Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
11. apríl 2006Nr. 21
Løgtingslóg um mál ið hoyra undir fasta gerðarrættin, sum broytt við løgtingslóg nr. 40 frá 8. mai 2007
§ 1. Fasti gerðarrætturin er stovnur, sum partarnir á arbeiðsmarknaðinum skipa sambært sáttmála. Landsstýrismaðurin fær heimild at stuðla fasta gerðarrættin og fíggja virksemi hansara.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann skipa stovn at virka sum skrivstova hjá fasta gerðarrættinum ella gera avtalu við verandi stovn um hetta.
Stk. 3. Landskassin ber tær útreiðslur, sum landsstýrismaðurin, sambært fíggjarætlan og roknskap, hevur góðkent, til skrivstovu, samsýning og aðrar fastar útreiðslur av fasta gerðarrættinum, ið gjøldini hjá fasta gerðarrættinum ikki røkka til.
§ 2. Úrskurðir hjá fasta gerðarrættinum kunnu útinnast sum úrskurðir hjá dómstólunum.
Stk. 2. 1) (Strikað)
§ 3. Lógin kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Tórshavn, 11. apríl 2006
Jóannes Eidesgaard (sign.)
løgmaður
/ Bjarni Djurholm (sign.)
Lm. nr. 106/2006