Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
15. desember 2025Nr. 211
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um dagpening vegna sjúku v.m.
(Heitið á løgtingslógini verður broytt, løgtingslógin fær stytt heiti, ein tøknilig broyting, og reglur um endurgjald til smærri vinnurekandi fyri lønarútreiðslur til starvsmenn, sum hava verið óarbeiðsførir vegna sjúku longur enn 4 vikur)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 74 frá 8. mai 2001 um dagpening vegna sjúku v.m., sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 151 frá 19. desember 2023, verða gjørdar hesar broytingar:
1. Heitið á løgtingslógini verður orðað soleiðis:
“Løgtingslóg
um
dagpening vegna sjúku o.a.”
2. Sum stytt heiti á løgtingslógini verður sett:
“(Sjúkradagpeningalógin)”
3. Í § 9, stk. 3 verður “fer í grunn” broytt til: “fer á frítíðarlønarkontu”.
4. Aftan á § 13 verður sum kapittul 6 a sett:
“Kapittul 6 a
Endurgjald til privatar arbeiðsgevarar
§ 13 a. Privatur arbeiðsgevari, ið seinast álík naða inntøkuár hevur útgoldið í mesta lagi 4 mió. kr. í lønum, kann søkja um at fáa endur goldnar lønarútreiðslur til ein starvsmann sam bært løgtingslóg um starvsmenn, ið hevur verið óarbeiðsførur vegna sjúku longur enn 4 vikur.
Stk. 2. Endurgjaldið verður gjørt upp eftir reglunum í kapittul 4 í løgtingslógini og verður bara veitt fyri tíðarskeiðið, sum fer út um 4 vikur.
§ 13 b. Markið fyri útgoldnar lønir í § 13 a, 1. pkt. verður javnað tann 1. januar á hvørjum ári við lutfalsligu lønarhækkingini sambært sátt mála millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og Føroya Arbeiðarafelag árið frammanundan.”
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2026.
Í Tinganesi, 15. desember 2025
Aksel V. Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 30/2025