12. mai 1959Nr. 25
Løgtingslóg um forboð fyri gerð og sølu av mjólk frá mjólkamaskinum
§ 1. Tað er forboðið at gera og selja mjólk, sum gjørd er við maskinu, uttan við serloyvi frá landsstýrinum.
Maskinur til nýtslu umborð á skipi koma ikki undir hesa reglu.
§ 2. Føroysk mjólk hevur fyrsta rætt at vera seld. Landsstýrið ger reglugerð fyri sølu av mjólk gjørd við maskinu.
§ 3. Hann, sum brýtur hesa reglu, kemur undir bót, sum fer í landskassan.
Tílík mál fara fram sum løgreglumál.
§ 4. Henda lóg kemur í gildi beinan vegin.