Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
21. desember 2018Nr. 191
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin)
(Skattligt hall, skjalprógv, transfer-pricing, land fyri land frágreiðing o.a.)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 86 frá 1. september 1983 um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin), sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 169 frá 20. desember 2017, verða gjørdar hesar broytingar:
1. Í § 33, nr. 2, 1. pkt. verður “sbr. nr. 5” broytt til: “sbr. § 33 a”.
2. Í § 33 verður nr. 5 strikað.
3. Aftan á § 33 verður sett:
“33 a. Vísir skattauppgerðin hall, kann hetta verða drigið frá í skattskyldugu inntøkuni fylgjandi árini. Hall kann tó bert flytast fram til frádrátt eitt seinni inntøkuár, í tann mun tað ikki er rúm fyri tí í skattskyldugu inntøkuni eitt fyrri ár.
Stk. 2. Hall hjá einum felag fellur burtur, um ikki minst 50 prosent av partapeninginum o.a. ella atkvøðuvirðinum í felag, fevnt av vinnufelagalógini, eru á somu hondum við byrjan av tí inntøkuári, hallið ætlandi verður flutt til, sum tey vóru við endan av tí inntøkuári, tá hallið varð staðfest. Hallið í 1. pkt. fellur tó ikki burtur um felagið, tá skiftið í eigaraviðurskiftunum fór fram, hevði vinnuligt virksemi av týdningi við búskaparligum váða.
Stk. 3. Um skuld fellur burtur ella minkar, skal hallið lækkast samsvarandi. Verður skuld umløgd til partapening, verður hallið lækkað við tí upphædd, sum svarar til munin á áljóðandi virði og kursvirði á umløgdu skuldini umbýtisdagin. Lækkingarupphæddin verður minkað við tí inntøkuparti, sum stendst av frígivnu skuldini, og sum er skattskyldugur.”
4. § 37 a, stk. 1 verður orðað soleiðis:
“Skattskyldug, sum
1) útlendskir likamligir ella løgfrøðiligir persónar hava ræði á, ella
2) hava ræði á løgfrøðiligum persónum, ella
3) eru í samtaki við løgfrøðiligan persón, ella
4) hava fastan rakstrarstað uttanlands, ella
5) eru at rokna sum útlendskur likamligur ella løgfrøðiligur persónur við føstum rakstrarstaði í Føroyum, skulu í sambandi við uppgerð av skattskyldugu inntøkuni nýta teir prísir og tær treytir í handilsligu ella búskaparligu viðurskiftum sínum við áðurnevndu likamligu og løgfrøðiligu persónar og føstu rakstrarstaðir, sum høvdu verið nýttir, um talan var um viðurskifti millum óheftar partar.”
5. § 37 a, stk. 2 verður orðað soleiðis:
“Stk. 2. Við ræði í stk. 1, nr. 1 er at skilja, at likamligir ella løgfrøðiligir persónar beinleiðis ella óbeinleiðis eiga meira enn 50% av partapeninginum ella innskotspeninginum ella hava ræði á meira enn 50% av atkvøðunum í felagnum. Tá mett verður, um tann skattskyldugi hevur avgerandi ávirkan á ein løgfrøðiligan persón, ella um avgerandi ávirkan verður útint á skattskylduga av einum løgfrøðiligum ella einum likamligum persóni, verða partabrøv og atkvøðurættindi sum samtaksfeløg eiga, persónlig eigarapartabrøv og teirra nærstandandi o.o. roknað uppí. Hetta er eisini galdandi fyri eigarapartar og atkvøðurættindi, sum eru tillutað øðrum eigarum, sum eigarin hevur eina avtalu við um felags avgerandi ávirkan. Stk. 1, nr. 1 fevnir eisini um feløg, har útlendskir likamligir ella løgfrøðiligir persónar í samtaki ella saman við nærstandandi eiga meira enn 50% av partapeninginum ella innskotspeninginum ella hava ræði á meirilutanum av atkvøðunum í felagnum. Við ræði í stk. 1, nr. 2 er at skilja, at skattskyldugi, beinleiðis ella óbeinleiðis ella saman við nærstandandi, eigur meira enn 50% av partapeninginum ella innskotspeninginum ella hevur ræði á meira enn 50% av atkvøðunum í felagnum. Við skattskyldug í samtaki við løgfrøðiligan persón, sbrt. stk. 1, nr. 3, er at skilja, at somu eigarar hava ræði á feløgunum. Ræði í 6. pkt. skal skiljast eins og ræði í 5. pkt. Við nærstandandi hjá tí skattskylduga er at skilja, at hetta umfatar hjúnafelaga, foreldur, ommur og abbar, børn, ommubørn og abbabørn og hjúnafelagar teirra ella deyðsbúgv hjá omanfyrinevndu persónum. Stjúkbarnaviðurskifti og ættleiðingarviðurskifti eru at javnmeta við ættarsambond.”
