliga ella likamliga persóninum, sbr. tó stk. 3.
Stk. 2. 1) Almannakunngjørd tiltøk verða verandi á heimasíðuni hjá Tryggingareftirlitinum í 5 ár eftir almannakunngeringina. Persónsupplýsingar, fevndar av almannakunngeringini, mugu tó ikki verða verandi á heimasíðuni hjá Tryggingareftirlitinum í longri tíð enn neyðugt.
Stk. 3. Almannakunngering eftir stk. 1, ið fevnir um navnið á einum likamligum persóni, er bert loyvd, um talan er um álvarslig, afturvendandi ella skipað brot á § 9, nr. 1, 2, 4 og 5, § 10, stk. 1 og 2 og stk. 3, 1., 3. og 4. pkt., § 13, stk. 1, stk. 2, 2. pkt., og stk. 3 og 5, § 16, stk. 1 og 2, § 17, § 20, stk. 1, 2. pkt., § 24, stk. 1, § 25, stk. 1 og 3 og stk. 4, 1. pkt. og § 29.
Stk. 4.3) 1) Fyritøkan skal almannakunngera somu upplýsingar, sum eru nevndar í stk. 1, á sínari møguligu heimasíðu á einum staði, har tær natúrliga hoyra heima. Almannakunngeringin skal fremjast skjótast gjørligt, og í seinasta lagi 3 gerandisdagar eftir, at fyritøkan hevur móttikið kunning um tiltøkini, ella í seinasta lagi, tá hetta verður kravt eftir lov om værdipapirhandel v.m., sum lógin er sett í gildi í Føroyum við kongligari fyriskipan. Samstundis sum almannakunngeringin verður framd, skal fyritøkan seta inn eitt leinki, sum gevur beinleiðis atgongd til tiltøkini, á forsíðuni á einari møguligari heimasíðu hjá fyritøkuni á ein sjónligan hátt, og tað skal framganga av leinkinum og einum møguligum atknýttum teksti, at talan er um tiltøk frá Tryggingareftirlitinum. Ger fyritøkan viðmerkingar til tiltøkini, skulu hesar síggjast í framhaldi av hesum, og viðmerkingarnar skulu vera greitt skildar frá boðunum. Burturtøka av leinkinum á forsíðuni og av upplýsingum á møguligu heimasíðuni hjá fyritøkuni skal gerast eftir somu meginreglum, sum fyritøkan nýtir í sambandi við aðrar fráboðanir, tó í fyrsta lagi tá leinkið og upplýsingarnar hava ligið á heimasíðuni í 3 mánaðir, og í fyrsta lagi aftaná fyrstkomandi aðalfund ella umboðsmannafund. Skyldan hjá fyritøkuni at almannakunngera upplýsingarnar á heimasíðuni hjá fyritøkuni er bert galdandi fyri løgfrøðiligar persónar. Verða tiltøkini, sum almannakunngerast eftir stk. 1, 1. pkt., kærd til Føroya Kærustovn ella dómstólarnar, skal hetta síggjast á almannakunngeringini hjá Tryggingareftirlitinum, og tað eftirfylgjandi úrslitið av úrskurðinum hjá Føroya Kærustovni ella dómstólunum, skal somuleiðis almannakunngerast á heimasíðuni hjá Tryggingareftirlitinum skjótast gjørligt.
Stk. 5. 1) Hevur Tryggingareftirlitið latið eitt mál til løgregluna til eftirkanningar, og er dómur feldur ella tikið er við bót, skal Tryggingareftirlitið almannakunngera dómin, at tikið er við bót ella ein samandrátt av hesum, sbr. tó stk. 6. Er dómurin ikki endaligur, ella er hann kærdur ella tikin uppaftur, skal hetta síggjast í almannakunngeringini. Fyritøkan skal á einum hóskandi stað á heimsíðuni hjá fyritøkuni almannakunngera skjótast gjørligt, og í seinasta lagi 10 gerandisdagar eftir at dómur er feldur ella tikið er við bót, ella í seinasta lagi, tá hetta verður kravt eftir lov om værdipapirhandel o.a. Samstundis sum almannakunngeringin verður framd, skal fyritøkan seta inn eitt leinki, sum gevur beinleiðis atgongd til dómin, at tikið er við bót ella samandráttin, á forsíðuna á einari møguligari heimasíðu hjá fyritøkuni á ein sjónligan hátt, og tað skal framganga av leinkinum og einum møguligum atknýttum teksti, at talan er um ein dóm ella at tikið er við bót. Ger fyritøkan viðmerkingar til dómin, at tikið er við bót ella samandráttin, skulu hesar síggjast í framhaldi av hesum, og viðmerkingarnar skulu vera greitt skildar frá dóminum, at tikið er við bót ella samandráttinum. Burturtøka av leinkinum á forsíðuni og av upplýsingum á møguligu heimasíðuni hjá fyritøkuni skal gerast eftir somu meginreglum, sum fyritøkan nýtir í sambandi við aðrar fráboðanir, tó í fyrsta lagi tá leinkið og upplýsingarnar hava ligið á heimasíðuni í 3 mánaðir, og í fyrsta lagi aftaná fyrst komandi aðalfund ella umboðsmannafund. Fyritøkan skal boða Tryggingareftirlitinum frá um almannakunngeringina, undir hesum senda avrit av dóminum ella at tikið er við bót. Tryggingareftirlitið skal eftirfylgjandi almannakunngera dómin, at tikið er við bót, ella ein samandrátt av hesum á sínari heimasíðu. Skyldan hjá fyritøkuni at almannakunngera upplýsingarnar á heimasíðuni hjá fyritøkuni er bert galdandi fyri løgfrøðiligar persónar.
Stk. 6. 1) Almannakunngering eftir stk. 1 og 3-5 kann tó ikki fara fram, um tað viðførir órímiliga stóran skaða fyri fyritøkuna ella um viðurskifti í mun til kanningarendamál tala ímóti almannakunngering. Almannakunngeringin má ikki innihalda trúnaðarupplýsingar um kundaviðurskifti ella upplýsingar, ið eru fevndar av § 12 í løgtingslógini um innlit í fyrisitingina. Almannakunngeringin má ikki innihalda trúnaðarupplýsingar, sum koma frá einum ES-landi ella EBS-landi, uttan so, at myndugleikar, sum hava latið upplýsingarnar, hava givið teirra greiða samtykki.
