Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
17. mai 2004Nr. 25
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um aling av fiski v.m.
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 70 frá 9. juni 1988 um aling av fiski v.m., sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 51 frá 3. apríl 2001, verða gjørdar hesar broytingar:
1) Í § 2, stk. 2 verður sum 2. pkt sett:
“Aliloyvið kann avhendast”
2) § 2, stk. 3, nr. 2 verður strikað. Nr. 3 og 4 verða hereftir nr. 2 og 3. Tilvísingarnar í § 2, stk. 4 til § 2, stk. 3, nr. 3 og 4 verða samsvarandi broyttar til nr. 2 og 3.
3) § 2, stk. 5 verður orðað soleiðis:
“Stk. 5. Landsstýrismaðurin skal skrivliga hava upplýsingar um broytingar í ognar- og avgerðarrættindaviðurskiftunum og avhending av aliloyvum”.
4) § 3, stk. 2, nr. 3 verður strikað.
5) Aftaná § 3 verður sett:
“§ 3 a. Landsstýrismaðurin kann krevja allar upplýsingar, herundir roknskapir, roknskapartilfar, úrrit úr bókum, øðrum handilspappírum og elektroniskt goymdum upplýsingum, sum verða mettar at verða neyðugar fyri tað eftirlit, sum landsstýrismaðurin skal fremja eftir hesi lóg ella reglum, settar við heimild í lógini”.
6) § 4, stk. 4 verður orðað soleiðis:
“Stk. 4. Loyvið kann takast aftur, um ásetingarnar í § 2, stk. 3, nr. 2 og 3 ikki eru loknar”.
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi, dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Tórshavn, 17. mai 2004
Jóannes Eidesgaard (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 58/2003