Rættarregluevni (einans høvuðslógir og galdandi lógir):
Rættarreglubólkur:
Gildisstøða:
Ár:
Felagsmál / Sermál:
Mál:
Myndugleiki:
Um rættarregluna
  • Bólkur: Løgtingslóg
  • Gildisstøða: Galdandi
  • Felagsmál/Sermál: Sermál
  • Myndugleiki: Uttanríkis- og vinnumálaráðið
  • Útgávudagur: 10-03-1992
Tilvísingar
Valmøguleikar
Tín lógalisti

10. mars 1992Nr. 20

Løgtingslóg um innflutning og sølu av rúsdrekka, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 183 frá 21. desember 2018

Kapittul 1

Lógarøkið, framleiðsla og innflutningur

§ 1. Endamálið við hesi lóg miðar ímóti at avmarka rúsdrekkanýtsluna og minka sum mest um skaðan, sum rúsdrekkanýtslan hevur við sær fyri einstaklingin og samfelagið, og til tess at røkka hesum endamáli at áseta reglur í sambandi við rúsdrekka í Føroyum.

§ 2. 1) Sum rúsdrekka eftir lógini er at skilja allur løgur, sum hevur minst 2,8 rúmprosent av alkoholi í sær.

Stk. 2. 1) Sum rúsdrekka verður ikki roknað heilivágur, sum bert er loyvdur apotekum at selja eftir apotekaralóggávuni, hóast hesi hava í sær eitt alkoholrúmprosent, ið fer upp um 2,8.

Stk. 3. Hóast reglurnar í lógini er apoteksverkinum loyvt at innflyta og selja ethanol til tekniska nýtslu og heilivágsframleiðslu eftir teim reglum landsstýrið ásetir.

§ 3. 1) 2) Tað er ikki loyvt

1)   at bryggja ella framleiða rúsdrekka við meira enn 60 rúmprosentum av aloholi ella

2)   at gera drekkandi tær í § 2, stk. 3 nevndu vørur.

Stk. 2. 1) 2) Framleiðsla av rúsdrekka kann einans fara fram á góðkendum framleiðsluvirkjum. Landsstýrið fær heimild í kunngerð at áseta neyðugar treytir fyri góðkenning.

Stk. 3. 2) Landsstýrið ásetir í góðkenningini nærri reglur um eftirlit við framleiðsluni av rúsdrekka.

§ 4. Sett verður á stovn Rúsdrekkasøla Landsins, við tí endamáli at innflyta og selja rúsdrekka.

Stk. 2. 3) Landsstýrið ger nærri reglur fyri skipan og rakstur av Rúsdrekkasølu Landsins.

Stk. 3. 1) (Strikað).

Kapittul 2

Innflutningur av rúsdrekka

§ 5. 4) Rúsdrekkasøla Landsins hevur einkarrætt til innflutning av rúsdrekka, jb. tó § 8, stk. 4.

Stk. 2. Persónar, ið hava fylt 18 ár, og sum koma til landið við skipi ella flogfari, kunnu taka við sær rúsdrekka til egna nýtslu eftir nærri reglum, sum landsstýrið ger.

Stk. 3. Reglan í stk. 1 er ikki galdandi fyri innflutning av víni ætlað til altarnýtslu.

Stk. 4. 5) Reglan í stk. 1 er ikki galdandi fyri innflutning av rúsdrekka, sum góðkend framleiðsluvirki, sbr. § 3, stk. 2, skulu nýta í sam­bandi við rúsdrekkaframleiðslu.

§ 6. 1) 2) 5) Tað er ikki loyvt at innflyta rúsdrekka, sum í sær hevur meira enn 60 vektprosent av alkoholi. Tó er loyvt góðkendum framleiðsluvirkjum, sbr. § 3, stk. 2, at innflyta ethanol at nýta í sambandi við framleiðslu av rúsdrekka.

Kapittul 3

Søla og útflýggjan

§ 7. Einkarrætt at selja rúsdrekka hevur Rúsdrekkasøla Landsins.

Stk. 2. 2) 6) Hóast reglurnar í stk. 1 kann rúsdrekka, framleitt í Føroyum, smbr. § 3, stk. 2, verða selt Rúsdrekkasølu Landsins, eins og rúsdrekka kann verða skeinkt sbrt. reglunum í kapittul 4.

