21. apríl 1999Nr. 23
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um barnagjald til einsamallar uppihaldarar v.fl.
Samsvarandi samtykt Føroya løgtings staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 71 frá 20. mai 1996 um barnagjald til einsamallar uppihaldarar v.fl., sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 25 frá 14. mars 1997 verða gjørdar hesar broytingar:
1) § 9, stk. 3 verður strikað.
2) § 18, stk. 2 verður strikað.
§ 2
Henda lóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og er galdandi frá 1. januar 1999.
Tórshavn, 21. apríl 1999
Anfinn Kallsberg (sign.)
løgmaður