Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
22. desember 2025Nr. 217
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um avgjald á framleiðslu og innflutning
(Hægri avgjøld á tubbak og snús - fylgilógaruppskot til FLU 2026)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 19 frá 12. mars 2002 um avgjald á framleiðslu og innflutning, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 72 frá 30. apríl 2025, verða gjørdar hesar broytingar:
1. Í kapitli 24 í frumskjali 1 í skjali 1 verður punktavgjaldið á vørunumrinum 2402.10.00 í 3. teigi broytt frá “100 stk. 175,00 kr.” til: “100 stk. 200,00 kr.”
2. Í kapitli 24 í frumskjali 1 í skjali 1 verður punktavgjaldið á vørunumrunum 2402.20.10 til 2402.90.00 í 3. teigi broytt frá “100 stk. 145,00 kr.” til: “100 stk. 180,00 kr.
3. Í kapitli 24 í frumskjali 1 í skjali 1 verður punktavgjaldið á vørunumrunum 2403.11.00 til 2403.91.00 í 3. teigi broytt frá “215,00 kr. pr. kg.” til: “280,00 kr. pr. kg.”
4. Í kapitli 24 í frumskjali 1 í skjali 1 verður punktavgjaldið á vørunumrunum 2403.99.20 til 2403.99.90 í 3. teigi broytt frá “144,00 kr. pr. kg.” til: “2.000,00 kr. pr. kg.”, tó so, at punkt avgjaldið á vørunummarið 2403.99.35 verður ásett til “800,00 kr. pr. kg.”
5. Í kapitli 24 í frumskjali 1 í skjali 1 verður punktavgjaldið á vørunumrunum 2404.11.00 til 2404.19.90 í 3. teigi broytt frá “215,00 kr. pr. kg.” til: “2.000,00 kr. pr. kg.”
6. Í kapitli 24 í frumskjali 1 í skjali 1 verður aftan á vørunummar 2404.12.00 sum nýtt vørunum mar sett:
“2404.19.10”, “0”, “2.000 kr. pr. kg.”, “Sum hevur í sær tubbakerstatning”.
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og hevur virknað frá 2. desembur 2025.
Í Tinganesi, 22. desember 2025
Aksel V. Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 18/2025