22. desember 2025Nr. 218
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald (Meirvirðisgjaldslógin)
(Leingja heimildina at endurrinda meirvirðisgjald í sambandi við bygging og umbygging av ávísum leigubústøðum)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 136 frá 8. september 1992 um meirvirðisgjald (Meirvirðisgjaldslógin), sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 11 frá 7. mars 2024, verður í § 3 b, stk. 2, nr. 4 “31. desember 2025” broytt til: “31. desember 2030”.
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2026.
Í Tinganesi, 22. desember 2025
Aksel V. Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 60/2025