Rættarregluevni (einans høvuðslógir og galdandi lógir):
Rættarreglubólkur:
Gildisstøða:
Ár:
Felagsmál / Sermál:
Mál:
Myndugleiki:
Um rættarregluna
  • Bólkur: Løgtingslóg
  • Gildisstøða: Galdandi
  • Felagsmál/Sermál: Sermál
  • Myndugleiki: Mentamálaráðið
  • Útgávudagur: 21-05-2004
Tilvísingar
Kunngerðablaðið
  • Kunngerðarblað 2004 A - Hefti 8 A frá 21. mai 2004
  • Rættarreglan soleiðis sum hon upprunaliga varð kunngjørd í Kunngerðablaðnum
Valmøguleikar
Tín lógalisti

17. mai 2004Nr. 22

Løgtingslóg um yrkisskeið

Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:

Kapittul 1

Stevnumið og skipan

§ 1. Landsstýrismanninum verður heimilað at skipa fyri yrkisskeiðum og hava eftirlit við teimum.

§ 2. Yrkisskeiðini hava til endamáls:

1)   at hjálpa einstaklingum at nøkta grundleggjandi krøv til førleika í vinnuni,

2)   at viðlíkahalda og menna verandi vinnuførleika, og

3)   at menna og viðlíkahalda ástøðiligan førleika.

§ 3. Yrkisútbúgvingarráðið og yrkisnevndirnar, ið eru skipaðar sbrt. kap. 5 í løgtingslóg nr. 94 frá 29. desember 1998 um yrkisútbúgvingar við seinni broytingum, virka við atliti at yrkisskeiðunum sambært ásetingunum í § 9.

Kapittul 2

Innihaldið

§ 4. Yrkisskeiðini fevna um:

1)   skeið, sum menna vinnuførleikarnar hjá tí einstaka luttakaranum,

2)   skeið, sum bøta um møguleikarnar hjá tí einstaka luttakaranum at fáa útbúgving ella arbeiði.

§ 5. Yrkisskeiðini venda sær til:

1)   arbeiðarar og serarbeiðarar,

2)   starvsfólk við yrkisútbúgving,

3)   fólk við tøkningaútbúgving, og

4)   aðrar bólkar, ið kunnu javnsetast við 1), 2) og 3).

§ 6. Yrkisskeiðini verða skipað í eindum, eftir teimum fortreytum, sum luttakararnir hava, og eiga, har hetta ber til, innihaldsliga at verða knýtt at verandi yrkisútbúgvingum, soleiðis at tey fevna um somu tættir, sum eru í yrkislærugreinunum.

Stk. 2. Yrkisskeið kunnu takast í skeiðsrøðum og setast saman til styttri yrkisrættaðar útbúgvingar.

Stk. 3. Skeið við einum almennandi innihaldi kunnu verða hildin sambært hesi lóg, um endamálið er at útinna stevnumiðini sbrt. § 2.

Stk. 4. Í reglunum fyri hvørt góðkent yrkisskeið skal vera ásett, um próvtøka verður hildin, og hvørjar fremjingarreglur tá eru galdandi.

Stk. 5. Fyri yrkisskeið, sum ikki verða sett saman til eina útbúgving, sbr. § 9, stk. 6, skal útbúgvingarstaðið geva luttakarum skeiðsváttan ella prógv samsvarandi reglum, sum landsstýrismaðurin ásetir eftir tilmæli frá Yrkisútbúgvingarráðnum.

Stk. 6. Góðkenning av einstaka skeiðnum eigur í mest møguligan mun at tryggja, at tey kunnu avriksflytast til aðrar útbúgvingar.

Kapittul 3

Góðkenningarmynduleiki

§ 7. Yrkisnevndin fyri avvarðandi yrkisskeið, sbr. § 9 viðger og ger tilmæli um tey ávísu skeiðini.

Stk 2. Yrkisútbúgvingarráðið góðkennir tey yrkisskeið, sum avvarðandi yrkisnevnd hevur tilmælt, sbr. § 9, og kunnger avvarðandi mynduleikum og vinnu um góðkenningina og samtyktu skeiðsreglurnar.

Stk. 3. Er talan um samanhangandi skeið, sum enda við ávísari styttri yrkisrættaðari útbúgving, sbr. § 6, stk. 2, ásetir landsstýrismaðurin reglurnar fyri útbúgvingina eftir tilmæli frá Yrkisútbúgvingarráðnum.

§ 8. Yrkisskeiðini fara fram á útbúgvingarstøðum, sum avvarðandi yrkisnevnd hevur góðkent. Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur um góðkenning av útbúgvingarstøðum, her í millum hvørjar førleikar útbúgvingarstaðið skal hava til tess at halda góðkend skeið.

