Rættarregluevni (einans høvuðslógir og galdandi lógir):
Rættarreglubólkur:
Gildisstøða:
Ár:
Felagsmál / Sermál:
Mál:
Myndugleiki:
Um rættarregluna
  • Bólkur: Løgtingslóg
  • Gildisstøða: Galdandi
  • Felagsmál/Sermál: Sermál
  • Myndugleiki: Almannamálaráðið
  • Útgávudagur: 18-03-2020
Tilvísingar
Kunngerðablaðið
  • Kunngerðarblað 2020 A - Løgtingslóg 24 frá 18. mars 2020
  • Rættarreglan soleiðis sum hon upprunaliga varð kunngjørd í Kunngerðablaðnum
Valmøguleikar
Tín lógalisti

18. mars 2020Nr. 24

Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um dagpening vegna sjúku v.m.

(COVID-19, dagpeningur vegna sóttarhald, endurgjald til arbeiðsgevara og víðkaður rættur til sjálvstøðug vinnurekandi)

Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:

§ 1

Í løgtingslóg nr. 74 frá 8. mai 2001 um dagpening vegna sjúku v.m., sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 153 frá 12. desember 2018, verða gjørdar hesar broytingar:

 

1.    Aftan á § 2, men áðrenn yvirskriftina yvir § 3, verður sett:

§ 2 a. Dagpeningur verður veittur persóni, sum er settur í sóttarhald av heilsumyndugleikunum, ella sum heilsumyndugleikarnir hava mælt til at fara í sóttarhald orsakað av COVID-19.

§ 2 b. Hóast § 2, stk. 3 kann privatur arbeiðsgevari fáa afturrindaðar tær lønarútreiðslur, ið standast av, at løntakari, sum hevur rætt til løn undir sjúku, men annars lýkur vanligu treytirnar í hesi løgtingslógini, hevur fingið staðfest COVID-19, av heilsumyndugleikunum er settur í sóttarhald, ella heilsumyndugleikarnir hava mælt til at fara í sóttarhald orsakað av COVID-19.

Stk. 2. Upphæddin, sum verður afturrindað  sbrt. stk. 1, verður roknað eftir § 8, stk. 1-3. Afturgjaldið er í mesta lagi tann upphædd, sum løntakarin vildi havt rætt til sbrt. § 9, um viðkomandi leyk treytirnar um rætt til dagpening eftir hesi løgtingslóg. Hjá mánaðarløntum kann arbeiðsgevari nýta seinast útgoldnu mánaðarlønina sum inntøkugrundarlag sbrt. § 8, stk. 1.

Stk. 3. Afturrindan sbrt. stk. 1 fevnir ikki um løntakarar, sum heilt ella lutvíst kunnu røkja arbeiðið heimanífrá.”

 

2.    Aftan á § 10 verður í kapittul 5 sett:

§ 10 a. Verður umsókn um afturrindan sbrt. § 2 b móttikin á Almannaverkinum í seinasta lagi 90. dagin aftaná 1. fráverudag, kann afturrindan játtast frá og við 1. fráverudegi.

Stk. 2. Verður umsóknin móttikin á Almannaverkinum seinni enn ásett í stk. 1, kann afturrindan bert játtast frá móttøkudegnum.”

 

3.    Aftan á § 17, men áðrenn yvirskriftina yvir § 18, verður sett:

§ 17 a. Um frávera er orsakað av viðurskiftum, sum viðvíkja COVID-19, sbr. § 2 a, stk. 1, fær persónur, hóast §§ 16 og 17, stk. 1, rætt til dagpening dagin eftir, at umsókn um upptøku í sjálvbodnu tryggingina er latin inn.”

 

4.    Aftan á § 20 verður sett:

§ 20 a. Dagpeningur veittur sbrt. §§ 2 a og 2 b er undantikin kravinum um afturrindan sbrt. § 20, stk. 2.”

 

5.    Aftan á § 23 a verður sett:

§ 23 b. Við staðfesting av COVID-19 ella við óarbeiðsføri sbrt. §§ 2 a og 2 b er váttan frá arbeiðsgevara javnsett við læknaváttan. Í førum, har Almannaverkið metir tað neyðugt, kann læknaváttan krevjast.”

§ 2

Stk. 1. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og hevur virknað frá 12. mars 2020 og fer úr gildi 30. juni 2020.

Stk. 2. Umsóknir sbrt. hesi løgtingslóg, sum eru fyri tíðarskeiðið frá 12. mars 2020 til og við 30. juni 2020, men sum ikki eru Almannaverkinum í hendi ella ikki eru liðugt viðgjørdar, áðrenn løgtingslógin fer úr gildi, verða viðgjørdar sbrt. reglunum í hesi løgtingslóg.

 

 

Í Tinganesi, 18. mars 2020

 

Bárður á Steig Nielsen (sign.)

løgmaður

Lm. nr. 123/2019