§ 44. Starvsfólkini á Tryggingareftirlitinum hava skyldu til, undir ábyrgd eftir §§ 152-152 e í revsilógini, at halda trúnaðarupplýsingar loyniligar, sum tey fáa vitan um í sambandi við teirra eftirlitsvirksemi. Sama er galdandi fyri persónar, ið fremja tænastur sum liður í rakstrinum hjá eftirlitinum, og serfrøðingar, sum virka vegna Tryggingareftirlitið. Hetta er eisini galdandi eftir at starvssetanin ella sáttmálin endar.
Stk. 2. Samtykki frá honum, sum tagnarskyldan er ætlað at verja, gevur ikki teimum persónum, sum nevndir eru í stk. 1, rætt til at lata víðari trúnaðarupplýsingar.
Stk. 3. Stk. 1 er ikki til hindurs fyri, at trúnaðarupplýsingar verða latnar víðari til:
1) Eftirlitsmyndugleikar eftir hesi løgtingslóg.
2) Limir í einum samstarvsbólki eftir § 55.
3) Aðrar almennar myndugleikar, herundir ákæruvaldið og løgregluna, í sambandi við eftirkanningar og rættarsókn av møguligum revsiverdum viðurskiftum, fevnd av revsilógini, hesi løgtingslóg, ella aðrari eftirlitslóggávu.
4) TAKS, tá víðarilatan fer fram, soleiðis at TAKS kann kanna møgulig brot á tolllóggávuna og skattalóggávuna.
5) Viðkomandi landsstýrisfólk sum liður í yvirskipaða eftirlitinum hjá hesum.
6) Fyrisitingarligar myndugleikar og dómstólar, sum viðgera avgerðir, sum Tryggingareftirlitið hevur tikið.
7) Løgtingsins umboðsmann.
8) Eina tingnevnd, sum er sett av Løgtinginum.
9) Kanningarnevndir settar við løgtingslóg ella sambært løgtingslóg um kanningarnevndir.
10) Løgtingsgrannskoðararnar og Landsgrannskoðanina.
11) Skiftirættin, aðrar myndugleikar, ið viðvirka við likvidatión, konkursviðgerð ella líknandi dómsviðgerð av einari fíggjarligari fyritøku, kurator umframt persónar, sum hava ábyrgd av lógarásettu grannskoðanini av roknskapunum hjá eini fíggjarligari fyritøku, við teirri fyritreyt, at móttakararnir av upplýsingunum hava tørv á tí fyri at røkja sínar uppgávur.
12) Finansiel Stabilitet A/S við teirri fyritreyt, at móttakararnir av upplýsingunum hava tørv á tí fyri at røkja sínar uppgávur.
13) Nevndir og bólkar o.a., sett av landsstýrismanninum, sum hava til endamáls at umrøða og samskipa tiltøkini til at tryggja fíggjarliga støðufestið.
14) Danska fíggjarmálaráðharran sum liður í ábyrgdini av búskaparliga støðufestinum í Føroyum og at brúka til kreppuhandfaring av fíggjarligum fyritøkum í Føroyum.
15) Grønlandska landsstýrismannin í vinnumálum og arbeiðsmarknaðarmálum sum liður í ábyrgdini av búskaparliga støðufestinum í Grønlandi og at brúka til kreppuhandfaring av fíggjarligum fyritøkum í Grønlandi.
16) Danskar eftirlitsmyndugleikar á fíggjarliga økinum, við teirri fyritreyt, at móttakararnir eru undir eini lógarásettari tagnarskyldu, sum í minsta lagi svarar til tagnarskylduna sambært stk. 1, og at móttakararnir hava tørv á tí fyri at røkja sínar uppgávur, sbr. tó stk. 6.
17) Skráseting Føroya sum eftirlitsmyndugleiki viðvíkjandi vinnufelagalóggávuni, tá víðarilatan fer fram fyri at styrkja støðufestið og integritetin í fíggjarskipanini, sbr. tó stk. 6, Skráseting Føroya, Grannskoðaraeftirlitið og Grannskoðaranevndin sum eftirlitsmyndugleikar viðvíkjandi lógarásettu grannskoðanini av roknskapunum hjá eini fíggjarligari fyritøku, við teirri fyritreyt, at móttakararnir av upplýsingunum hava tørv á tí fyri at røkja sínar uppgávur, sbr. tó stk. 6, og Skráseting Føroya tá upplýsingarnar viðvíkja einum grunni ella felagsskapi, fevnd av § 131 í løgtingslóg um tryggingarvirksemi. Víðarilatan eftir 1. pkt. kann bert fara fram við teirri fyritreyt, at móttakararnir av upplýsingunum hava tørv á tí fyri at røkja sínar uppgávur.
18) Eftirlitsmyndugleikar í einum ES-landi ella EBS-landi, sum hava ábyrgdina av eftirlitinum við at persónar og fyritøkur halda lóggávuna um fyribyrging av hvítvaski av vinningi og fígging av yvirgangi, forordning 2015/847/EU frá 20. mai 2015 hjá Europa-tinginum og Ráðnum um upplýsingar, sum skulu sendast saman við peningaflytingum, og forordningar, sum innihalda reglur um fíggjarlig revsitiltøk móti londum, persónum, bólkum, løgfrøðiligum eindum ella stovnum, við teirri fyritreyt, at móttakararnir av upplýsingunum hava tørv á tí fyri at røkja sínar uppgávur.
19) Fíggjarligar eftirlitsmyndugleikar í londum uttanfyri ES-landið ella EBS-landið, sum hava ábyrgdina av eftirlitinum við at persónar og fyritøkur halda lóggávuna um fyribyrging av hvítvaski av vinningi og fígging av yvirgangi.
Stk. 4. Víðarilatan sambært stk. 3, nr. 19, kann bert gerast við støði í einari altjóða samstarvsavtalu, og við teirri fyritreyt, at móttakararnir í minsta lagi eru undir eini lógarásettari tagnarskyldu, sum svarar til tagnarskylduna sambært stk. 1, og at móttakararnir hava stóran tørv á tí fyri at røkja sínar uppgávur.
Stk. 5. Øll, sum sambært stk. 3, nr. 1-17, móttaka trúnaðarupplýsingar frá Tryggingareftirlitinum, eru við atliti at hesum upplýsingum áløgd ta í stk. 1 umrøddu tagnarskyldu.
Stk. 6. Víðarilatan sambært stk. 3, nr. 1, 2, 8, 9, 11, 16, 18 og 19, sum koma frá einum ES-landi ella EBS-landi ella eftirlitsmyndugleikum í londum uttanfyri ES ella EBS, kann harafturat bert fara fram, um so er, at teir myndugleikar, sum hava latið upplýsingarnar, hava givið sítt greiða samtykki, og má bara nýtast til tað endamál sum loyvið viðvíkir.
