Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
9. desember 2025Nr. 199
Løgtingslóg um fosturtøku
(Fosturtøkulógin)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
Fosturtøka, sum ikki krevur loyvi
§ 1. Kvinna, sum býr í Føroyum og er við barn, kann fáa fosturtøku, um inntrivið kann verða gjørt áðrenn endan av 12. viku í viðgongutíðini, og kvinnan hevur fingið í boði ráðgeving sambært § 7 og læknafrøðiliga kunning og vegleiðing um inntrivið sambært § 10.
§ 2. Hóast freistin sambært § 1 er farin, kann ein kvinna fáa fosturtøku eftir 12. viku í viðgongutíðini uttan loyvi, um lív og heilsa hjá kvinnuni er í vanda, ella um inntrivið er neyðugt fyri at forða fyri, at likamliga og sálarliga heilsan viknar munandi, og vandin fyri hesum er læknaliga grundaður.
Loyvi at fáa fosturtøku eftir 12. viku
§ 3. Kvinna, sum býr í Føroyum, kann fáa loyvi til at fáa fosturtøku eftir 12. viku, um:
1) viðgongutíðin, føðingin ella umsorganin fyri barninum hevur við sær vanda fyri, at heilsan hjá kvinnuni viknar orsakað av verandi sjúku ella hóttandi likamligari ella sálarligari sjúku ella ómegdarstøðu, ella av lívsviðurskiftum hennara aðramáta,
2) kvinnan er vorðin við barn undir umstøðum, sum nevndar eru í § 210 ella §§ 216-224 í revsilógini,
3) vandi er fyri, at barnið orsakað av ættarbregði, sjúku ella skaða í móðurlívi fær álvarsliga sálarliga ella likamliga sjúku,
4) kvinnan orsakað av likamligari ella sálarligari sjúku ella sálarligum menningartarni ikki megnar at hava umsorgan fyri barninum á fullgóðan hátt, ella
5) viðgongutíðin, føðingin ella umsorganin fyri barninum má metast at vera ein so álvarslig byrða fyri kvinnuna, sum ikki kann sleppast undan á annan hátt enn við fosturtøku, og at tað fyri kvinnuna, fyri at halda uppi húsi og heimi hennara ella av umsorgan fyri øðrum børnum í familjuni má metast at vera neyðugt, at viðgongutíðin verður avbrotin.
§ 4. Loyvi til fosturtøku eftir 12. viku kann bara verða givið, um tey viðurskifti, sum grunda eina umsókn um fosturtøku, standa mát við heilsuliga vandan, sum inntrivið hevur við sær.
§ 5. Er fostrið lívført, kann loyvi til fosturtøku bara verða givið, um umstøðurnar nevndar í § 3, nr. 3 avgerandi tala fyri tí.
Felagsreglur
§ 6. Fosturtøka kann bara verða framd av lækna í sjúkrahúsverkinum.
Stk. 2. Stríðir tað ímóti etisku ella átrúnaðarligu fatanini hjá einum løggildum heilsustarvsfólki, ið starvast á sjúkrahúsi, at fremja ella viðvirka til fosturtøku, skal viðkomandi eftir áheitan sleppa undan hesum, og sjúklingurin skal verða vístur til annað løggilt heilsustarvsfólk. Hetta er eisini galdandi fyri tey, sum eru undir útbúgving til nevndu størv.
Stk. 3. Ásetingin í stk. 2 er ikki galdandi, um talan er um átrokandi neyðuga læknahjálp, sbr. § 42 í anordning for Færøerne om ikrafttræden af lov om autorisation af sundhedspersoner og sundhedsfaglig virksomhed.
§ 7. Kvinnan skal hava í boði óhefta ráðgeving og stuðulssamrøðu fyri og eftir inntrivið. Ráðgevingin skal m.a. fevna um møguleikarnar fyri stuðli til at fullføra viðgongutíðina og fyri stuðli eftir, at barnið er føtt.
Stk. 2. Landsstýrisfólkið ásetir nærri reglur um ráðgevingina.
Umsókn um fosturtøku
§ 8. Kvinnan skal sjálv søkja um at fáa fosturtøku. Umsókn um fosturtøku verður latin einum kommunulækna.
Stk. 2. Er kvinnan orsakað av sinnissjúku, viknaðum sinnisligum virkisføri ella álvarsliga viknaðari heilsu ella líknandi ikki før fyri at skilja týdningin av inntrivinum, kann samráðið sambært § 14 loyva fosturtøku eftir umsókn frá einum serligum verja, tá ið umstøðurnar tala fyri tí. Fyri tilnevnan av verja er § 50 í anordning om ikrafttræden for Færøerne af værgemålsloven galdandi.
Kvinna undir 18 ár
§ 9. Er kvinnan undir 18 ár, og er hon ikki gift, skal tann ella tey, sum hava foreldramyndugleikan, geva samtykki til at søkja um fosturtøku.