6. Í § 37 b, stk. 4 verður “tamarhaldi” broytt til: “ræði”.
7. Í § 60, stk. 1 verður nr. 3 strikað.
8. § 118 a, stk. 1 verður orðað soleiðis:
“Skattskyldug,
1) sum likamligir ella løgfrøðiligir persónar hava ræði á ella
2) sum hava ræði á føroyskum ella útlendskum løgfrøðiligum persónum ella
3) sum eru í samtaki við føroyskan ella útlendskan løgfrøðiligan persón ella
4) sum hava fastan rakstrarstað uttanlands ella
5) sum eru at rokna sum útlendskur likamligur ella løgfrøðiligur persónur við føstum rakstrarstaði í Føroyum, skulu á sjálvuppgávuni tilskila slag og vav á handilsligu ella fíggjarligu viðurskiftum sínum við áðurnevndu likamligu og løgfrøðiligu persónar og føstu rakstrarstaðir. § 103, stk. 2 verður samsvarandi nýtt.”
9. § 118 a, stk. 2 verður orðað soleiðis:
“Stk. 2. Við ræði er at skilja ognarviðurskifti ella ræði á atkvøðunum, sum ásett í § 37 a. Við skattskyldug í samtaki við løgfrøðiligan persón, sbr. stk. 1, nr. 3, er at skilja, at somu eigarar hava ræði á feløgunum.”
10. Í § 118 a, stk. 4 verður 2. pkt. orðað soleiðis:
“Skrivliga skjalprógvið skal eftir áheitan latast TAKS í seinasta lagi 60 dagar eftir áheitanina.”
11. Í § 118 a, verður sum stk. 6 sett:
“Stk. 6. Skattskyldug, ið sjálvstøðugt, ella í samtaki við onnur, sum í tveimum fylgjandi roknskaparárum, við roknskaparenda ikki fara upp um tvinnar av hesum ásetingum:
1) ein samanlagdan fíggjarjavna upp á 36 mió. kr.,
2) ein nettoumsetning upp á 72 mió. kr. og
3) í mesta lagi 50 fulltíðarsett starvsfólk í meðal í roknskaparárinum, skulu hvørki gera ella goyma slík skjalprógv, sum ásett í stk. 4. Tó kann TAKS í serligum førum áleggja hesum feløgum at gera og goyma slík skjalprógv.”
12. Aftan á § 118 a verður sett:
“§ 118 b. Í hesi grein, umframt í §§ 118 c-g, verða niðanfyri standandi hugtøk brúkt og skilt á henda hátt:
1) Land fyri land frágreiðing: Ein frágreiðing, sum eitt samtak letur skattamyndugleikunum. Frágreiðingin skal upplýsa skattamyndugleikarnar um alt tað búskaparliga virksemi, sum samtakið hevur í øllum londum í allari verðini.
2) Samtak: Feløg, sum orsakað av eigaraviðurskiftum ella ræði eru sambundnar á tann hátt, at feløgini eftir teimum galdandi reglunum um konsolideraðan samtaksroknskap, sum samtakið er fevnt av, hava roknskaparskyldu ella høvdu havt eina slíka roknskaparskyldu, um eitt ella fleiri feløg vóru børsskrásettar.
3) Fleirtjóðasamtak: Eitt samtak, sum hevur samtaksfeløg í meira enn einum skattarættardømi.
4) Samtaksfelag:
a) Hvørt felag í einum fleirtjóðasamtaki, sum sjálvstøðugt frammgongur í tí konsolideraða samtaksroknskapinum ella hevði frammgingið í hesum, um ein ella fleiri av feløgunum í samtakinum vóru børsskrásett.
b) Hvørt felag, sum ikki er tikið við í tann konsolideraða samtaksroknskapin, einans orsakað av støddini á felagnum ella tí tað ikki er viðkomandi fyri tann konsolideraða samtaksroknskapin.
c) Hvørt fast rakstrarstað hjá einum felagi, sum er fevnd av annaðhvørt litra a ella litra b, um serstakur roknskapur krevst orsakað av ársroknskaparligum- ella skattaroknskaparligum grundum ella við atliti at uttanhýsis eftirliti ella leiðslukunningarligum endamálum innanhýsis í samtakinum.
