Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
16. mars 2012Nr. 22
Løgtingslóg um el riknar hitapumpuskipanir, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 58 frá 11. apríl 2025 1)
1. kapittul
Øki og allýsingar
§ 1. 1) Lógin skipar viðurskiftini í sambandi við planlegging, gerð og rakstur av, og eftirlit við hitaskipanum bygd á hitapumpur.
§ 2. 1) Í hesi lóg er:
1) Hitapumpuskipan: Skipan við el- riknari hitapumpu, ið tekur hita úr jørð, vatni, sjógvi ella luft at hita luft ella vatn í sethúsum og bygningum.
2) Jarðhitaskipan: Skipan, sum verður nýtt til upphiting við nýtslu av einari hitapumpu, og sum tekur hita úr jørðini.
3) Loddrætt jarðhitaskipan: Jarðhitaskipan við boriholi, sum er gjørt við boriútgerð.
4) Vatnrætt jarðhitaskipan: Jarðhitaskipan, har hiti verður savnaður gjøgnum vatnrætt niðurgrivnar slangur, sum liggja í lendinum við bygningin.
2. kapittul
Loyvi og góðkenningar
Útgreiningar, loyvi og fráboðanir um hitapumpuskipanir 1)
§ 3. Kommunan veitir eftir umsókn loyvi til at gera og nýta jarðhitaskipanir.
Stk. 2. Áðrenn eigarin fer undir at gera og nýta eina jarðhitaskipan, krevst loyvi frá kommununi.
§ 4. Umsókn um loyvi at gera eina jarðhitaskipan skal vera skrivlig. Umsóknin skal innihalda upplýsingar um jarðhitaskipanina og um installatørin. Um søkt verður um loyvi til loddrætta jarðhitaskipan, skal umsóknin harumframt innihalda upplýsingar um boriholið, boringina og um brunnboraran.
Stk. 2. 2) Landsstýrisfólkið ásetur nærri reglur í kunngerð um tær upplýsingar, sum skulu latast eftir stk. 1, og á hvønn hátt hesar upplýsingar skulu latast. Landsstýrisfólkið kann eisini áseta reglur um, at upplýsingar skulu skrásetast og sendast myndugleikanum talgilt, og kann áseta nærri reglur um talgilda samskiftið.
Stk. 3. 2) Landsstýrisfólkið kann áseta reglur í kunngerð um gjald fyri veitan av loyvi sbrt. § 3, stk. 1, fyri ummæli sbrt. § 5, stk. 1, fyri mátingar, skrásetingar og ráðgeving sbrt. § 7 a og fyri góðkenning sbrt. § 9, stk. 1.
§ 5. 1) 2) Kommunan tekur avgerð í málinum í samráð við Umhvørvisstovuna og sendir umsókn um loyvi at gera eina jarðhitaskipan til ummælis hjá Jarðfeingi við eini svarfreist upp á fýra vikur, sum kann verða longd undir serligum umstøðum.
Stk. 2. 1) Tá loyvi verður givið, skal kommunan senda avrit av loyvinum til Umhvørvisstovuna.
§ 5 a. 2) Kommunan upplýsir, hvar viðkomandi drekkivatnsveitingar eru.
§ 6. 1) 2) Fyri at fáa loyvi at gera eina jarðhitaskipan krevst:
1) at umsøkjari skjalprógvar, at jarðhitaskipanin er dimensjonerað av góðkendum installatøri, sbr. § 9,
2) at tað ikki stríður móti týðandi atlitum til verandi ella framtíðar byggingar, byggisamtyktir, lendisætlanir, kommunuætlanir, náttúrufrøðilig og ella jarðfrøðilig atlit o.a. at geva loyvi til jarðhitaskipanina,
3) at útbúnaður, sum verður nýttur til jarðhitaskipanina, lýkur ásettu krøvini sbrt. § 10, stk. 1, og
4) at ein útgreining er gjørd av orkutørvi og nyttu av jarðhitaskipanini.
Stk. 2. 2) Er talan um eina loddrætta jarðhitaskipan, krevst harumframt:
1) at tað er møguligt at staðseta jarðhitaskipanina á ognini á slíkan hátt, at hon hevur neyðugu frástøðuna til aðrar jarðhitaskipanir, sum loyvi er givið til at gera, og
2) at umsøkjari skjalprógvar, at jarðhitaholið verður borað av góðkendum brunnborara sbrt. § 9.
3) Sum meginregla skal frástøðan vera í minsta lagi 20 metrar ímillum hvørja jarðhitaboring. Eru serligar umstøður, kann landsstýrisfólkið víkja frá hesi áseting.
