Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
12. apríl 2006Nr. 24
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skráseting av skipum
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 9 frá 5. mars 1970 um skráseting av skipum, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 75 frá 23. mei 1997, verður gjørd henda broyting:
Aftaná § 1 verður sett inn:
“§ 1 a. Fyri skip, ið ikki kann metast sum føroyskt sambært § 1, men har eigarin er likamligur ella løgfrøðiligur persónur, sum er fevndur av Hoyvíkssáttmálanum og hevur bústað ella er skrásettur innan umveldisvídd sáttmálans, kann landsstýrismaðurin í sjóvinnnumálum áseta reglur um treytir fyri skráseting sum føroyskt skip, herundir treytir um, at skipið skal vera fyrisitið og vera undir eftirliti úr Føroyum.
Stk. 2. Skip, sum sambært stk. 1 er tikið upp í føroysku skipaskránna, verður sett javnbjóðis við føroyskt skip og hevur rætt til at sigla undir føroyskum flaggi.”
§ 2
Henda løgtingslógin fær gildi á gildisdegi Sáttmálans frá 31. august 2005 millum Stjórn Íslands, øðrumegin, og Stjórn Danmarkar og Føroya Landsstýri, hinumegin.
Tórshavn, 12.apríl 2006
Jóannes Eidesgaard (sign.)
løgmaður
/ Bjørn Kalsø (sign.)
Lm. nr. 89/2006