Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
21. februar 2000Nr. 23
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 136 frá 8. september 1992 um meirvirðisgjald, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 33 frá 23. apríl 1999, verða gjørdar hesar broytingar:
1) § 12, stk. 2, verður orðað soleiðis:
"Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann áseta nærri treytir fyri nýtslu av stk. 1 og gera av, at vørur og tænastur, sum verða gjørdar fyri útlendska rokning, í øðrum førum kunnu haldast uttan fyri avgjaldsskylduga sølu."
§ 22, stk. 2, verður orðað soleiðis:
”Stk. 2. Verður avgjaldið ikki goldið til tíðina, skal 1,0% gjaldast í mánaðarligari rentu fyri hvønn byrjaðan mánað frá og við gjaldkomumánaðinum at rokna. Rentan verður somuleiðis goldin av hækkingini av avgjaldinum sambært § 21, stk. 1, fyri hvønn byrjaðan mánað frá gjaldkomumánaðinum at rokna.”
3) Í § 22 verður sett sum stk. 3:
”Stk. 3. Reglurnar í stk. 2 eru eisini galdandi fyri skuldskrivaða rentu.”
4) § 32, stk. 4, verður orðað soleiðis:
”Stk. 4. Verður avgjaldið ikki goldið rættstundis, skal 1,0% roknast í mánaðarligari rentu fyri hvønn byrjaðan mánað frá og við gjaldkomumánaðinum at rokna.”
Í § 33, stk. 1, litra b, verður ”§ 12, 6. stk., 2. punktum” broytt til: ”§ 12, stk. 5, 2. punktum”.
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. § 1, nr. 1-5, hava virknað frá 1. januar 2000.
Tórshavn, 21. februar 2000
Anfinn Kallsberg (sign)
løgmaður