22. desember 2025Nr. 216
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um veiðigjøld fyri fiskiskap (Veiðigjaldslógin)
(Striking av áseting um lægri veiðigjald, tá ið tøka kvotan minkar serliga nógv)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 77 frá 5. mai 2021 um veiðigjøld fyri fiskiskap (Veiðigjaldslógin), sum broytt við løgtingslóg nr. 76 frá 1. juni 2023 og løgtingslóg nr. 41 frá 25 mars 2025, verða gjørdar hesar broytingar:
1. Í § 5 stk. 3 og § 6, stk. 2 verður “, samanber tó § 7, stk. 2” strikað.
2. § 7 verður strikað.
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2026.
Í Tinganesi, 22. desember 2025
Aksel V. Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 56/2025