Stk. 2. Leiðarin fyri útbúgvingarstaðið hevur mótvegis landsstýrismanninum ábyrgdina av undirvísingini og møguligum próvtøkum, um hetta er ásett í reglunum fyri tað einstaka skeiðið, og at skriva út skeiðsváttan.

Kapittul 4

Fyriskipan og fyrisiting

§ 9. Landsstýrismaðurin ásetir eftir tilmæli frá Yrkisútbúgvingarráðnum nærri reglur um yvirskipað viðurskifti við atliti at yrkisskeiðunum.

Stk. 2. Yrkisútbúgvingarráðið ger av, hvørji yrkisskeið koma undir skipanina eftir hesi lóg, og í hvønn mun einstøk skeið og/ella samanhangandi skeið kunnu geva avriksflutning eftir gjøllari reglum, sum landsstýrismaðurin ásetir eftir tilmæli frá Yrkisútbúgvingarráðnum.

Stk. 3. Til tess at tryggja, at yrkisskeiðini lúka almenn og faklig krøv í samsvari við endamálsorðingina í § 2, ger yrkisnevndin, sum Yrkisútbúgvingarráðið frammanundan hevur tilnevnt til ávísa útbúgving, ráðnum tilmæli um góðkenning av ávísum yrkisskeiði.

Stk. 4. Um eingin yrkisnevnd frammanundan er tilnevnd, sbr. stk. 3, skal Yrkis­útbúgvingarráðið tilnevna 2 fastar limir í eina yrkisnevnd, umboðandi ávikavist arbeiðsgevarar og løntakarar. Afturat føstu limunum, skal avvarðandi arbeiðsgevarafelag velja 1 lim og avvarðandi løntakarafelag 1 lim í nevndina.

Stk. 5. Yrkisnevndin skal í síni viðgerð tryggja, at góðkend yrkisskeið í mest møguligan mun eru samskipað við yrkis- og miðnámsútbúgvingarnar, soleiðis at til ber hjá tí einstaka skeiðsluttakaranum at taka útbúgving sína innan ein felags karm.

Stk. 6. Yrkisnevndafyrisitingin skrivar út prógv, tá ið skeið verða sett saman til eina útbúgving sbrt. § 6, stk. 2 eftir reglum, sum landsstýrismaðurin ásetir, sbr. stk. 1.

Kapittul 5

Fígging

§ 10. Yrkisskeiðini verða fíggjað við luttøkugjaldi.

Stk. 2. Landskassin rindar útreiðslurnar hjá Yrkisútbúgvingarráðnum.

Stk. 3. Tann, sum søkir um góðkenning av yrkisskeiði, rindar eitt umsitingargjald til landskassan til at fíggja avleiddu útreiðslurnar hjá yrkisnevndunum.

Stk. 4. Landsstýrismaðurin ásetir eftir tilmæli frá Yrkisútbúgvingarráðnum gjøllari reglur um upphæddina av umsitingargjaldinum, og hvussu gjaldið verður umsitið.

Stk. 5. Landskassin kann veita stuðul til tey yrkisskeið, ið eru beinleiðis partur av eini styttri yrkisrættaðari útbúgving. Áðrenn stuðul verður veittur, ásetir landsstýrismaðurin nærri treytir við kunngerð.

Kapittul 6

Aðrar ásetingar

§ 11. Kæra um avgerð, sum leiðarin fyri útbúgvingarstaðið tekur í námsfrøðiligum málum, og kæra um avgerðir, tiknar í sambandi við próvtøku, kunnu í seinasta lagi 4 vikur eftir, at avgerð er kunngjørd luttakarunum, leggjast fyri landsstýrismannin eftir reglum, ið landsstýrismaðurin hevur ásett, sbr. § 9, stk. 1.

Stk. 2. Kæra um avgerð hjá yrkisnevnd um ikki at góðkenna yrkisskeið ella útbúgvingarstað, sbr. § 7, stk. 1 og § 8, stk. 1, kann í seinasta lagi 4 vikur eftir, at umsøkjarin er kunnaður um avgerðina, latast kærunevndini viðvíkjandi góðkenning av læruplássum sambært lógini um yrkisútbúgvingar.

§ 12. Tær einstøku skeiðsreglurnar, sbr. § 9, stk. 1, skulu áseta, um luttakarar hava møtiskyldu og skyldu at lata inn møgulig kravd avrik.

§ 13. Útbúgvingarstaðið hevur ábyrgdina av, at skeiðsluttakarar eru tryggjaðir móti skaða, sum teimum kann verða fyri undir undirvísingini og møguligum starvsroyndum.

Kapittul 7

Gildiskoma

§ 14. Henda lóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

 

 

Tórshavn, 17. mai 2004

 

Jóannes Eidesgaard (sign.)

løgmaður

 

 

 

Lm. nr. 68/2003