26. februar 2021Nr. 20
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um dagpening vegna sjúku v.m.
(Leingjan av gildistíð til 1. februar 2022)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 143 frá 9. oktober 2020 um broyting í løgtingslóg um dagpening vegna sjúku v.m., verður í § 2, stk. 1 “1. mars 2021” broytt til: “1. februar 2022”.
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Í Tinganesi, 26. februar 2021
Bárður á Steig Nielsen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 90/2020