13. mars 1986Nr. 23
Løgtingslóg um Heilsufrøðiligu Starvsstovu
§ 1. Heilsufrøðiliga Starvsstovan er stovnur undir landsstýrinum.
2. stk. Landsstýrið setir við kunngerð reglur fyri Heilsufrøðiligu Starvsstovuna, har eitt nú eru ásetingar um arbeiðsøki, samskipanarviðurskifti, starvsfólkaviðurskifti og um í hvønn mun gjaldast skal fyri tænastur, gjørdar av Heilsufrøðiligu Starvsstovuni.
§ 2. Løgtingslógin kemur í gildi 1. apríl 1986.
2. stk. Samstundis fer úr gildi løgtingslóg nr. 18 frá 6. mai 1975 um almenna starvsstovu.