Skrivar tú trygging? verður leitað eftir orðum sum t.d. tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging.
Skrivar tú ?trygging? verður leita eftir orðum sum t.d. lívstryggingarvirksemi.
18. mars 2020Nr. 22
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald (Meirvirðisgjaldslógin)
(Innlatan og galdskái 1. ársfjórðing 2020)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 136 frá 8. september 1992 um meirvirðisgjald (Meirvirðisgjaldslógin), sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 21 frá 12. mars 2020, verður aftan á § 20 sett:
“§ 20 a. Freistin at boða TAKS frá støddini á útgangandi og inngangandi avgjaldinum og støddini av søluni, sbrt § 12, stk. 1-4, ið ikki skal roknast við í avgjaldskyldugu søluna fyri 1. ársfjórðing 2020, og freistin fyri avrokning av 1. avgjaldstíðarskeið 2020 er í seinasta lagi 15. november 2020.”
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Í Tinganesi, 18. mars 2020
Bárður á Steig Nieslen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 126/2019