Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
27. februar 2023Nr. 25
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um bráðfeingis játtanarlóg fyri 2023
(Eykajáttanarløgtingslóg fyri januar 2023)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 145 frá 15. november 2022 um bráðfeingis játtanarlóg fyri 2023, sum broytt við løgtingslóg nr. 16 frá 15. februar 2023, verður í § 1, stk. 2 sum nr. 3-8 sett:
“3) At leingja tíðarskeiðið fyri afturbering av meirvirðisgjaldi í sambandi við keyp av orkuvinarligum motorakførum og at seta úr gildi afturberingina fyri plug-in hybridbilar tann 1. september 2023.
4) At leingja virðisavgjaldsfrítøkuna fyri orkuvinarlig akfør til 2024 fyri síðani stigvíst aftur at innføra eitt virðisavgjald á hesi akfør og frá 1. september 2023 at javnseta virðisavgjaldið á plug-in hybridbilar og hybridbilar við tað á bensinbilar og dieselbilar.
5) At fremja søluna av partabrøvum landsins í P/F Tjaldur. Nettoinntøkurnar verða 15,8 mió. kr., tá sølukostnaðurin er drigin frá.
6) At fremja avhendan og útvegan av ognum millum land og Tórshavnar kommunu. Útreiðslurnar verða netto 3,7 mió. kr.
7) At rinda fyri, at Løgtingið fer undir at fyrireika leigumál til umsitingarbygning til løgtingslimirnar. Útreiðslurnar verða 2 mió. kr.
8) At keypa grundstykki, sum kann brúkast til framtíðar útbygging av Landssjúkrahúsinum. Útreiðslurnar verða 4,25 mió. kr.”
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Í Tinganesi, 27. februar 2023
Aksel V. Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 42/2022