Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
23. desember 2018Nr. 195
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skatting av kapitalvinningi (Kapitalvinningsskattalógin)
(Reglur um vinningsbýti, samskatting, realkreditlán, skattligt hall, meting av inntøku og sektir o.a.)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 164 frá 21. desember 2001 um skatting av kapitalvinningi, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 123 frá 9. desember 2016, verða gjørdar hesar broytingar:
1. Í § 1 verður stk. 5 strikað.
Stk. 6 verður eftir hetta stk. 5.
2. Í § 6 verður sum stk. 7 sett:
“Stk. 7. Vinningur ella tap í sambandi við innloysing ella umlegging o.a. av realkreditláni í egnum bústaði, sbr. § 2, stk. 1 í løgtingslóg um stuðul til rentuútreiðslur av lánum, skal ikki roknast við í skattskyldugu inntøkuni eftir § 14.”
3. Í § 13 a, stk. 1 verður 5. pkt. strikað.
4. Í § 13 a verður stk. 3 strikað.
Stk. 4-6 verða eftir hetta stk. 3-5.
5. Í § 13 a, stk. 4, sum verður stk. 3, verður “og stk. 3” strikað.
6. Í § 14 verður sum stk. 4 sett:
“Stk. 4. Hall hjá einum felagi, fevnt av § 1, stk. 1, nr. 8 í skattalógini, fellur burtur, um ikki minst 50% av partapeninginum o.a. ella atkvøðuvirðinum í felagi, fevnt av vinnufelagalógini, eru á somu hondum við byrjan av tí inntøkuári, hallið ætlandi verður flutt til, sum tey vóru við endan av tí inntøkuári, tá hallið varð staðfest. Hallið í 1. pkt. fellur tó ikki burtur um felagið, tá skiftið í eigaraviðurskiftunum fór fram, hevði vinnuligt virksemi av týdningi við búskaparligum váða.”
7. Aftan á § 14 verður sett:
“§ 14 a. Toll- og Skattaráð Føroya kann loyva, at partafeløg og/ella lutafeløg verða samskattaði, tó treytað av, at feløgini hava sama roknskaparár og eru heimahoyrandi í Føroyum. Loyvi verður bert givið, um talan er um móðurfeløg og dótturfeløg, og er hartil treytað av, at móðurfelagið, antin einsamalt ella saman við einum ella fleiri av dótturfeløgunum, ið koma undir samskattingina, eigur allar kapitalpartar í teimum dótturfeløgum, samskattingin viðvíkur.
Stk. 2. Hall, sum er frá tíðini áðrenn feløgini vórðu samskattaði, kann einans dragast frá í felagsins egna yvirskoti.
Stk. 3. Fyri samskattaði feløg ábyrgist móðurfelagið fyri tí samlaða inntøkuskattinum viðvíkjandi inntøkuárinum. Móðurfelagið ábyrgist eisini fyri hækkingum í inntøkuskattinum fyri árini undan samskattingini. Lækkingar í inntøkuskattinum hjá samskattaðu feløgunum skulu gjaldast móðurfelagnum, eisini tá tað snýr seg um skattaár undan samskattingini. Tey samskattaðu feløgini bera samábyrgd fyri inntøkuskatti viðvíkjandi inntøkuárinum.
Stk. 4. Landsstýrismanninum verður heimilað at áseta nærri treytir fyri samskattingina.”
8. Í § 18, stk. 1 verða aftan á 3. pkt. sum nýggj pkt. sett:
“Um fullfíggjað kapitalvinningssjálvuppgáva sambært hesum stykki ikki er latin inn rættstundis, verður skattskylduga kapitalvinningsinntøkan sett til eina metta upphædd. Toll- og Skattaráð Føroya verður heimilað at fyriskriva neyvari reglur fyri metingum eftir hesum stykki.”
9. Í § 18 verður sum stk. 7 sett:
“Stk. 7. Verður fullfíggjað sjálvuppgáva av inntøku ikki latin TAKS rættstundis, ella sjálvuppgávan ikki kemur inn, verður sekt áløgd við í minsta lagi kr. 1.000 og í mesta lagi kr. 5.000. Verður latið inn minni enn 7 dagar ov seint, verður samanlagdi inntøkuskatturin hækkaður við 2%. Verður latið inn 7 dagar ella meira ov seint, verður samanlagdi inntøkuskatturin hækkaður við 5%. TAKS kann fráboða frítøku, linna um, ella heilt lata falla burtur álagda sekt, tá ið tað av serligum orsøkum verður hildið at vera rímiligt. Skattgjaldarin skal søkja um eftirgevingina og skal til undanførslu hava grund, sum TAKS metir fullgóða.”
10. Í § 20 verður stk. 2 orðað soleiðis:
“Stk. 2. Avgerðir tiknar eftir hesi løgtingslóg kunnu innan 4 vikur kærast til Skatta- og avgjaldskærunevndina. Kæran skal vera skrivlig og grundgivin.”
§ 2
Stk. 1. 1) Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og hevur virknað frá framløgudegnum.
Stk. 2. Kærur eftir hesi løgtingslóg, sum ikki eru avgreiddar, verða eisini viðgjørdar av Skatta- og Avgjaldskærunevndini, hóast tær eru innlatnar, áðrenn henda løgtingslóg kom í gildi.
Í Tinganesi, 23. desember 2018
Aksel V. Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 67/2018