5. mars 2026Nr. 26
Løgtingslóg um at gera ábøtur og umvælingar í H-bygninginum á Landssjúkrahúsinum
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1. Landsstýrisfólkinum verður heimilað at gera avtalur um at gera ábøtur og umvælingar í H-bygninginum á Landssjúkrahúsinum og til gerðarrættarmál.
Stk. 2. Útreiðslurnar sambært stk. 1 kunnu í mesta lagi verða 33,8 mió. kr. harav 1 mió. kr. til gerðarrættarmál.
§ 2. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og fer úr gildi 1. januar 2029.
Í Tinganesi, 5. mars 2026
Aksel V. Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 57/2025