Stk. 7. Trúnaðarupplýsingar, sum Tryggingareftirlitið móttekur, mugu bert nýtast í sambandi við eftirlitsstarvið til at áleggja revsitiltøk, ella um avgerðin hjá eftirlitsmyndugleikanum verður kærd til hægri fyrisitingarligan myndugleika ella verður lagt fyri dómstólarnar.
§ 44 a. 1) Starvsfólk hjá Tryggingareftirlitinum mugu ikki lata upplýsingar víðari um ein persón, tá hesin hevur latið Tryggingareftirlitinum fráboðan um eina fyritøku ella persón fyri brot ella møguligt brot á hesa løgtingslóg, reglur givnar sambært løgtingslógini ella lov for Færøerne om oplysninger, der skal medsendes om betaler ved pengeoverførsler, sbr. tó stk. 2.
Stk. 2. Stk. 1 er ikki til hindurs fyri, at persónsupplýsingar verða latnar víðari sambært § 44, stk. 3.
Stk. 3. Øll, sum sambært stk. 2 móttaka persónsupplýsingar, sbr. tó § 44, stk. 5, eru við atliti at hesum upplýsingum áløgd ta í stk. 1 umrøddu tagnarskyldu.
Skráseting Føroya
§ 45. 1) Skráseting Føroya ansar eftir, at fyritøkur og persónar, fevnd av § 1, stk. 1, nr. 5-8 og 10, halda hesa løgtingslóg og reglur, ásettar sambært henni. Hetta er tó ikki galdandi fyri § 34.
Stk. 2. Limir í leiðsluni og veruligir eigarar av fyritøkum umframt persónar, fevndir av § 1, stk. 1, nr. 7, mugu ikki vera dømdir fyri revsiverd viðurskifti, ið hava við sær ein grundaðan váða fyri misnýtslu av starvinum hjá viðkomandi ella avgerandi ávirkan.
Stk. 3. Skráseting Føroya kann fáa sær fremmanda hjálp við eftirliti sambært stk. 1.
§ 46. Fyritøkur og persónar, fevnd av § 1, stk. 1, nr. 8, skulu skrásetast hjá Skráseting Føroya fyri at kunna reka hetta virksemið.
Stk. 2. 4) Skráseting Føroya skal lata vera við at skráseta eftir stk. 1, um ein limur í evstu leiðsluni ella dagligu leiðsluni í eini fyritøku, ella persónurin, er dømdur fyri revsiverd viðurskifti, ið hava við sær ein grundaðan váða fyri misnýtslu av starvinum ella uppgávuni, sambært § 78, stk. 2 í revsilógini, ella hevur latið inn áheitan um endurskipanarviðgerð, konkurs ella skuldarumskipan ella er undir endurskipanarviðgerð, konkursviðgerð ella skuldarumskipan.
Stk. 3. Skráseting Føroya skal harafturat lata vera við at skráseta eina fyritøku, um:
1) fyritøkan er dømd fyri revsiverd viðurskifti, ið hava við sær ein grundaðan vanda fyri misnýtslu av skrásetingini, sambært § 78, stk. 2 í revsilógini,
2) fyritøkan hevur latið inn áheitan um endurskipanarviðgerð ella konkurs ella eru undir endurskipanarviðgerð ella konkursviðgerð, ella
3) ein veruligur eigari er dømdur fyri revsiverd viðurskifti, ið hava við sær ein grundaðan váða fyri misnýtslu av avgerandi ávirkanini hjá viðkomandi.
Stk. 4. Tá Skráseting Føroya ger meting sambært stk. 2 og stk. 3, nr. 1, verður § 78, stk. 3 í revsilógini nýtt samsvarandi.
Stk. 5. 1) Skráseting Føroya kann taka aftur skrásetingina av eini fyritøku ella persóni eftir stk. 1, um nýggir limir í evstu ella dagligu leiðsluni í fyritøkuni ella nýggir veruligir eigarar av fyritøkuni ikki geva Skráseting Føroya tær upplýsingar, sum eru neyðugar fyri, at Skráseting Føroya kann meta um, hvørt hesar eru fevndar av stk. 2 ella 3.
Stk. 6. Skráseting Føroya kann taka aftur skrásetingina av eini fyritøku ella persóni eftir stk. 1, um ein limur í evstu ella dagligu leiðsluni í fyritøkuni ella persónurin seinni verða fevndur av stk. 2, um fyritøkan seinni verður fevnd av stk. 3, nr. 1 og 2, um ein veruligur eigari seinni verða fevndur av stk. 3, nr. 3, ella um fyritøkan ella persónurin ikki eru ella halda uppat at vera fevnd av § 1, stk. 1, nr. 9.
Stk. 7. Fyritøkur og persónar, ein limur í evstu leiðsluni ella dagligu leiðsluni í eini fyritøku umframt ein veruligur eigari av eini fyritøku skulu boða Skráseting Føroya frá upplýsingum um seinni broytingar í viðurskiftum nevnd í stk. 2 og 3 í seinasta lagi 2 vikur eftir broytingina.
Stk. 8. 1) Skráseting Føroya kann taka aftur skrásetingina av eini fyritøku ella persóni eftir stk. 1, um fyritøkan ella persónurin ger seg sekan í grovum ella endurtakandi brotum á hesa løgtingslóg.
§ 47. 1) Fyritøkur og persónar, sum nevnd í § 1, stk. 1, nr. 5-8 og 10, skulu geva Skráseting Føroya tær upplýsingar, sum eru neyðugar fyri virksemið hjá Skrásetingini.
Stk. 2. 1) Skráseting Føroya kann, um tað krevst til endamálið, móti hóskandi samleikaprógvi uttan rættarúrskurð, altíð fáa atgongd til fyritøkur og persónar fevndar av § 1, stk. 1, nr. 5-8 og 10, fyri at útvega upplýsingar, undir hesum við eftirlitsvitjan.
§ 48. 1) Skráseting Føroya kann innan eina av Skrásetingini ásetta freist geva teimum fyritøkum og persónum, sum eru nevnd í § 1, stk. 1, nr. 5-8 og 10, boð um at fremja tey neyðugu tiltøkini, um brot verður framt á ásetingar í hesi løgtingslóg, reglur givnar sambært henni, ella fyriskipanir hjá Europa-tinginum og Ráðnum, sum innihalda reglur um fíggjarlig revsitiltøk móti londum, persónum, bólkum, løgfrøðiligum eindum ella stovnum.
