23. desember 2018Nr. 194
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsjørð
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 45 frá 15. mai 2007 um landsjørð, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 66 frá 15. mai 2014 verður í § 2, stk. 2 “, tó í mesta lagi til hann hevur fylt 70 ár.” broytt til: “, tó í mesta lagi til hann hevur fylt 70 ár. Festari kann tó eftir umsókn fáa longt hetta fyri 5 ár í senn”.
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Í Tinganesi, 23. desember 2018
Aksel V. Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 73/2018