Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
21. desember 2018Nr. 193
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Toll- og Skattafyrisiting
(Leingja fyrningarfreistina í málum um transfer pricing)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 169 frá 30. desember 1997 um Toll- og Skattafyrisiting, sum broytt við løgtingslóg nr. 147 frá 17. desember 2001, § 1 í løgtingslóg nr. 100 frá 20. desember 2002, løgtingslóg nr. 15 frá 4. mars 2005 og løgtingslóg nr. 31 frá 30. apríl 2015, verða gjørdar hesar broytingar:
1. Í § 25 a, stk. 1 verður aftan á 1. pkt. sum nýtt pkt. sett:
“Fyri mál fevnd av §§ 37 a, 37 b og 118 a í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt er talan um 6. árið.”
2. Í § 25 a, stk. 1, 2. pkt. verður “jbr.” broytt til: “sbrt.”
3. Í § 25 a, stk. 2 verður aftan á 1. pkt sum nýtt pkt. sett:
“Fyri mál fevnd av §§ 37 a, 37 b og 118 a í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt, skulu hesar nýggju upplýsingar verða lagdar fram seinast 5 ár eftir, at inntøkuárið er lokið.”
4. Í § 25 b, stk. 1, nr. 3 verður “jbr.” broytt til: “sbr.”
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2019.
Í Tinganesi, 21. desember 2018
Aksel V. Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 54/2018