§ 49. Skráseting Føroya kann fyri fyritøkur og persónar, nevnd í § 1, stk. 1, nr. 8, áseta nærri reglur um fráboðan, skráseting og kunngering, undir hesum um, hvørjar upplýsingar skulu skrásetast og hvørji viðurskifti fráboðarar ella onnur kunnu senda inn og skráseta talgilt í kt-skipan hjá Skráseting Føroya, við at nýta talgilda ella samsvarandi talgilda undirskrift, og um nýtslu av hesi skipan.
§ 50. 1) Tiltøk eftir §§ 45 og 48 skulu almannakunngerast av Skráseting Føroya á heimasíðu Skráseting Føroya, sbr. tó stk. 6. Avgerðir um at lata løgregluni mál til eftirkanningar almannakunngerast sum samandráttur, sbr. tó stk. 6. Almannakunngeringin skal umfata navnið á løgfrøðiliga ella fysiska persóninum, sbr. tó stk. 3.
Stk. 2. 1) Almannakunngjørd tiltøk verða verandi á heimasíðuni hjá Skráseting Føroya í 5 ár eftir almannakunngeringina. Persónsupplýsingar, fevndar av almannakunngeringini, mugu tó ikki verða verandi á heimasíðuni hjá Skráseting Føroya í longri tíð enn neyðugt.
Stk. 3. 1) Almannakunngering eftir stk. 1, sum umfatar navnið á einum fysiskum persóni, kann bert gerast tá persónurin álvarsliga, aftur og aftur, ella skipað hevur framt brot á § 9, nr. 1, 2, 4 og 5, § 10, stk. 1 og 2 og stk. 3, 1., 3. og 4. pkt., § 13, stk. 1, stk. 2, 2. pkt., stk. 3 og 5, § 16, stk. 1 og 2, § 17, § 20, stk. 1, 2. pkt., § 24, stk. 1, § 25, stk. 1, 3 og 4, og § 29.
Stk. 4. 3) 1) Fyritøkan skal almannakunngera somu upplýsingar, sum eru fevndir av stk. 1, á møguligu heimasíðu fyritøkunnar á einum hóskandi stað. Almannakunngeringin skal verða gjørd skjótast gjørligt, og í seinasta lagi 3 gerandisdagar aftaná, at fyritøkan hevur móttikið fráboðan um tiltakið, ella í seinasta lagi, sum kravt eftir lov om værdipapirhandel m.v., sum lógin er sett í gildi við kongligari fyriskipan. Samstundis við almannakunngeringina, skal fyritøkan seta eitt leinki, sum gevur beinleiðis atgongd til tiltakið, á forsíðuna á heimasíðuni hjá fyritøkuni á ein sjónligan hátt, og av leinkinum og einum møguliga tilknýttum teksti skal greitt ganga fram, at tað er talan um eitt tiltak frá Skráseting Føroya. Ger fyritøkan viðmerkingir til tiltakið, skal tað gerast í framhaldi av tí, og viðmerkingarnar skulu vera greitt skildar frá tiltakinum. Striking av leinkinum av møguligu heimasíðu fyritøkunnar skal gerast eftir somu meginreglum, sum fyritøkan nýtir fyri aðrar fráboðanir, tó í fyrsta lagi, tá leinkið hevur verið á heimasíðuni í 3 mánaðir, og í fyrsta lagi aftan á fyrst komandi aðalfund ella umboðsráðsfund. Skyldan hjá fyritøkuni at almannakunngera upplýsingar á heimsíðuni er bert galdandi fyri løgfrøðiligar persónar. Verður tiltakið, sum verður almannakunngjørt sambært stk. 1, 1. pkt., skotið inn fyri Føroya Kærustovn ella dómstólin, skal hetta síggjast í almannakunngeringini hjá Skráseting Føroya, og seinni úrslitið av avgerðini hjá Føroya Kærustovni ella dómstólinum skal eisini almannakunngerast á heimasíðuni hjá Skráseting Føroya skjótast gjørligt.
Stk. 5. 1) Hevur Skráseting Føroya latið eitt mál til eftirkanningar hjá løgregluni, og er dómur fallin ella bót viðtikin, skal Skráseting Føroya almannakunngera dómin, sektarsamtyktina ella ein samandrátt av hesum, sbr. tó stk. 6. Er dómurin ikki endaligur, ella er hann kærdur ella tikin uppaftur, skal hetta síggjast í almannakunngeringini.
Stk. 6. 1) Almannakunngering eftir stk. 1-5 kann tó ikki gerast, um tað fer at hava við sær órímiliga stóran skaða fyri fyritøkuna ella atlit til rannsóknir tala ímóti almannakunngering. Almannakunngeringin má ikki innihalda trúnaðarupplýsingar um kundaviðurskifti ella upplýsingar, fevndar av løgtingslóg um innlit í fyrisitingina um undantøku av upplýsingum um privatu viðurskiftini hjá einstaklingum og rakstrarviðurskifti ella handilsviðurskifti o.a. Almannakunngeringin má ikki innihalda trúnaðarupplýsingar, sum stava frá einum ES-landi ella EBS-landi, um ikki teir myndugleikar, ið hava givið upplýsingarnar, greitt hava givið loyvi.
Stk. 7. 1) Er almannakunngering ikki gjørd sambært stk. 6, 1. pkt., skal almannakunngering fara fram eftir stk. 1-5, tá tey atlit, ið gjørdu at almannakunngeringin ikki varð framd, ikki eru galdandi longur. Eftir 2 ár frá dagfestingini av tiltakinum ella avgerðini um at lata málið til eftirkanningar hjá løgregluni, skal almannakunngering tó ikki gerast uttan mun til 1. pkt. Almannakunngering skal bert fremjast, um átala ella ákæra ikki er slept eftir reglunum í Retsplejelov for Færøerne.
Stk. 8. 1) Í málum, har Skráseting Føroya hevur almannakunngjørt eina avgerð um at lata eitt mál til løgregluna til eftirkanningar eftir stk. 1, 2. pkt., og avgerð verður tikin um at sleppa átaluni ella ákæruni ella fríkennandi dómur verður sagdur, skal Skráseting Føroya eftir áheitan frá tí likamliga ella løgfrøðiliga persóninum, sum málið viðvíkur, almannakunngera upplýsingar um hetta. Tann likamligi ella løgfrøðiligi persónurin skal lata inn eitt avrit av avgerðini um at átala ella ákæra er slept ella avrit av dóminum til Skráseting Føroya samstundis við eini áheitan um almannakunngering. Er átalan ella ákæran ikki slept endaliga, ella er dómurin ikki endaligur, skal tað síggjast í almannakunngerini. Móttekur Skráseting Føroya skjalprógv fyri, at málið er endað við at átala ella ákæra er slept ella at endaligur fríkennandi dómur er sagdur, skal Skráseting Føroya strika allar upplýsingar um avgerðina at lata løgregluni málið til eftirkanningar og møguligar eftirfylgjandi dómar í málinum av heimasíðuni.
