5. mars 2012Nr. 20
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um barsilsskipan
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 48 frá 3. apríl 2001 um barsilsskipan, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 123 frá 22. desember 2010, verður aftaná § 16 í kapitli V sett:
”§ 16 a. Ov nógv útgoldin barsilspeningur, sum ikki er fevndur av ásetingini í § 16, stk. 3, kann verða innheintaður við panting og við at eftirhalda í A-inntøku sbrt. § 136 í skattalógini.
Stk. 2. TAKS fremur panting og eftirhald í A-inntøku fyri barsilspening eftir stk. 1 eftir reglunum um innkrevjing av skatti.”
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Tórshavn, 5. mars 2012
Kaj Leo Holm Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 111/2011