5) Tað ultimativa móðurfelagið: Eitt samtaksfelag, sum í einum fleirtjóða samtaki lýkur fylgjandi treytir:
a) Samtaksfelagið hevur beinleiðis ella óbeinleiðis ræði á einum ella fleiri øðrum samtaksfeløgum í fleirtjóða samtakinum, sum hevur við sær, at felagið er undirlagt roknskapskrøvunum um at gera ein konsolideraðan samtaksroknskap eftir teimum reglum, sum eru galdandi í tí landinum, har felagið skattliga hoyrir heima, ella hevði havt eina slíka roknskaparskyldu, um felagið var børsskrásett.
b) Einki annað samtaksfelag í fleirtjóða samtakinum hevur beinleiðis ella óbeinleiðis nóg mikið av ræði á felagnum, sum samtakið, nevnt í litra a hevur.
6) Umsetningur: Øll inntøka, sum felagið umsetur í samband við tann vanliga raksturin, m.a. vørusølu, tænastuveitingar, samsýningar, rentur, vinningsbýti og nýtslugjøld.
7) Umboðsmóðurfelag: Eitt samtaksfelag, sum í samsvari við § 118 d, stk. 2, er valt til at handa tí landinum, har tað skattliga hoyrir heima, eina land fyri land frágreiðing, tá ein ella fleiri treytir í § 118 d, stk. 1, nr. 2, eru loknar.
8) Avtala millum teir málsráðandi myndugleikarnar: Ein altjóða avtala millum teir málsráðandi skattamyndugleikarnar í teimum viðkomandi rættardømunum, sum setur krøv um sjálvvirkandi skifti av land fyri land frágreiðingum.
9) Altjóða avtala um skifti av skattaviðurskiftum: Ein og hvør dupultskattasáttmáli, annar altjóðasáttmáli ella millumtjóðasáttmáli, ella fyrisitingarlig avtala, gjørd um hjálp í skattarættarmálum, sum hevur við sær, at tað er møguligt hjá Føroyum og øðrum rættardømum at býta um upplýsingar, millum annað sjálvvirkandi umbýting av skattaupplýsingum.
10) Skipanarligur feilur viðvíkjandi einum rættardømi: Tá ein avtala ímillum teir málsráðandi myndugleikarnar í Føroyum og mynduleikarnar í viðkomandi rættardøminum er gjørd, men myndugleikarnir í hinum rættardøminum hava strikað ta sjálvvirkandi skipanina um umbýting av upplýsingum av øðrum orsøkum enn teimum, sum eru fastlagdar í avtaluni ímillum tann málsráðandi myndugleikan í Føroyum og myndugleikan í viðkomandi rættardøminum. Hetta er eisini galdandi, um myndugleikin í viðkomandi rættardøminum ferð eftir ferð letur vera við at býta land fyri land frágreiðingina um við Føroyum í teimum førum, tá eitt fleirtjóðasamtak hevur samtaksfeløg í Føroyum.
§ 118 c. Tað ultimativa móðurfelagið í einum fleirtjóðasamtaki, sum skattliga hoyrir heima í Føroyum sbrt. § 1 í skattalógini ella § 1 í kapitalvinningsskattalógini, skal handa teimum føroysku skattamyndugleikunum eina land fyri land frágreiðing fyri eitt inntøkuár, um samtakið hevur ein konsolideraðan umsetning fyri minst 5,6 mia. kr. í roknskaparárinum tað inntøkuárið, sum frágreiðingin skal greiða frá.
Stk. 2. Land fyri land frágreiðingin skal í seinasta lagi vera latin inn 12 mánaðir eftir síðsta dag í tí inntøkuári, sum hon skal greiða frá.
§ 118 d. Eitt samtaksfelag, sum ikki er tað ultimativa móðurfelagið, skal lata land fyri land frágreiðingina inn áðrenn freistina, sum er nevnd í § 118 c, stk. 2, sbr. tó § 118 e, um hesar treytir eru loknar:
1) Samtaksfelagið hoyrir skattliga heima í Føroyum sbrt. § 1 í skattalógini, og
2) ein ella fleiri av fylgjandi treytum eru loknar:
a) Tað ultimativa móðurfelagið í samtakinum hevur ikki ábyrgd av at handa eina land fyri land frágreiðing inn í landinum, har tað hoyrir heima.
b) Sjálvvirkandi umbýting av land fyri land frágreiðingum hendir ikki, orsakað av at eingin avtala er gjørd ímillum teir føroysku málsráðandi myndugleikarnar og myndugleikarnar í tí viðkomandi rættardøminum, har tað ultimativa móðurfelagið skattliga hoyrir heima, sjálvt um hesi lond hava eina altjóða avtalu um umbýting av skattaupplýsingum.
c) Ein skipanarligur feilur er hendur í tí rættardøminum, har tað ultimativa móðurfelagið skattliga hoyrir heima, og skattamyndugleikarnir hava fráboðað samtaksfelagnum í nr. 1 um hetta.