§ 51. Starvsfólk hjá Skráseting Føroya hava skyldu til undir ábyrgd eftir §§ 152-152 e í revsilógini at halda trúnaðarupplýsingar loyniligar, sum tey fáa kunnleika um gjøgnum eftirlitsvirksemið. Sama er galdandi fyri persónar, sum gera tænastuuppgávur sum partur av rakstrinum hjá eftirlitinum, og serfrøðingar, sum virka vegna Skráseting Føroya. Hetta er eisini galdandi eftir, at starvssetanin ella sáttmálin endar.
Stk. 2. Samtykki frá tí, sum tagnarskyldan er ætlað at verja, gevur ikki teimum persónum, sum nevndir eru í stk. 1, rætt til at lata víðari trúnaðarupplýsingar.
Stk. 3. 1) Stk. 1 er ikki til hindurs fyri, at trúnaðarupplýsingar verða latnar víðari til:
1) Eftirlitsmyndugleikar eftir hesi løgtingslóg.
2) Limir í einum samstarvsbólki, sbr. § 55.
3) Aðrar almennar myndugleikar, herundir ákæruvaldið og løgregluna, í sambandi við eftirkanningar og rættarfylging av møguligum revsiverdum viðurskiftum fevnd av revsilógini, hesi løgtingslóg, ella aðrari eftirlitslóggávu.
4) TAKS, tá víðarilating fer fram fyri at TAKS kann kanna møgulig brot á tolllóggávuna, avgjaldslóggávuna og skattalóggávuna.
5) Viðkomandi landsstýrisfólk sum liður í yvirskipaða eftirlitinum hjá hesum.
6) Fyrisitingarligar myndugleikar og dómstólar, sum viðgera avgerðir, sum Skráseting Føroya hevur tikið.
7) Løgtingsins umboðsmann.
8) Eina tingnevnd, sum er sett av Løgtinginum.
9) Kanningarnevndir settar við løgtingslóg ella sambært løgtingslóg um kanningarnevndir.
10) Løgtingsgrannskoðararnar og Landsgrannskoðaran.
11) Skiftirættin, aðrar myndugleikar, ið viðvirka við likvidatión, konkursviðgerð ella líknandi dómsviðgerð av eini fyritøku, fevnd av hesi løgtingslóg, við teirri fortreyt at móttakararnir av upplýsingunum hava tørv á tí fyri at røkja sínar uppgávur.
12) Nevndir og bólkar o.a., sett av landsstýrismanninum, sum hava til endamáls at umrøða og samskipa tiltøkini til fyribyrgjan av hvítvaski og fígging av yvirgangi.
13) Danskar og grønlendskar eftirlitsmyndugleikar á økinum fyri fyribyrging av hvítvaski og fígging av yvirgangi, við teirri fortreyt at móttakararnir eru undir eini lógarásettari tagnarskyldu, sum í minsta lagi svarar til tagnarskylduna sambært stk. 1, og at móttakararnir hava tørv á tí fyri at røkja sínar uppgávur.
14) Eftirlitsmyndugleikar í einum ES-landi ella EBS-landi, sum hava ábyrgdina av eftirlitinum við at persónar og fyritøkur halda lóggávuna um fyribyrgjan av hvítvaski av vinningi og fígging av yvirgangi, við teirri fortreyt at móttakararnir av upplýsingunum hava tørv á tí fyri at røkja sínar uppgávur.
15) Eftirlitsmyndugleikar í londum uttanfyri ES-landið ella EBS-landið, sum hava ábyrgdina av eftirlitinum við at persónar og fyritøkur halda lóggávuna um fyribyrging av hvítvaski av vinningi og fígging av yvirgangi.
Stk. 4. 1) At lata víðari sambært stk. 3, nr. 15, kan bert gerast við støði í einari altjóða samstarvsavtalu, og við teirri fortreyt at móttakararnir í minsta lagi eru undir eini lógarásettari tagnarskyldu, sum svarar til tagnarskylduna sambært stk. 1, og at móttakararnir hava tørv á tí fyri at røkja sínar uppgávur.
Stk. 5. 1) Øll, sum sambært stk. 3, nr. 1-14, móttaka trúnaðarupplýsingar frá Skráseting Føroya, eru við atliti til hesar upplýsingar áløgd ta í stk. 1 umrøddu tagnarskyldu.
Stk. 6. 1) At lata víðari trúnaðarupplýsingar sambært stk. 3, nr. 1, 2, 8, 9, 11 og 13-15, sum koma frá einum ES-landi ella EBS-landi ella eftirlitsmyndugleikum í londum uttanfyri ES ella EBS, kann harafturat bert fara fram, um so er, at teir myndugleikar, sum hava latið upplýsingarnar, hava givið sítt greiða samtykki, og má bara nýtast til tað endamál, sum loyvið viðvíkir.
Stk. 7. Trúnaðarupplýsingar, sum Skráseting Føroya móttekur, mugu bert nýtast í sambandi við eftirlitsstarvið til at áleggja revsing, ella um avgerðin hjá eftirlitsmyndugleikanum verður kærd til hægri fyrisitingarligan myndugleika ella verður løgd fyri dómstólin.
§ 51 a. 1) Starvsfólk hjá Skráseting Føroya mugu ikki lata upplýsingar víðari um ein persón, tá hesin hevur latið Skráseting Føroya fráboðan um eina fyritøku ella persón fyri brot ella møguligt brot á hesa løgtingslóg, reglur sambært løgtingslógini ella lov for Færøerne om oplysninger, der skal medsendes om betaler ved pengeoverførsler, sbr. tó stk. 2.
Stk. 2. Stk. 1 er ikki til hindurs fyri, at persónsupplýsingar verða latnar víðari sambært § 51, stk. 3.
Stk. 3. Øll, sum sambært stk. 2 móttaka persónsupplýsingar, sbr. tó § 51, stk. 5, eru við atliti at hesum upplýsingum áløgd ta í stk. 1 umrøddu tagnarskyldu.