Stk. 3. 2) Kommunan kann í sambandi við loyvisveitan seta nærri treytir fyri loyvinum, herundir um:
1) Staðseting av jarðhitaskipanini á ognini.
2) Krøv til boriarbeiðið.
3) Tíðarfreistir fyri, nær skipanin skal takast í nýtslu.
4) Hvussu, hvar og nær borievja og borivatn skal burturbeinast.
§ 6 a. 1) Áðrenn hitapumpuskipanir, sum ikki eru jarðhitaskipanir, verða settar upp, skal góðkendur installatørur, eigarans vegna, útgreina hitatørvin, dimensionera hitaskipanina og útgreina nyttuna.
Stk. 2. 2) Oyðublað við upplýsingum eftir stk. 1 og um slag og stødd á hitapumpu, skal latast Arbeiðs- og brunaeftirlitinum til kunningar, áðrenn farið verður undir at seta hitapumpuskipanina upp.
Stk. 3. 2) Tað er ábyrgd eigarans at lata Arbeiðs- og brunaeftirlitinum upplýsingar eftir stk. 2.
Stk. 4. 2) Tá onnur hitapumpuskipan enn jarðhitaskipan verður tikin úr nýtslu, skal eigarin boða Umhvørvisstovuni frá hesum innan 30 dagar eftir at slík skipan er tikin úr nýtslu.
§ 7. 1) Umhvørvisstovan skipar fyri at skráseta upplýsingar um øll borihol og øll galdandi loyvi til jarðhitaskipanir í einari telduskipan, ið skal vera atkomulig hjá almenninginum.
Stk. 2. 1) Eigarin av einari jarðhitaskipan skal innan 30 dagar boða kommununi og Umhvørvisstovuni frá, tá:
1) jarðhitaskipanin verður tikin í nýtslu, og
2) jarðhitaskipan endaliga verður tikin úr nýtslu aftur, ella ikki hevur verið í nýtslu í 2 ár.
§ 7 a. 2) 7 til 14 dagar aftaná jarðhitaholið er borað, mátar Jarðfeingi í minsta lagi:
1) grundvatnsspegilin,
2) hitastig og leiðingarevni av vatninum fimta hvønn metur niður ígjøgnum boriholið, og
3) møguliga nøgd av artesiskum vatni.
Stk. 2. Jarðfeingi skrásetir sínar mátingar og ítøkiligu staðsetingina av boriholinum í skipanina nevnd í § 7, stk. 1.
Stk. 3. Jarðfeingi veitir neyðuga ráðgeving til kommunur um jarðfrøðilig viðurskifti í sambandi við jarðhitaboringar.
§ 8. 1) 2) Kommunan kann broyta ella taka aftur loyvi, sum eru givin eftir § 3, stk. 1, áðrenn borað verður, um:
1) týðandi fortreytir, sum loyvið er grundað á, eru broyttar,
2) vandi er fyri, at arbeiðið at gera jarðhitaskipanina kann dálka møguligt grundvatn,
3) vandi er fyri, at arbeiðið at gera jarðhitaskipanina kann ávirka tilrenningina til drekkivatnsøkið
4) eigari av jarðhitaskipan, installatørur ella brunnborari grovt ella endurtakandi brýtur ásetingar í løgtingslógini og reglur gjørdar við heimild í lógini ella treytir í loyvinum,
5) jarðhitaskipanin ikki longur er í brúk, sbrt. § 13, stk. 2, ella
6) kommunan verður forðað í at fremja sítt eftirlit eftir § 14 a-c.
Góðkenning av installatøri og brunnborara
§ 9. 1) 3) 2) Arbeiðs- og brunaeftirlitið góðkennir eftir umsókn fysiskan ella løgfrøðiligan persón sum installatørur av hitapumpuskipanum og/ella sum brunnborara. Fyri at fáa góðkenning skal umsøkjarin:
1) ikki vera undir endurskipanarviðgerð ella trotabúsviðgerð,
2) hava neyðugan fakligan førleika til at virka sum installatørur av hitapumpuskipan, ávíkavist brunnborari, og
3) hava teknað neyðuga trygging ímóti møguligum endurgjaldskravi frá triðja-manni.
Stk. 2. Bert góðkendur brunnborari kann gera borihol til eina loddrætta jarðhitaskipan.
Stk. 3. 1) 2) Bert góðkendur installatørur av hitapumpu kann installera hitapumpu.
Stk. 4. 1) 2) Landsstýrisfólkið kann áseta nærri reglur í kunngerð um fakligu førleikakrøvini sbrt. stk. 1, nr. 2 og um, hvørjar aðrar uppgávur, enn tær í stk. 2-3 nevndu, skulu gerast av einum góðkendum installatøri ávíkavist góðkendum brunnborara, tá ein hitapumpuskipan verður gjørd.
