Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
21. apríl 1999Nr. 24
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um stuðul til rentuútreiðslur av lánum
Samsvarandi samtykt Føroya løgtings staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 148 frá 30. desember 1996 um stuðul til rentuútreiðslur av lánum verða gjørdar hesar broytingar:
1. § 1, nr. 1 verður strikað. Nr. 2 verður hereftir nr. 1 og nr. 3 verður nr. 2.
2. § 1, stk. 2 verður strikað.
3. Eftir § 2 verður sett:
“§ 2 a. Verða eini hús nýtt til bæði bústað og vinnuligt endamál, verða samlaðu rentuútreiðslurnar viðgjørdar eftir hesi lóg og ikki eftir skattalógini.
Stk. 2. Tað er ein treyt fyri at fáa stuðul eftir hesi lóg, at lánið sum heild er stuðulsloyvt. Lán, sum lutvíst eru farin til eitt ella fleiri av teimum í § 2 nevndu endamálum, lutvíst til onnur endamál, skulu fyri at koma undir hesa lóg fyrst uppbýtast.
Stk. 3. Stuðul verður bert veittur fyri rentur, sum eru tilskrivaðar í tí ári, umsóknin er komin inn, sbr. tó § 4, stk. 2.”
4. § 3, stk. 2 og 3 verða orðað soleiðis:
“Stk. 2. Fyri tey lán, sum nevnd eru í § 2, nr. 2, verður rentustuðul í mesta lagi veittur við tí í § 5 nevndu prosentupphædd av kr. 60.000 fyri hvørt ár.
Stk. 3. Toll- og Skattstova Føroya kann eftir umsókn, og tá serligar umstøður eru, játta hægri rentustuðul fyri eitt ár, tó í mesta lagi við tí í § 5 nevndu prosentupphædd av kr. 120.000.”
5. § 6, stk. 4 verður orðað soleiðis:
“Stk. 4. Útreiðslurnar av rentustuðlinum hevur tann kommuna, har viðkomandi er tilmeldaður, tá rentustuðul verður útgoldin. Um persónur, sum hevur rætt til rentustuðul, ikki er meldaður til eina kommunu, ber tann kommunan, har viðkomandi seinast var tilmeldaður, útreiðslurnar.”
6. Eftir § 8 verður sett:
“§ 8 a. Avgerðir tiknar sambært hesi lóg kunnu innan 4 vikur kærast til kommunalu skattakærunevndina. Kæran skal vera skrivlig og grundgeving fyri kæruni skal vera við.
Stk. 2. Avgerðin hjá kommunalu skattakærunevndini kann innan 4 vikur kærast til landsskattakærunevndina.
Stk. 3. Freistin í stk. 1 og 2 verður roknað frá tí degi, kærarin hevur fingið fráboðan um avgerðina.”
7. Eftir § 10 verður sett:
“§ 10 a. Toll- og Skattstova Føroya kann við panting innheinta ov nógv útgoldnan rentustuðul.”
§ 2
Henda lóg kemur í gildi 1. juli 1999, tó kemur § 1, nr. 3 í gildi 1. januar 2000.
Tórshavn, 21. apríl 1999
Anfinn Kallsberg (sign.)
løgmaður