Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
11. desember 2025Nr. 207
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald (Meirvirðisgjaldslógin)
(Mvg frítøka fyri epli, grønmeti og barnablæur og broyttar mvg-reglur fyri brúktar leigubilar - fylgilógaruppskot til FLU 2026)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 136 frá 8. september 1992 um meirvirðisgjald (Meirvirðisgjaldslógin), sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 11 frá 7. mars 2024, verða gjørdar hesar broytingar:
1. § 10, stk. 2 verður orðað soleiðis:
“Stk. 2. Fyri motorakfør, sum eru skrásett sum leiguakfør, har meirvirðisgjald ikki er fakturer að til endabrúkaran, skulu virki við sølu av motorakførunum avgjaldsavgreiða hesi eftir søluprísinum frádrigið ein prosentpart av skrá setingargjaldinum. Prosentparturin er 90% fyri motorakfør, sum hava verið skrásett minni enn 1 ár. Prosentparturin lækkar síðani við 10 pro sentstigum árliga inntil hann er 0% prosentstig 10. árið. Fyri motorakfør, nýtt til skúlakoyring, kann reglan í stk. 1 verða nýtt, um so er, at akfarið hevur verið nýtt til skúlakoyring í minsta lagi 6 mánaðir.”
2. Í § 12, stk. 1verður sum litra u sett:
“u) Sølu av eplum og grønmeti, ið koma undir vørunumrini 0701.10.00 til og við 0714.90.90 og av blæum til børn, ið koma undir vørunumrini 9619.00.50 og 9619.00.81.”
§ 2
Stk. 1. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Stk. 2. § 1, nr. 1 er ikki galdandi fyri akfør, sum eru skrásett sum leiguakfør áðrenn 1. januar 2026. Fyri hesi leiguakfør eru tær áðurgaldandi reglurnar galdandi.
Í Tinganesi, 11. desember 2025
Aksel V. Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 19/2025