Stk. 5. 1) 2) Um ein góðkendur installatørur ávíkavist góðkendur brunnborari ikki longur lýkur krøvini fyri góðkenningini eftir stk. 1 ella reglum, ásettum við heimild í stk. 4, kann Arbeiðs- og brunaeftirlitið taka góðkenningina frá viðkomandi. Um krøvini fyri góðkenningini ikki longur verða lokin, hevur viðkomandi skyldu til at lata Arbeiðs- og brunaeftirlitinum góðkenningina aftur
Stk. 6. 2) Hava installatørur ella brunnborari brotið reglurnar í hesari løgtingslóg, kann Arbeiðs- og brunaeftirlitið taka loyvið aftur.
Stk. 7. 2) Installatørurin ella brunnborarin kann krevja, at avgerðin eftir stk. 6 skal verða løgd fyri dómsvaldið. Avgerðin skal innihalda upplýsing um rættin til at leggja avgerðina fyri dómsvaldið og um kærufreist.
Stk. 8. 2) Arbeiðs- og brunaeftirlitið skal hava boð um krav eftir stk. 7 í seinasta lagi 4 vikur eftir, at viðkomandi hevur fingið boð um avgerðina. Arbeiðs- og brunaeftirlitið letur fútanum málið at leggja fyri dómsvaldið eftir reglunum í § 78, stk. 3 í revsilógini.
Krøv til jarðhitaskipanina og boringina
§ 10. Bert góðkendar slangur og góðkendur løgur kunnu nýtast í einari jarðhitaskipan.
Stk. 2. 2) Landsstýrisfólkið kann áseta nærri reglur í kunngerð um:
1) útbúnaðin, sum verður nýttur í jarðhitaskipanum, herundir tær í stk. 1 nevndu slangur og løgur,
2) hvørjar royndir skulu gerast av jarðhitaskipanini, áðrenn hon verður tikin í nýtslu, og
3) viðurskifti í sambandi við boring av holi til loddrætta jarðhitaskipan.
3. kapittul
Rakstur av hitapumpuskipanum og burturtøka av jarðhitaskipanum 1)
§ 11. Eigarin av einari jarðhitaskipan skal taka øll rímilig fyrilit fyri at tryggja, at løgur ikki lekur úr jarðhitaskipanini.
Stk. 2. 2) Í loddrættum jarðhitaskipanum skal útbúnaður, sum er millum borihol og hitapumpu verða grivin í minsta lagi 50 cm niður í jørðina. Í vatnrættum jarðhitaskipanum skal allur uttandura útbúnaður vera grivin í minsta lagi 50 cm niður í jørðina. Um ikki ber til at grava útgerðina niður, eigur øll útgerð at verða tyrvd og ráðiliga vard. Landsstýrisfólkið kann áseta nærri krøv til, hvussu útbúnaðurin verður vardur.
Stk. 3. Um eigarin av jarðhitaskipanini verður varugur við, at løgur lekur úr skipanini, hevur eigarin skyldu til beinanvegin at fáa tett lekan av góðkendum installatøri. Jarðhitaskipanin kann ikki verða nýtt, fyrr enn skipanin aftur er tøtt.
Stk. 4. Um brúkari av jarðhitaskipan verður varugur við tey í stk. 3 nevndu viðurskifti, hevur hann skyldu til beinanvegin at boða eigaranum frá hesum.
§ 11 a. 2) Kommunan kann geva eigara av jarðhitaskipan, installatøri ella brunnborara ítøkilig boð um at tetta hol og gera aðrar rættandi atgerðir. Kommunan kann áseta freist, nær boðini skulu verða fylgd.
Stk. 2. Tann, sum hevur ábyrgdina, ber útreiðslurnar av at tetta hol og at gera rættandi atgerðir, kommunan gevur boð um.
Stk. 3. Verða boð frá kommununi ikki fylgd, sbrt. stk. 1, kann kommunan seta neyðug tiltøk í verk. Tann, sum hevur ábyrgdina, ber útreiðslurnar fyri tiltøkini, sum kommunan setur í verk.
§ 11 b. 2) Elvir boringin til skaða á ogn hjá eigara ella triðja persóni, ber brunnborarin ábyrgdina av skaðanum.
§ 12. 1) Hitapumpuskipanin skal verða eftirkannað av góðkendum installatøri av hitapumpuskipanum í minsta lagi eina ferð í hvørjum kalendaraári, tó undantikið í tí kalendaraárinum, tær eru tiknar í nýtslu.
Stk. 2. 1) Eigarin av hitapumpuskipan skal kunna skjalprógva eftirlitini í minsta lagi 5 seinastu árini og skal eftir umbøn vísa kommununi hesi skjøl.
