Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
21. desember 2018Nr. 190
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald (Meirvirðisgjaldslógin), sum broytt við løgtingslóg nr. 27 frá 26. mars 2021
(Leigubilar og leingjan av freist)
§ 1
Í løgtingslóg nr. 136 frá 8. september 1992 um meirvirðisgjald, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 62 frá 30. apríl 2018, verða gjørdar hesar broytingar:
1. Í § 3 c, stk. 3 verður “áðrenn 1. januar 2019” broytt til: “í seinasta lagi 31. desember 2020”.
2. 1) (Strikað).
3. § 10, stk. 2 verður orðað soleiðis:
“Stk. 2. Fyri motorakfør, skrásett sum leiguakfør, og akfør, nýtt til skúlakoyring, kann reglan sbrt. stk. 1 verða nýtt. Fyri at akfar, nýtt til skúlakoyring, skal kunna viðgerast eftir stk. 1, skal tað hava verið nýtt til skúlakoyring í minsta lagi 6 mánaðir. Fyri at akfar, skrásett sum leiguakfar, skal kunna viðgerast eftir stk. 1, skal akfarið hava havt í minsta lagi 10 ymiskar leigarar, hava koyrt í minsta lagi 12.500 km, hava verið skrásett sum leiguakfar í minsta lagi 6 mánaðir og hava fingið endurrindaðar í mesta lagi 45.000 kr. í meirvirðisgjaldi, ella verið skrásett sum leiguakfar í minst 3 ár.”
§ 2
Stk. 1. 2) Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og hevur virknað frá framløgudegnum fyri tey í § 1, nr. 3 nevndu akfør skrásett framløgudagin ella seinni.
Stk. 2. Tey í § 1, nr. 3 nevndu akfør, sum eru skrásett áðrenn framløgudagin kunnu framvegis avgjaldsgreiðast eftir § 10 stk. 1 í meirvirðisgjaldslógini.
Stk. 3. 1) (Strikað).
Stk. 4. Fyri at fáa meirvirðisgjald endurgoldið eftir § 1, nr. 1, skal umsókn verða latin TAKS í seinasta lagi 31. mars 2021.
Í Tinganesi, 21. desember 2018
Aksel V. Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 46/2018