Stk. 3. 7) 4) Rúsdrekkasøla Landsins og bryggjarí, ið hava fingið loyvi at útflýggja egna framleiðslu av øli, kunnu selja føroyskum provianteringsfyritøkum rúsdrekka til víðari sølu til proviantering av skipum og flogførum til nýtslu ella sølu umborð. Toll- og Skattstova Føroya hevur eftirlit við provianteringini.

§ 8. 1) 8) 2) 3) 4) 6) (Strikað).

Kapittul 4

Útskeinking av rúsdrekka

§ 9. 3) 8) 6) (Strikað).

§ 10. 8) 1) 4) 6) (Strikað).

§ 11. 6) (Strikað).

§ 12. 4) 9) 8) 1) 6) (Strikað).

§ 12 a. 10) 6) (Strikað).

§ 13. 11) 6) (Strikað).

§ 14. 1) 6) (Strikað).

§ 15. 1) 6) (Strikað).

§ 16. 9) 6) (Strikað).

Kapittul 5

Almennar ásetingar

§ 17. 1) Tað er forboðið, at selja ella flýggja út rúsdrekka til persónar, sum ikki eru fyltir 18 ár, ella at flýggja út rúsdrekka, um tað er sannlíkt, at rúsdrekkað er tilætlað øðrum, sum ikki lúka treytirnar fyri at fáa rúsdrekka.

Stk. 2. 1) Tann, sum selir, flýggjar út, skeinkir ella letur skeinkja rúsdrekka, hevur skyldu til at um neyðugt tryggja sær við framvísan av samleikaprógvi, at móttakarin lýkur aldurstreytina.

Stk. 3. 6) (Strikað).

§ 18. 8) 6) (Strikað).

§ 19. Øll reklama í føroyskum fjølmiðlum og tíðarritum, útbýting av reklamuseðlum o.t. viðvíkjandi sølu, skeinking og útflýggjan av rúsdrekka er forboðin.

§ 20. Tað er ikki loyvt at útflýggja rúsdrekka frá handlum og líknandi handilshølum hjá handlum, fyritøkum ella á almennum støðum á ein hátt, ið kann metast við úskeinking.

§ 21. 6) (Strikað).

Kapittul 6

Revsing

§ 22. 8) 2) 6) Við sekt, hefti ella fongsli upp í eitt ár verður tann sektaður, sum

1)   brýtur ásetingarnar í § 3, § 5, § 6, og § 7, stk. 1,

2)   setir tilsíðis treytir fyri loyvi ella góðkenning eftir lógini ella samsvarandi ásettum forskriftum sambært lógini, ella

3)   letur vera við at lýða forboð ella boð, sum eru givin sambært lógina ella sambært ásetingum sambært lógini.

Stk. 2. Tann, sum nýtir, keypir ella á annana hátt útvegar sær rúsdrekka í stríð við § 9 verður revsaður við bót.

Stk. 3. Í fyriskipanum, sum verða ásettar sambært lógini, kann áleggjast revsing við bót, hefting ella fongsli upp í eitt ár fyri brot á ásetingarnar í fyriskipanunum.

Stk. 4. Fyri brot framd av juridiskum persónum, heruppií partafeløgum og feløgum, kann áleggjast tí juridiska persóninum sum slíkum sektarábyrgd.

Stk. 5. 6) (Strikað).

Stk. 6. Málini verða viðgjørd sum løgreglusakir. Rættarráðini í kapitlunum um hald og rannsókn í rættargangslógini verða nýtt í sama vavi sum í statsákæramálum.

§ 23. Løgregluni kann ikki verða sýtt atgeingi til høli í fyritøkum við útskeinkingarloyvi. Hetta er tó ikki galdandi fyri kømur, ið leigað eru út til gistingar.

Kapittul 7

Gildisásetingar.

§ 24. Landsstýrið ásetir í kunngerð, nær lógin fær gildi í síni heild ella í pørtum.

