22. desember 2025Nr. 219
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um toll
(Nýtt vørunummar í toll- og vøruskránni til Prima snús)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 121 frá 23. desember 1991 um toll, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 76 frá 30. apríl 2025, verður skjal 1 broytt sum ásett í skjali 1.
§ 2
Hendan løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og hevur virknað frá framløgudegnum.
Í Tinganesi, 22. desember 2025
Aksel V. Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 55/2025
Skjal 1
Í skjali 1 til løgtingslóg nr. 121 frá 23. desember 1991 (Toll- og Vøruskráin) verður hetta vørunummar sett inn:
|
Vørunummar |
Tollur (%) |
Tekstur |
|
24039935 |
0,00 |
Løst snus i pakninger 100 gr eller derover og med et indhold hvor minimum 45% af varen er tobak |