Stk. 2. Eru ein ella tvær av treytunum, sum eru nevndar í stk. 1, nr. 2 loknar, og er talan um meira enn eitt føroyskt samtaksfelag, sbrt. stk. 1, nr. 1, skulu samtaksfeløgini velja eitt av samtaksfeløgunum til at virka sum umboðsmóðurfelag og skal hetta umboðsmóðurfelagið tryggja sær, at land fyri land frágreiðingin verður handað skattamyndugleikunum áðrenn freistina, sum er nevnd í § 118 c, stk. 2. Skattamyndugleikarnir skulu fáa boð um valið av umboðsmóðurfelagi, og hetta hevur valda samtakið ábyrgd av at gera.
§ 118 e. Eitt samtaksfelag skal ikki handa skattamyndugleikunum eina land fyri land frágreiðing, um frágreiðingin, vegna fleirtjóða samtakið verður handað av umboðsmóðurfelagnum í tí rættardøminum, har umboðsmóðurfelagið hoyrir heima, og fylgjandi treytir eru loknar:
1) Í rættardøminum, har umboðsmóðurfelagið skattliga hoyrir heima, er krav um handan av land fyri land frágreiðingini.
2) Rættardømið, har umboðsmóðurfelagið skattliga hoyrir heima, hevur eina altjóða avtalu um umbýting av upplýsingum við Føroyar, og ein sjálvvirkandi skipan ger, at land fyri land frágreiðingar verða umbýttar, í samsvari við avtalu millum teir málsráðandi myndugleikarnar.
3) Eingin skipanarligur feilur er viðvíkjandi tí rættardøminum, har umboðsmóðurfelagið hoyrir heima, ella skattamyndugleikarnir hava latið vera við at boða samtaksfelagnum frá um skipanarligan feil.
4) Rættardømið, har umboðsmóðurfelagið skattliga hoyrir heima, hevur móttikið eina fráboðan, sbrt. § 118 f, stk. 1, frá einum samtaksfelag, sum skattliga hoyrir heima í sama rætttardømi sum umboðsmóðurfelagið, um, at samtaksfelagið skal virka sum umboðsmóðurfelag.
5) Samtaksfelagið hevur boðað skattamyndugleikunum frá, sbrt. § 118 f, stk. 2.
§ 118 f. Tað ultimativa móðurfelagið, sbrt. § 118 c, stk. 1, ella eitt føroyskt umboðsmóðurfelag, sbrt. §118 d, stk. 2, í einum fleirtjóðasamtaki, skal í seinasta lagi áðrenn inntøkuárið, sum land fyri land frágreiðing umfatar, endar, senda skattamyndugleikunum eina fráboðan um, hvør av teimum hevur ábyrgd av at handa land fyri land frágreiðingina.
Stk. 2. Er samtaksfelagið ikki tað ultimativa móðurfelagið ella umboðsmóðurfelagið, skal samtaksfelagið sjálvt boða skattamynduleikunum frá um, hvat samtaksfelag hevur ábyrgdina av at handa land fyri land frágreiðingina, og fráboða, hvar samtaksfelagið skattliga hoyrir heima.
§ 118 g. Landstýrismaðurin í fíggjarmálum kann áleggja nærri reglugerðir um innhaldskravið í land fyri land frágreiðingum, sum sbrt. §§ 118 b, 118 d og 118 e skulu handast skattamyndugleikunum.”
13. Aftan á § 139 b verður sett:
“§ 139 c. Við bót verður revsaður tann, sum tilvitað ella av grovum ósketni:
1) Letur vera við at veita skattamyndugleikunum land fyri land frágreiðingina, sbrt. §§ 118 c, 118 d og 118 e, til tíðina.
2) Gevur skeivar ella villleiðandi upplýsingar í land fyri land frágreiðingini.
3) Ikki lýkar treytirnar, sum eru ásettar í kunngerð nr. 11 frá 19. februar 2016 um eyðmerking og fráboðan av fíggjarkontum við tilknýti til útheimin.”
§ 2
1) Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2019, tó hava § 1, nr. 1 og 2 virknað frá framløgudegnum.
Í Tinganesi, 21. desember 2018
Aksel V. Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 65/2018