11. mars 2011Nr. 20
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 86 frá 1. september 1983 um landsskatt og kommunuskatt, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 167 frá 22. desember 2009, verða gjørdar hesar broytingar:
1) Í § 100, stk. 3 verður “15. mars” broytt til: “1. mai”.
2) Í § 105, stk. 1 verður “persónar, feløg og onnur, sum hava roknskaparskyldu“, broytt til: “løntakarar uttanlands, persónar, feløg og onnur, sum hava roknskaparskyldu”.
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og hevur virknað fyri skattaárið 2010 og frameftir.
Tórshavn, 11. mars 2011
Kaj Leo Holm Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 169/2010