Stk. 2. Tá lógin kemur í gildi, smbr. stk. 1, setir landsstýrið úr gildi í síni heild ella í pørtum fylgjandi:

1)   ,,Anordning nr. 649 af 21. december 1917 om hvad der i lov for Færøerne om forbud mod at drive erhverv med berusende drikke m.m. af 21. december 1917, skal forstås ved drikke.“

2)   ,,Anordning nr. 624 af 30. november 1918 om udlevering af berusende drikke fra apoteker på Færøerne.“

3)   ,,Bekendtgørelse nr. 148 af 18. april 1923 om hvad der i lov for Færøerne om forbud mod at drive erhverv med berusende drikke m.m. af 30. januar 1923 skal henregnes til drikke.“

4)   ,,Lov nr. 115 frá 4. april 1928 for Færøerne om forbud mod at drive erhverv med berusende drikke m.m.“, sum broytt seinast við løgtingslóg nr. 54 frá 9. juni 1988.

5)   Løgtingslóg nr. 35 frá 18. november 1954 um innflutning av denatureraðum spritti.

6)   Løgtingslóg nr. 61 frá 19. mai 1980 um skamtan av rúsdrekka, sum broytt við løgtingslóg nr. 39 frá 20. mai 1988.

7)   Kunngerð nr. 7 frá 29. januar 1986 um denaturerað spritt.

8)   Løgtingslóg nr. 120 frá 23. desember 1991 um avgjald á framleiðslu og innflutningi, §§ 1 og 3.

Stk. 3. Hesar kunngerðir hava framvegis gildi, til tær verða settar úr gildi við kunngerð heimilaðari í hesi løgtingslóg:

1)   Kunngerð nr. 36 frá 19. november 1954 um keyp og sølu av kumpassspritti.

2)   Kunngerð nr. 78 frá 11. juli 1980 um brygging og útflýgging av sterkum øli, sum broytt við kunngerð nr. 86 frá 1. juli 1988.

Stk. 4. Um so verður, at ásetingarnar um útskeinking í lógini verða settar í gildi áður enn kapitlini 1, 2 og 3, kann landsstýrið játta loyvishavara innflutning av rúsdrekka til útskeinkingar á útskeinkingarstaðnum.

§ 25. 1) Landsstýrið skal leggja løgtingslógina um innflutning og sølu av rúsdrekka fyri tingið at viðgera í 1998.

 

 



1) Broytt við løgtingslóg nr. 93 frá 4. juni 1996. § 2 í hesi lóg er soljóðandi: ,,Henda lóg kemur í gildi 1. juli 1996. Samstundis fer danski lógarteksturin í løgtingslóg nr. 20 frá 10. mars 1992 um innflutning og sølu av rúsdrekka úr gildi.“

2) Broytt við løgtingslóg nr. 48 frá 17. mai 2011, har § 2 er soljóðandi: ”Hendan løgtingslóg kemur í gildi 1. oktober 2011. Tó kemur § 1, nr. 4 ikki í gildi fyri enn 1. apríl 2012.”

3) Broytt við løgtingslóg nr. 64 frá 10. mai 2000. § 2 í hesi løgtingslóg er soljóðandi: ”Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2002, og samstundis verður danski teksturin í løgtingslógini strikaður.”

4) Broytt við løgtingslóg nr. 55 frá 16. mai 2006, har § 10 er soljóðandi: “Henda løgtingslóg fær gildi á gildisdegi Sáttmálans frá 31. august 2005 millum Stjórn Íslands, øðrumegin, og Stjórn Danmarkar og Føroya Landsstýri, hinumegin.”

5) Broytt við løgtingslóg nr. 64 frá 29. mai 2017.

6) Broytt við § 26, stk. 2 og 3 í løgtingslóg nr. 183 frá 21. desember 2018.

7) Broytt við løgtingslóg nr. 142 frá 20. desember 1996.

8) Broytt við løgtingslóg nr. 64 frá 2. mai 2003. § 2 í hesi lóg er sóljóðandi: “Hendan lóg kemur í gildi 1. juni 2003.”

9) Broytt við løgtingslóg nr. 75 frá 25. mai 2009, har § 13, stk. 1 er soljóðandi: “Hendan løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2010.”

10) Broytt við løgtingslóg nr. 57 frá 16. mai 2006.

11) Broytt við løgtingslóg nr. 126 frá 22. desember 2008.