Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
6. mars 1998Nr. 23
Løgtingslóg um barna- og ungdómstannrøkt, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 77 frá 6. mai 2022
§ 1. Henda lóg um tannrøkt er givin út sambært § 1 í “lov nr. 316 af 17. maj 1995 om sundhedsvæsenet på Færøerne”.
§ 2. 1) Kommunustýrið skal tryggja øllum børnum og ungum undir 18 ár, sum búgva í kommununi, møguleika fyri ókeypis fyribyrgjandi og viðgerðandi tannrøkt.
Stk. 2. Reglur um vavið av og krøv til kommunalu tannrøktina sambært stk. 1 verða ásettar av landstýrismanninum í heilsumálum.
§ 3. Tilboð um kommunala tannrøkt verður givið á almennum tannlæknastovum.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin í heilsumálum kann góðkenna, at tilboð um kommunala tannrøkt verður givið hjá privat starvandi tannlæknum, sum kommunustýrið ger sáttmála við. Nærri reglur um krøv til góðkenningina verða ásettar av landsstýrismanninum.
Stk. 3. Viðgerðir, ið eru byrjaðar í kommunalu tannrøktini, skulu gerast lidnar har.
§ 4. Landsstýrismaðurin í heilsumálum kann góðkenna, at kommunurnar skipa eina felags kommunala tannrøktarskipan. Landsstýrismaðurin kann áseta nærri reglur um tílíkar felagsskapir.
Stk. 2. Broyting ella avtøka av teimum í stk. 1 nevndu felagsskapum skal góðkennast av landsstýrismanninum.
§ 5. Eitt barn, sum sambært lógini verður viðgjørt í kommunalu barnatannrøktarskipanini, kann verða ávíst til sertannlækna, um tað hevur serligar tannrøktartrupuleikar.
§ 6. Landsstýrismaðurin í heilsumálum hevur heimild til at seta í verk skipanir til samskipan av tannrøktini í kommunalu og privatu tannrøktini.
§ 7. Kommunustýrið skal geva upplýsingar um virksemið sambært hesi lóg eftir reglum ásettar av landsstýrismanninum í heilsumálum.
Stk. 2. 2) Fólkaheilsustýrið skipar fyri, at hagtøl yvir tannlæknanna virksemið verða gjørd. Landskassin ber útreiðslurnar fyri gerð av hagtølunum.
§ 8. Kommunurnar bera tær útreiðslur, sum standast av kommunalu tannrøktini sambært § 2.
§ 9. Landsstýrismaðurin í heilsumálum kann góðkenna, at royndarskipanir verða settar í verk viðvíkjandi nýggjum bygnaðar- og viðgerðarhættum, soleiðis at reglurnar í § 2 í hesari lóg kunnu verða frávíktar.
§ 10. 3) Um foreldur ella verji at børnum í kommunalu tannrøktini eru ónøgd við avgerð, sum kommunustýrið tekur sambært hesi løgtingslóg, kunnu tey kæra til Føroya Kærustovn innan 4 vikur eftir, at kærarin hevur fingið fráboðan um avgerðina.
Stk. 2. 3) (Strikað).
§ 11. Hendan lóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
1) Broytt við løgtingslóg nr. 39 frá 6. mai 2014, har § 2 ljóðar soleiðis: “Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2015.”
2) Broytt við løgtingslóg nr. 77 frá 6. mai 2022, har § 5 ljóðar soleiðis: “§ 5. Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2023, og samstundis fer úr gildi løgtingslóg nr. 56 frá 10. mai 2000 um Fólkaheilsuráð. Stk. 2. Í § 7, stk. 2, 1. pkt. í løgtingslóg nr. 23 frá 6. mars 1998 um barna- og ungdómstannrøkt, verður “Landsstýrismaðurin í heilsumálum” broytt til: “Fólkaheilsustýrið”. Stk. 3. Í § 9, stk. 5, 2. pkt. í løgtingslóg nr. 49 frá 14. mai 2013 um eftirløn verður “deildin fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu” broytt til: “Sjúkrahúsverkið”.”
3) Broytt við løgtingslóg nr. 159 frá 10. desember 2021, har § 43 ljóðar soleiðis: “Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2022. Samstundis fer løgtingslóg nr. 47 frá 23. mars 1993 um kærunevnd í almanna-, familju- og heilsumálum úr gildi.”
4) Heimild landsstýrismansins sum kærumyndugleiki er lagdur til kærunevndina í almanna-, familju- og heilsumálum, sum skal viðgera og taka endaliga fyrisitingarliga avgerð í kærumálum.Víst verður til løgtingslóg nr. 47 frá 23. mars 1993.