Stk. 3. 1) 2) Landsstýrisfólkið ásetur nærri reglur um árligu eftirkanningina av hitapumpuskipanini.
§ 13. Tá ein jarðhitaskipan ikki longur verður brúkt, skal eigarin skipa so fyri, at løgurin verður tikin upp og burturbeindur sambært galdandi reglum um burturkast. Góðkendur installatørur skal hava eftirlit við og fyri kommununi vátta, at hetta er gjørt. Er talan um loddrætta jarðhitaskipan, skal harumframt verða lagt lok á boriholið.
Stk. 2. Ein jarðhitaskipan verður roknað sum ikki longur í brúki:
1) tá kommunan hevur fingið fráboðan um, at skipanin er tikin endaliga úr nýtslu, ella
2) tá skipanin ikki hevur verið nýtt til upphiting í 2 ár.
4. kapittul
Kæra, eftirlit, revsing, gildiskoma og skiftisreglur 2)
Kæra 2)
§ 14. 1) 2) Avgerðir sambært hesi lóg kunnu kærast til landsstýrisfólkið innan 4 vikur eftir, at viðkomandi hevur móttikið fráboðanina.
Stk. 2. 1) 2) Landsstýrisfólkinum verður heimilað at leggja kærumyndugleikan til annan fyrisitingarligan myndugleika, hvørs avgerðir eru endaligar innan fyrisitingina.
Eftirlit 2)
§ 14 a. 2) Kommunan hevur eftirlit við og tekur avgerð fyri at fremja § 3, stk. 2, § 4, stk. 1, § 6, stk. 1-3, § 7, stk. 2, § 11, § 12, stk. 1 og 2, § 13 og reglum givnar við heimild í hesi løgtingslóg.
Stk. 2. Umhvørvisstovan hevur eftirlit við og tekur avgerð fyri at fremja § 7, stk. 2 og reglum givnar við heimild í hesi løgtingslóg.
Stk. 3. Arbeiðs- og brunaeftirlitið hevur eftirlit við og tekur avgerð fyri at fremja § 6 a, § 9, stk. 2, § 10, stk. 1, og reglum givnar við heimild í hesi løgtingslóg.
§ 14 b. 2) Tá tað krevst til tess at útinna uppgávur eftir løgtingslógini, skulu kommunan, Umhvørvisstovan og Arbeiðs- og brunaeftirlitið, við samleikaváttan og uttan rættarúrskurð, hava ótarnaða atgongd til øll øki og alla útgerð, sum hoyra til jarðhitaskipanina, soleiðis at hesir myndugleikar kunnu røkja sínar uppgávur sambært løgtingslógini.
§ 14 c. 2) Installatørur, brunnborari og eigari av jarðhitaskipanini hava skyldu til at lata kommununi, Umhvørvisstovuni og Arbeiðs- og brunaeftirlitinum upplýsingar, skjøl og annað, sum er neyðugt hjá hesum myndugleikum, til tess at røkja uppgávurnar sambært løgtingslógini.
Revsing 2)
§ 15. 1) 2) Brot á § 3, § 6 a, stk. 2, og 5, § 7, stk. 2, § 9, stk. 2-3 og stk. 5, 2. pkt., § 10, stk. 1, § 11, stk. 3 og 4, § 12, stk. 1-2, § 11 a, stk. 2 og 3, § 13, stk. 1 og §§ 14 b-c í hesi løgtingslóg verða revsað við bót, um brotið er framt við vilja ella við grovum ósketni.
Stk. 2. Í reglum, givnum við heimild í lógini, kann ásetast revsing sum bót.
Stk. 3. Revisábyrgd kann verða áløgd løgfrøðiligum persónum sambært reglunum í 5. kapitli í revsilógini.
Gildiskoma og skiftisreglur 2)
§ 16. Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. juli 2012.
Stk. 2. Fyri jarðhitaskipan, sum er tikin í nýtslu ella er í gerð, tá henda lóg kemur í gildi, eru §§ 7-8, § 10, stk. 1 og §§ 11-16 galdandi.
Stk. 3. Tíðarfreistin, nevnd í § 7, stk. 2, verður fyri tær í stk. 2 nevndu jarðhitaskipanir roknað frá tí degi, henda løgtingslóg kemur í gildi.
Stk. 4. Eftirkanningin, nevnd í § 12, stk. 1, er fyri tær í stk. 2 nevndu jarðhitaskipanir í fyrsta lagi kravd í fyrsta kalendaraárinum eftir, at henda lóg kemur í gildi.
Tórshavn, 16. mars 2012
Kaj Leo Holm Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 116/2011