TAKS
§ 51 b. 1) TAKS kann hóast § 151 í skattalógini lata upplýsingar víðari til myndugleikar, sum luttaka í einum skipaðum samstarvi um fyribyrging av hvítvaski og fígging av yvirgangi, um upplýsingarnar kunnu hava týdning fyri uppgávuna hjá myndugleikunum at fyribyrgja og forða fyri hvítvask og fígging av yvirgangi.
Stk. 2. Biður ein myndugleiki, ið luttekur í einum skipaðum samstarvi um fyribyrging av hvítvaski og fígging av yvirgangi, um upplýsingar frá TAKS, skal TAKS hóast § 151 í skattalógini, lata víðari upplýsingarnar, um upplýsingarnar hava týdning fyri uppgávuna hjá myndugleikanum at fyribyrgja ella forða fyri hvítvaski og fígging av yvirgangi.
Kapittul 10
Samskifti og samstarvsbólkar
§ 52. Landsstýrismaðurin í vinnumálum kann áseta reglur um, at skrivligt samskifti til og frá Tryggingareftirlitinum og til og frá Skráseting Føroya um viðurskifti, sum eru fevnd av hesi løgtingslóg ella reglum givnar sambært henni, skal vera talgilt.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann áseta nærri reglur um talgilt samskifti, undir hesum nýtslu av ávísum kt-skipanum, serligum talgildum sniðum og talgilda undirskrift ella líknandi.
§ 53. Eini talgild boð metast at vera komin fram, tá tey eru atkomulig fyri móttakaran av boðunum.
§ 54. Er tað krav, sambært reglum í hesi løgtingslóg ella reglum ásettar við heimild í henni, at eitt skjal, sum er givið út av øðrum enn Tryggingareftirlitinum ella Skráseting Føroya, skal vera undirskrivað, kann hetta krav lúkast við nýtslu av tøkni, sum tryggjar eintýðuga eyðmerking av tí, sum hevur givið skjalið út, sbr. tó stk. 2. Slík skjøl verða javnsett við skjøl við persónligari undirskrift.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann áseta nærri reglur um at víkja frá kravi um undirskrift. Undir hesum kann ásetast, at krav um persónliga undirskrift ikki kann verða vikið frá fyri ávís sløg av skjølum.
§ 55. Landsstýrismaðurin kann seta ein bólk við luttøku av eftirlitsmyndugleikunum sambært hesi løgtingslóg. Hesin bólkur skal samskipa váðametingarnar og almennu tiltøkini móti hvítvaski av vinningi og fígging av yvirgangi hjá myndugleikunum.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann avgera at víðka skaran við umboðum fyri aðrar myndugleikar.
§ 55 a. 1) Persónar, ið virka innan almennu fyrisitingina, og sum luttaka í einum skipaðum samstarvi um fyribyrging av hvítvaski og fígging av yvirgangi, hava undir ábyrgd eftir §§ 152-152 e í revsilógini skyldu til at halda trúnaðarupplýsingar, sum verða móttiknar í sambandi við samstarvið, loyniligar, sbr. tó stk. 3.
Stk. 2. Tagnarskyldan í stk. 1 er eisini galdandi í mun til tann likamliga ella løgfrøðiliga persónin, sum upplýsingarnar viðvíkja, hóast eina møguliga rættarliga skyldu at lata upplýsingarnar víðari til viðkomandi sambært ásetingunum í fyristingarlóggávuni ella dátuverndarlóggávuni, sbr. tó stk. 3.
Stk. 3. Upplýsingar, fevndar av stk. 1, kunnu eftir samtykki frá tí myndugleikanum, sum hevur latið upplýsingarnar, verða partur av málsviðgerðini hjá tí móttakandi myndugleikanum. Fyriliggur eitt samtykki, eru ásetingarnar, sum vanliga eru galdandi fyri tann móttakandi myndugleikan, og sum vikið er frá sambært stk. 1 og 2, aftur galdandi.
Kapittul 11
Partar og kæruásetingar
§ 56. Sum partur verður roknaður tann fyritøka ella persónur, sum ein avgerð tikin av einum eftirlitsmyndugleika, sambært hesi løgtingslóg ella fyriskipanum givnum sambært hesi løgtingslóg, vendir sær til.
§ 57. 3) Avgerðir, tiknar av Tryggingareftirlitinum og Skráseting Føroya, sambært hesi løgtingslóg og reglum, ásettar sambært løgtingslógini, kunnu av tí, sum avgerðin vendir sær til, verða lagdar fyri Føroya Kærustovn í seinasta lagi 4 vikur eftir, at avgerðin er kunngjørd fyri viðkomandi.
Kapittul 12
Kunngerðir
§ 58. Rættarreglur, sum Tryggingareftirlitið ella Skráseting Føroya áseta sambært hesi løgtingslóg, verða kunngjørdar í Kunngerðablaðnum.
Kapittul 13
Revsing
§ 59. 1) Brot á § 43, stk. 4, 1.-4. pkt., og stk. 4, 3.-7. pkt., verður revsað við sekt. Tilætlað brot ella brot framd av grovum ósketni á § 5, § 6, stk. 1 og 2, § 7, stk. 1-4 og 6, §§ 8 og 9, § 10, stk. 1 og 2, og stk. 3, 1., 3. og 4. pkt., § 11, § 13, stk. 1, stk. 2, 2. pkt., stk. 3, stk. 4, 2. pkt., og stk. 5, §§ 14 og 15, § 16, stk. 1-4, §§ 17-19, § 20, stk. 1, 2. pkt., § 21, stk. 2 og 3, § 24, stk. 1-3, § 25, stk. 1 og 3, 1. pkt., § 28, stk. 3 og 5, §§ 29 og 30, § 30, b, stk. 1, § 33, stk. 1, § 34, stk. 1 og 2, § 34 a, § 36, stk. 1, § 38, stk. 1, § 45, stk. 2, § 46, stk. 1 og § 47, stk. 1 verða revsað við sekt.
Stk. 2. 1) Er talan um serliga grov ella umfatandi brot á § 5, § 8, stk. 2, § 9, § 10, stk. 1 og 2 og stk. 3, 2. og 3. pkt., § 11, § 13, stk. 1, stk. 2, 2. pkt., og stk. 3 og 5, § 16, stk. 1-4, §§ 17-19, § 20, stk. 1, 2. pkt., § 24, stk. 1, § 25, stk. 1 og stk. 3, 1. pkt., §§ 29 og 30 og § 38, stk. 2 kann revsingin vaksa til fongsul upp í 2 ár.
Stk. 3. Við ásetan av sekt eftir stk. 1 skal leggjast dentur á fíggjarligu viðurskiftini hjá gerningspersóninum. Fyri brot framd av fyritøkum verður dentur lagdur á nettosøluna hjá fyritøkuni, tá brotið varð framt.
