Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
18. mars 2020Nr. 25
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing (ALS-lógin), sum broytt við løgtingslóg nr. 96 frá 23. juni 2020
(Tíðaravmarkað COVID-19 stuðulsskipan)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 113 frá 13. juni 1997 um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing (ALS-lógin), sum broytt við løgtingslóg nr. 12 frá 9. februar 2001, løgtingslóg nr. 79 frá 25. mai 2009, løgtingslóg nr. 46 frá 17. mai 2011, løgtingslóg nr. 45 frá 8. mai 2012, løgtingslóg nr. 71 frá 22. mai 2015 og løgtingslóg nr. 129 frá 20. desember 2016, verða gjørdar hesar broytingar:
1. Aftan á § 12 verður sett:
“§ 12 a. Rætt til stuðul hevur sjálvstøðugt vinnurekandi, sum ikki fær rikið sítt virksemi vegna avleiðingar av teimum átøkum, sum eru sett í verk fyri at basa spjaðing av COVID-19 kring heimin, og sum teknar trygging móti missi av inntøku av hesum virksemi, tá viðkomandi:
1) hevur fylt 16 ár, men ikki 67 ár, og
2) hevur bústað í Føroyum.
Stk. 2. Stuðulin er 115,38 kr. um tíman í mesta lagi 40 tímar um vikuna. Stuðul verður veittur í sama lutfalli, sum virksemið minkar.
Stk. 3. Um stýrið tekur undir við ásetingunum, ásetir landsstýrismaðurin í kunngerð tryggingargjaldið, reglur um inngjald, útgjald, undir hesum útgjaldsdagar, útgjaldskeið, hvørjar upplýsingar hin sjálvstøðugt vinnurekandi skal lata Arbeiðsloysisskipanini, nær og hvussu tær verða latnar og ásetan av freist fyri at lata hesar upplýsingar o.tíl. Eisini kann landsstýrismaðurin áseta, í hvønn mun hin sjálvstøðugt vinnurekandi kann hava A-inntøku, samstundis sum hann fær stuðul, og hvussu stuðulin skal skerjast í mun til hesa inntøku og nærri reglur í hesum sambandi.
Stk. 4. Ásetingarnar í §§ 14-25 b eru ikki galdandi fyri teir í stk. 1 tilskilaðu persónar. Um stýrið tekur undir við ásetingunum, kann landsstýrismaðurin í kunngerð áseta frávik frá øðrum lógargreinum í løgtingslógini, um hetta gerst neyðugt.”
2. Aftan á § 14 verður sett:
“§ 14 a. Rætt til ískoyti til løn hevur persónur, sum er í starvi hjá arbeiðsgevara á privata arbeiðsmarknaðinum, frá tí degi, tá viðkomandi:
1) er heimsendur av arbeiðsgevara vegna avleiðingar av teimum átøkum, sum eru sett í verk fyri at basa spjaðingini av COVID-19 kring heimin, og av hesi orsøk ikki kann uppfylla sína starvsskyldu fult ella partvíst,
2) hevur fylt 16 ár, men ikki 67 ár, og
3) hevur bústað í Føroyum.
Stk. 2. Ískoytið er 115,38 kr. um tíman í mesta lagi 40 tímar um vikuna. Ískoytið verður veitt í sama lutfalli, sum starvsskyldan minkar.
Stk. 3. Tó er ískoyti til lærlingar og onnur undir útbúgving sambært løgtingslóg um yrkisútbúgvingar í mesta lagi tann løn, sum viðkomandi hevur rætt til sambært galdandi sáttmála.
Stk. 4. Um stýrið tekur undir við ásetingunum, ásetir landsstýrismaðurin í kunngerð reglur um útgjald, undir hesum útgjaldsdagar, útgjaldskeið, hvørjar upplýsingar arbeiðsgevari og starvsfólk skulu lata Arbeiðsloysisskipanini, hvør skal vátta hesar upplýsingar, nær og hvussu tær verða latnar og ásetan av freist fyri at lata hesar upplýsingar o.tíl. Eisini kann landsstýrismaðurin áseta, í hvønn mun starvsfólk kann hava aðra inntøku, samstundis sum tað fær stuðul, og hvussu stuðulin skal skerjast í mun til hesa inntøku og í mun til frítíðarløn, sum starvsfólkið fær, og nærri reglur í hesum sambandi.
Stk. 5. Ásetingarnar í § 14 og §§ 15-25 b eru ikki galdandi fyri teir í stk. 1 tilskilaðu persónar. Um stýrið tekur undir við ásetingunum, kann landsstýrismaðurin í kunngerð áseta frávik frá øðrum lógargreinum í løgtingslógini, um hetta gerst neyðugt.”
§ 2
1) Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og hevur virknað frá 12. mars 2020 og fer úr gildi 31. august 2020.
Í Tinganesi, 18. mars 2020
Bárður á Steig Nielsen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 124/2019
1) Broytt við løgtingslóg nr. 96 frá 23. juni 2020, har §§ 3 og 4 ljóða soleiðis: “§ 3, Stk. 1. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Stk. 2. Henda løgtingslóg er galdandi fyri teir persónar, sum eru í stuðulsskipanini áðrenn 1. juli 2020. § 4, Stk. 1. Umsóknir sbrt. løgtingslóg nr. 25 frá 18. mars 2020 um broyting í løgtingslóg um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing (ALS-lógin) (Tíðaravmarkað COVID-19 stuðulsskipan) og løgtingslóg nr. 43 frá 7. apríl 2020 um broyting í løgtingslóg um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing(ALS-lógin) (Broytingar í tíðaravmarkaðu COVID-19 stuðulsskipanunum), sum eru fyri tíðarskeiðið frá 12. mars 2020 til og við 31. august 2020, men sum ikki eru móttiknar av Arbeiðsloysisskipanini ella ikki eru liðugt viðgjørdar, áðrenn løgtingslógirnar fara úr gildi, verða viðgjørdar sbrt. reglunum í hesum løgtingslógum. Stk. 2. Samlaðu útreiðslurnar fyri lønarískoyti og umsiting frá 1. juli til 31. august 2020 sambært hesi løgtingslóg verða rindaðar av landinum.”