15. desember 2025Nr. 210
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um revsing (Revsilógin)
(Sektir fara sum høvuðsregla í landskassan)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg um revsing (Revsilógin), sambært løgtingslógarkunngerð nr. 8 frá 20. februar 2024, sum broytt við løgtingslóg nr. 83 frá 2. mai 2025, verður § 50, stk. 1 orðað soleiðis:
“Sektir fara í landskassan, tó fara sektir fyri brot á lóggávu á ikki yvirtiknum málsøkjum og ferðslulóggávuna í ríkiskassan.”
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2026.
Í Tinganesi, 15. desember 2025
Aksel V. Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 31/2025