Stk. 4. Feløg o.o., t.e. løgfrøðiligir persónar, kunnu vera áløgd revsiábyrgd sambært reglunum í 5. kapitli í revsilógini.
Stk. 5. 1) Fyrningarfreistin fyri brot á ásetingarnar í løgtingslógini ella reglum, givnar sambært løgtingslógini, er 5 ár. Fyrningarfreistin er tó 10 ár fyri brot á § 6, stk. 1 og 2, § 9, § 10, stk. 1 og 2 og stk. 3, 1., 3., og 4. pkt., § 11, § 13, stk. 1, stk. 2, 2. pkt., stk. 3 og 4, § 14, § 16, stk. 1-4, § 17, stk. 1-6, §§ 18 og 19, § 21, stk. 2 og 3, § 23, stk. 1, 2. pkt., og stk. 2 og 3, § 24, stk. 1 og 2, § 25, stk. 1 og stk. 3, 1. pkt., §§ 29, 30 og 30 b, § 31, 1. pkt., §§ 34 a og § 38, stk. 1 og 2.
Stk. 6. Í reglum, givnar sambært løgtingslógini, kann revsing ásetast sum sekt fyri brot á reglurnar.
§ 59 a. 1) Um eitt brot á § 6, stk. 1 og 2, § 7, stk. 1-4 ella 6, § 8, stk. 1 ella 2, § 9, § 10, stk. 1, 2 ella 3, 1., 3. ella 4. pkt., § 11, § 13, stk. 1, stk. 2, 2. pkt., stk. 3, stk. 4, 2. pkt., ella stk. 5, § 14, § 16, stk. 1 ella 2, § 17, stk. 1-6, § 18, § 19, § 21, stk. 2 ella 3, § 23, stk. 1, 2. pkt., ella stk. 2 ella 3, § 24, stk. 1 ella 2, § 25, stk. 1 og 3, stk. 4, 1. pkt., og stk. 6, 1. pkt., §§ 29, 30 ella 46, stk. 1 ikki vildi ført til hægri revsing enn sekt, kann Skráseting Føroya ella Tryggingareftirlitið í einum sektaruppskoti boða frá, at málið kann verða avgjørt uttan rættarviðgerð, um likamligi ella løgfrøðiligi persónurin, ið hevur framt brotið, játtar seg sekan í brotinum og váttar at vera til reiðar at gjalda sektina sambært sektaruppskotinum innan nærri ásetta freist, sbr. tó stk. 2.
Stk. 2. Skráseting Føroya ella Tryggingareftirlitið skal, áðrenn eitt sektaruppskot verður handað, fáa eitt samtykki frá National Enhed for Særlig Kriminalitet, um Skráseting Føroya ella Tryggingareftirlitið metir, at eitt brot gevur høvi til eina ávísa meting, ella at tað kann verða vikið frá útgangsstøðinum fyri støddini á sektini.
§ 60. Ein fyritøka ella persónur, sum ikki ger eftir boðum, sum eru givin sambært § 39, § 42, stk. 1, ella § 48 verða revsaði við sekt.
§ 61. 1) Um ein fyritøka ella persónur ikki útinnir tær skyldur, sum tey eftir løgtingslógini hava sambært § 38, stk. 1 og 5, kann Tryggingareftirlitið sum tvingsilsráð áleggja persóninum, fyritøkuni ella ábyrgdarpersónunum hjá fyritøkuni dagbøtur ella vikubøtur.
Stk. 2. 1) Um ein fyritøka ella persónur ikki útinnir tær skyldur, sum tey eftir løgtingslógini hava sambært § 46, stk. 7, kann Skráseting Føroya sum tvingsilsráð áleggja persóninum, fyritøkuni ella ábyrgdarpersónunum hjá fyritøkuni dagbøtur ella vikubøtur.
Stk. 3. 1) Um ein umsitari av einum trusti ella ein persónur, ið røkir eina samsvarandi støðu í einari líknandi løgfrøðiligari skipan, ikki útinnir tær skyldur, sum tey eftir løgtingslógini hava sambært § 36 a, stk. 3, 4, 6 og 7, kann Skráseting Føroya sum tvingsilsráð áleggja umsitaranum ella persóninum, ið røkir eina samsvarandi støðu, dagbøtur ella vikubøtur.
Stk. 4. 1) Í sambandi við ígildissetan av reglum eftir § 17, stk. 8, um tann í § 17, stk. 7, nevnda lista verða ásettar reglur um, at landsstýrismaðurin, sum tvingsilsráð kann áleggja løgfrøðiligum persónum, feløgum o.ø. dagbøtur ella vikubøtur, um tey ikki lúka skyldurnar um fráboðan, sum áliggja teimum.
Stk. 5. 1) Um ein fyritøka ella persónur ikki útinnir tær skyldur, sum tey hava sambært § 28, stk. 3, kann Hvidvasksekretariatet sum tvingsilsráð áleggja persóninum, fyritøkuni ella ábyrgdarpersóninum hjá fyritøkuni dagbøtur ella vikubøtur.
Kapittul 14
Gildiskoma
§ 62. Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. juli 2021, samstundis fer úr gildi løgtingslóg nr. 56 frá 9. juni 2008 um fyribyrgjandi tiltøk ímóti hvítvaski av vinningi og fígging av yvirgangi.
Í Tinganesi, 18. desember 2020
Bárður á Steig Nielsen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 17/2020
Skjal 1 1)
Yyvirlit yvir faktorar og skjalasløg, ið eyðkenna støður, sum kunnu hava við sær avmarkaðan váða
Niðanfyri er ikki fullfíggjað yvirlit yvir faktorar og skjalasløg, ið eyðkenna støður, sum kunnu hava við sær avmarkaðan váða.
1) Kundaváðafaktorar:
a) Fyritøkur, skrásettar á keypsskála, ið hava upplýsingarskyldu (annaðhvørt sambært reglunum um keypsskálar ella lóggávu ella fulnaðarfyriskipanum, sum áleggur feløgunum at tryggja hóskandi gjøgnumskygni í mun til veruligan ognarskap.
b) Almenn fyrisiting ella almennar fyritøkur.
c) Viðskiftafólk, ið búgva í landafrøðiligum økjum við lægri váða, sum nevnt í nr. 3.
