Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
8. mai 2008Nr. 21
Løgtingslóg um at broyta løgtingslóg um barsilsskipan
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 48 frá 3. apríl 2001 um barsilsskipan, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 105 frá 20. november 2007, verða gjørdar hesar broytingar:
1) Í § 1, stk. 2, pkt. 2 verður í staðin fyri “2 vikur” sett: “4 vikur”, og í staðin fyri “14 vikurnar sett: 34 vikurnar”.
2) § 1, stk. 3, verður orðað soleiðis:
“Stk. 3. Aftaná 14. viku eftir barnsburð hava foreldur, sum eru løntakarar, rætt til barsilsfarloyvi í upp til 38 vikur tilsamans. Foreldrini hava ikki rætt til barsilsfarloyvi samstundis eftir pkt. 1, og barsilsfarloyvið skal verða tikið innan fyri fyrstu 52 vikurnar eftir barnsburð”.
3) Eftir stk. 5 verður sett:
“Stk. 6. Foreldrini hava, hóast stk. 3, rætt til barsilsfarloyvi í sama mun, sum tey hava rætt til barsilspening eftir § 9, stk. 5 og 6”.
4) Í § 2, stk. 3 verður í staðin fyri “2 vikur” sett: “4 vikur”, og í staðin fyri “18 vikurnar” sett: “38 vikurnar”.
5) Eftir § 8 verður sett:
“§ 8 a. Tað er ein treyt fyri útgjaldi eftir lógini, at viðkomandi skrivliga váttar, at hon/hann er um barnið í útgjaldstíðarskeiðinum”.
6) Í § 9, stk. 1, pkt. 2 verður í staðin fyri “24 vikur” og “24 vikurnar” sett: “30 vikur” og “30 vikurnar”.
7) Í § 9, stk. 2, 1. pkt., verður í staðin fyri “upp til 10 vikur” sett: “upp til 16 vikur”.
8) § 9, stk. 3 verður orðað soleiðis:
“Stk. 3. Faðirin at barninum hevur rætt til barsilspening í 4 vikur innan fyri tær fyrstu 34 vikurnar eftir barnsburð”.
9) Í § 9, verður í stk. 4 í staðin fyri “24 vikur” sett: “34 vikur”.
10) Í § 9 verður eftir stk. 4 sett:
“Stk. 5. Um mamman ella pápin er einsamøll/ einsamallur við barninum, hevur mamman rætt til tann partin av barsilspeninginum, sum serliga er avsettur til pápan eftir stk. 3 og pápin rætt til tann partin av barsilspeninginum, sum serliga er avsettur til mammuna eftir stk. 1 og 2. Treytin fyri at fáa barsilspening eftir 1. pkt. er, at hitt av foreldrunum ikki samstundis er frá arbeiði við løn. Foreldrini kunnu avtala, at at pkt. 1 heilt ella partvís ikki skal verða galdandi, um pápin ávikavist mamman er um barnið hetta tíðarskeiðið.
Stk. 6. Foreldrini kunnu avtala, at mamman skal hava 2 vikur av tí partinum av barsilspeninginum, sum serliga er avsettur til pápan eftir stk. 3.”
11) Í § 10, stk. 1 verður í staðin fyri “ 28 vikur” sett: “tilsamans 38 vikur”, og í stk. 3 í staðin fyri “2 vikur” sett: “4 vikur” og í staðin fyri “18 vikurnar” sett: “34-38 vikurnar”.
§ 2
Hendan løgtingslógin kemur í gildi 1. juni 2008.
Tórshavn, 8. mai 2008
Jóannes Eidesgaard (sign.)
løgmaður
/ Bjørt Samuelsen (sign.)
Lm. nr. 181/2007