12. mars 2020Nr. 21
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald (Meirvirðisgjaldslógin)
(Broytt minstamark fyri skrásetingarskyldu o.a.)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 136 frá 8. september 1992 um meirvirðisgjald (Meirvirðisgjaldslógin), sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 57 frá 7. mai 2019, verður í § 4, stk. 1 og § 28, stk. 1 “30.000 kr.” broytt til: “50.000 kr.”.
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og hevur virknað frá 1. januar 2020.
Í Tinganesi, 12. mars 2020
Bárður á Steig Nielsen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 45/2019