Stk. 2. Tá ið umstøðurnar tala fyri tí, kann samráðið loyva, at samtykki sambært stk. 1 ikki skal innheintast.
Stk. 3. Tá ið umstøðurnar tala fyri tí, kann samráðið geva loyvi til fosturtøku, sjálvt um samtykki sambært stk. 1 verður noktað.
Vegleiðing og kunning frá læknanum o.a.
§ 10. Læknin, sum fær umsókn um fosturtøku, skal upplýsa kvinnuna um møguleikan fyri ráðgeving og stuðulssamrøðu sambært § 7.
Stk. 2. Læknin skal vegleiða og kunna kvinnuna um inntrivið og fylgjur og vandan, sum mugu metast at vera sambundin við inntrivið. Tað sama er galdandi fyri tann, sum søkir sambært § 8, stk. 2, ella samtykkir sambært § 9, stk. 1.
Stk. 3. Læknin kann hjálpa kvinnu undir 18 ár at senda samráðnum umsókn um loyvi sambært § 9, stk. 2 og 3.
§ 11. Metir læknin, at treytirnar fyri fosturtøku í §§ 1 og 2 ikki eru loknar, skal læknin beinanvegin leggja umsóknina saman við sínum úttalilsi fyri samráðið.
§ 12. Er umsóknin um fosturtøku grundað á umstøður, sum nevndar eru í § 3, nr. 3, skal læknin kunna kvinnuna um møguleikarnar fyri at fáa meira kunning og ráðgeving hjá viðkomandi myndugleikum, felagsskapum og serlæknum.
§ 13. Landsstýrisfólkið ásetir nærri reglur um umsókn um fosturtøku og um viðgerð av málum um fosturtøku.
Samráð
§ 14. Landsstýrisfólkið setir eitt samráð, sum skjótast gjørligt tekur avgerð í málum sambært §§ 3-5, § 8, stk. 2, og § 9, stk. 2 og 3.
Stk. 2. Í samráðnum eru ein løgfrøðingur, ein sosialráðgevi, ein sálarfrøðingur og tveir læknar. Annar læknin skal vera serlækni í kvinnusjúkum, og hin læknin skal vera serlækni í psykiatri.
Stk. 3. Limirnir í samráðnum og teirra varalimir sita 4 ár í senn.
Stk. 4. Landsstýrisfólkið ásetir nærri reglur um starvsskipan fyri samráðið.
§ 15. Avgerðir í samráðnum verða tiknar við vanligum meiriluta.
Kæra
§ 16. Avger samráðið, at treytirnar fyri fosturtøku í §§ 3-5, § 8, stk. 2 og § 9, stk. 2 og 3 ikki eru loknar, sendir samráðið beinanvegin avgerðina til Føroya Kærustovn saman við grundgeving fyri avgerðini, um kvinnan, verjin ella tann ella tey, sum hava foreldramyndugleikan ynskja tað.
Stk. 2. Serkøn hjá Føroya Kærustovni í hesum málum eru ein serlækni í kvinnusjúkum ella ein barnalækni og ein serlækni í psykiatri ella persónur, sum hevur serligt innlit í sosialmedisin.
Stk. 3. Kærustovnurin skal taka avgerð skjótast tilber og í seinasta lagi innan 7 dagar.
Stk. 4. Burtursæð frá stk. 1 og 2 er løgtingslóg um Føroya Kærustovn galdandi fyri málgongdina í Føroya Kærustovni.
Ársfrágreiðing
§ 17. Samráðið sendir landsstýrisfólkinum ársfrágreiðing um virksemi sítt.
Revsiásetingar
§ 18. Er ikki harðari revsing ásett eftir revsilógini verður lækni, sum fremur fosturtøku, uttan at treytirnar í §§ 1 og 2 eru loknar, og uttan at tað er givið loyvi eftir §§ 3-5, revsaður við sekt ella fongsli í upp í 2 ár.
Stk. 2. Er ikki harðari revsing ásett eftir revsilógini verður lækni, sum fremur fosturtøku uttan at treytirnar í §§ 8 og 9 og § 10, stk. 2 eru loknar, revsaður við sekt.
Stk. 3. Er ikki harðari revsing ásett eftir revsilógini verður tann, sum ikki er lækni, og sum fremur fosturtøku, revsaður við fongsli í upp í 4 ár.
Stk. 4. Stk. 1 og 3 verða brúkt á sama hátt fyri tann, sum hjálpir til við slíkum virksemi.
§ 19. Lógarbrot, sum eru framd av ósketni, verða ikki revsaði.
Gildiskoma og úrgildisseting
§ 20. Hendan løgtingslóg kemur í gildi 1. juli 2026, og samstundis fer úr gildi lov nr. 177 af 23. juni 1956 om foranstaltninger i anledning af svangerskab m.v.
Í Tinganesi, 9. desember 2025
Aksel V. Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 14/2025