2) Váðar í sambandi við vørur, tænastur, transaktiónir ella veitingarvegir:
a) Lívstryggingar, har árliga tryggingargjaldið er lágt.
b) Pensiónstryggingar, sum ikki hava ásetingar um afturkeyp, og har tryggingarskjalið ikki kann setast í veð.
c) Pensiónsskipanir o.tíl., ið rinda pensión til starvsfólk, og har inngjaldið verður goldið við frádrátti í lønini, og reglurnar fyri viðkomandi skipan ikki loyva, at rættindi hjá einum limi verða flutt sambært skipanini.
d) Fíggjarlig produkt ella tænastur, sum veita ávísum viðskiftafólkum tænstuveitingar, ið á hóskandi hátt eru allýstar og avmarkaðar, og sum hava til endamáls at fremja fíggjarliga inklusión.
e) Vørur, har vandin fyri at hvítvaska pening og at fíggja yvirgang verður stýrdurav øðrum viðurskiftum, t.d. útreiðslulofti ella gjøgnumskygni í mun til ognarskap (t.d. ávís sløg av elektroniskum pengum).
3) Landsfrøðiligir váðar, heruppií skráseting, stovnan og bústaður í:
a) ES-lond ella EBS-lond.
b) Triðjalond, ið hava virknar skipanir til at stríðast ímóti hvítvasking av pengum og fígging av yvirgangi.
c) Triðjalond, sum eftirfarandi keldur hava eyðmerkt sum lond, ið bara í lítlan mun er rakt av korruptión ella øðrum brotsligum virksemi.
d) Triðjalond sum, við støði í eftirfarandi keldum, t.d. sínámillum eftirmetingum, frágreiðingum um neyvar metingar ella almannakunngjørdum og dagførdum frágreiðingum, hava krøv um at stríðast ímóti hvítvasking av pengum og fígging av yvirgangi, sum eru í samsvari við FATF-tilmælini frá 2012, og sum gjøgnumføra hesi á munadyggan hátt.
Skjal 2 1)
Yvirlit yvir faktorar og skjalasløg, ið eyðkenna støður, sum kunnu hava við sær øktan váða
Niðanfyri er ikki fullfíggjað yvirlit yvir faktorar og skjalasløg, ið eyðkenna støður, sum kunnu hava við sær øktan váða:
1) Kundaváðafaktorar:
a) Umstøðurnar við handilsviðurskiftinum eru óvanligar.
b) Viðskiftafólk, ið búgva í landafrøðiligum økjum, ið hava hægri váða sum nevnt í nr. 3.
c) Løgfrøðiligir persónar ella løgfrøðiligar fyriskipanir, sum eru persónlig ognarfyrisitingarfeløg.
d) Feløg, sum hava nomineepartaeigarar ella handhavapartabrøv.
e) Fyritøkur, ið nýta reiðan pening.
f) Ognarviðurskiftini í felagnum tykjast óvanlig ella ov torgreidd í mun til virksemi felagsins.
g) Viðskiftafólkið er ein triðjalandsborgari, ið søkir um uppihaldsloyvi ella statsborgaraskap innan fyri ríkisfelagsskapin ella einum øðrum ES-landi ella EBS-landi í býti fyri kapitalflutning, keyp av ogn ella ríkisskuldarbrøv ella íløgu í feløg í tí ávísa ES-landinum ella EBS-landinum.
2) Váðar í sambandi við vørur, tænastur, transaktiónir ella veitingarvegir:
a) Private banking.
b) Produktir ella transaktiónir, ið kunnu fremja navnloynd.
c) Handilssambond ella transaktiónir, uttan beinleiðis kontakt, uttan ávís trygdartiltøk sum t.d. elektronisk eyðmerkingaramboð, viðkomandi álitistænastur ella eitthvørt annað trygt slag av fjareyðmerkingargongd ella elektronisk eyðmerkingargongd, ið er skipað, viðurkend, góðkend ella góðtikin av teimum skikkaðu myndugleikunum í landinum.
d) Gjaldingar frá ókendum ella ikki-associeraðum triðjamanni.
e) Nýggj produkt og nýggjar virkismannagongir, undir hesum nýggjar veitingarmekanismur, og at brúka nýggja tøkni ella tøkni, ið verður ment, til bæði nýggj og verandi produkt.
f) Transaktiónir viðvíkjandi olju, vápnum, dýrum málmi, tubbaksvørum, mentanarligum virðisgripum og øðrum lutum, ið hava fornfrøðiligan, søguligan, mentanarligan og trúarligan týdning ella sum hava serligt vísindaligt virði, umframt fílabeinum og vardum djórasløgum.
3) Landafrøðiligir váðar:
a) Lond, sum eftirfarandi keldur, t.d. sínámillum eftirmetingar, frágreiðingar um neyvar metingar ella almannkunngjørdar og dagførdar frágreiðingar, hava eyðmerkt sum lond, ið ikki hava munadyggar skipanir til at stríðast ímóti hvítvasking av pengum og fígging av yvirgangi, sbr. tó § 16, stk. 2.
b) Lond, sum eftirfarandi keldur hava eyðmerkt sum lond, sum í stóran mun eru rakt av korruptión ella øðrum brotsligum virksemi.
c) Lond, sum t.d. ES ella ST hava sett undir revsitiltøk, embargo ella líknandi tiltøk.
d) Lond, sum fíggja ella stuðla yvirgangsvirksemi, ella sum hýsa kendum yvirgangsfelagsskapum.
1) Broytt við løgtingslóg nr. 69 frá 22. mai 2023, har § 2 ljóðar soleiðis: “Stk. 1. Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. juli 2023. Stk. 2. Landsstýrismaðurin ásetur í kunngerð, nær § 1, nr. 18 kemur í gildi. Stk. 3. § 1, nr. 77 er galdandi fyri lógarbrot, sum eru framd, áðrenn lógin kemur í gildi. Hetta er tó ikki galdandi, um lógarbrotið eftir higartil galdandi reglum er fyrnað.”
2) Broytt við løgtingslóg nr. 159 frá 10. desember 2021, har § 43 ljóðar soleiðis: “Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2022. Samstundis fer løgtingslóg nr. 47 frá 23. mars 1993 um kærunevnd í almanna-, familju- og heilsumálum úr gildi.”
3) Broytt við løgtingslóg nr. 31 frá 17. mars 2022, har § 34 ljóðar soleiðis: “Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. juli 2022 og samstundis fara løgtingslóg nr. 110 frá 13. desember 2006 um kærunevnd í lendismálum og løgtingslóg nr. 17 frá 8. mai 2008 um Vinnukærunevnd úr gildi.”
4) Broytt við løgtingslóg nr. 31 frá 9. mars 2023, har § 24 ljóðar soleiðis: “Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. september 2023.”