2. mars 2001Nr. 21
Løgtingslóg um broyting í lóg um barnaforsorg
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
Henda lóg er givin út sambært § 2 í ríkislóg nr. 315 frá 17. mai 1995 “om sociale ydelser på Færøerne”.
§ 1
Í lógarkunngerð nr. 104 frá 2. mars 1988 um barnaforsorg, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 77 frá 17. mai 2000, verður § 43, stk. 1, orðað soleiðis:
“Útreiðslur til fyriskipanir eftir hesi lóg og útreiðslur av virkseminum av teimum eftir § 32, stk. 1, góðkendu samdøgursstovnunum, tó ikki útreiðslur til fíggjarligt frípláss, verða goldnar av landskassanum. Útreiðslur til fíggjarlig frípláss verða goldnar av kommununum.”
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2002.
Tórshavn, 2. mars 2001
Anfinn Kallsberg (sign.)
løgmaður