Rættarregluevni (einans høvuðslógir og galdandi lógir):
Rættarreglubólkur:
Gildisstøða:
Ár:
Felagsmál / Sermál:
Mál:
Myndugleiki:
Um rættarregluna
  • Bólkur: Løgtingslóg
  • Gildisstøða: Galdandi
  • Felagsmál/Sermál: Sermál
  • Myndugleiki: Fíggjarmálaráðið
  • Útgávudagur: 25-03-2000
Tilvísingar
Valmøguleikar
Tín lógalisti

7. mars  2000Nr. 26

Løgtingslóg

um

broyting í løgtingslóg um at skatta inntøkur av kolvetnisvirksemi (Kolvetnisskattalógin)

Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:

 

§ 1

Í løgtingslóg nr. 26 frá 21. apríl 1999 um at skatta inntøkur av kolvetnisvirksemi (Kolvetnisskattalógin) verða gjørdar hesar broytingar:

1)   Eftir kapittul 2 verður sum nýtt kapittul sett:

Kapittul 2a

Uppgerð av serskatti

§10a. Serskatturin verður roknaður av inntøkuni frá hvørjari kolvetnisleið sær.

Stk. 2.Tá eitt loyvi til leiting eftir og framleiðslu av kolvetnum verður longt við atliti at framleiðslu, verður tann ávísti kolvetnisfundurin avmarkaður av landsstýrismanninum. Hendan avmarking av kolvetnisfundinum verður nýtt sum grundarlag fyri at rokna serskatt av inntøkum frá kolvetnisframleiðslu sambært hesi lóg.

Stk. 3. Serskatturin verður roknaður av inntøkum og útreiðslum at rokna frá tí degi, leiðbyggiætlanin fyri viðkomandi kolvetnisfund verður góðkend. Ber tann góðkenda leiðbyggiætlanin í sær, at fleiri kolvetnisfundir verða troyttir undir einum, kann landsstýrismaðurin gera av, at hesir fundir skulu verða roknaðir sum ein kolvetnisleið serskattinum viðvíkjandi.

§ 10b. Útreiðslur, sum eru hildnar undan góðkenning av leiðbyggiætlanini,  kunnu ikki dragast frá. Tó kunnu dragast frá tær útreiðslur, sum hava beinleiðis samband við fund og meting av viðkomandi kolvetnisleið(um). Hesar útreiðslur kunnu dragast frá tað árið, leiðbyggiætlanin verður góðkend. Landsstýrismaðurin kann áseta nærri reglur um, hvørjar útreiðslur kunnu dragast frá.

§ 10c. Útveganarpeningur fyri framleiðsluútbúnað, pallar, skip, bygningar og annan útbúnað, millum annað rørleiðingar og útbúnað knýttan at hesum, og fyri aðra útgerð, sum verður nýtt í sambandi við at vinna inntøku frá viðkomandi kolvetnisleið, sum nevnd í § 4, stk. 1, nr. 1 og 2, ella stk. 2, skal til fulnar dragast frá útveganarárið.

Stk. 2. Útreiðslur, ið eru hildnar fyri tær í stk. 1 nevndu ognir, sum við árslok eru í gerð fyri egnu rokning, kunnu tó dragast frá tað árið, tær eru hildnar.

Stk. 3. Verður sáttmáli gjørdur við byggiharra um bygging/útvegan av teimum í stk. 1 nevndu ognum, verður frádráttur loyvdur fyri ávegis gjøld av útveganarpeninginum sambært ásetingunum í avvarðandi sáttmála. Frádráttur verður tó ikki loyvdur fyri eina størri upphædd enn ta, sum er vanlig fyri avvarðandi vinnugrein, og frádrátturin kann ongantíð vera hægri enn útveganarpeningurin fyri higartil latna partin av ognini, tá goldið verður.

Stk. 4. Verður ogn, ið gevur loyvi til at draga frá útveganarpening, lutvíst nýtt til annað virksemi, verður tann skattligi frádrátturin roknaður av tí partinum av virðinum, sum samsvarar við ta lutfalsligu nýtsluna av ognini í sambandi við virksemi, sum nevnt í stk. 1.

Stk. 5. Verður ogn, hvørs útveganarpeningur er frádrigin eftir reglunum í stk. 1-4, seld ella nýtt til annað virksemi enn tað, sum nevnt er í § 8, skal tann lutfalsligi parturin av sølupeninginum ella handilsvirðinum, sum samsvarar við nýtsluna í sambandi við virksemi, sum nevnt er í § 8, teljast við í uppgerðina av serinntøkuni.

§ 10d. Útveganarpeningurin fyri loyvisbrøv, loyvi ella rættindi, nevnd í § 4, stk. 1, nr. 3, og sum verða útvegað aftaná, at leiðbyggiætlanin er góðkend, skal dragast frá tað árið, útveganin fer fram.

§ 10e. Tá serinntøkan verður uppgjørd, skulu fíggjarligar inntøkur og útreiðslur ikki teljast við.

Stk. 2. Tá serinntøkan verður uppgjørd, skal goldin skattur, sum er álíknaður eftir  reglunum í kapitli 2, dragast frá. Stavar slíkur goldin skattur frá inntøkum frá fleiri kolvetnisleiðum, skal goldni skatturin býtast út á kolvetnisleiðirnar í tí lutfalli, tær hava givið íkast til tað skattliga avlopið, sum umrøddi goldni skattur er roknaður av.

Stk. 3. Landsstýrismaðurin kann áseta nærri reglur fyri ta í stk. 2 umrøddu útrokning.   

§ 10f. Serskatturin er í trimum stigum, og verður hann fyri hvørt stigið sær roknaður sambært reglunum í stk. 2 – 4.

Stk. 2. 1. stig:  Serinntøkan fyri kolvetnisleiðina verður uppgjørd ár um ár eftir reglunum í §§ 10a – e fyrstu ferð tað árið, leiðbyggiætlanin er góðkend. Negativ serinntøka verður síðan flutt fram ár um ár við einum ískoyti upp á 20% og mótroknað í positivari serinntøku frá eftirfylgjandi árum. Tann soleiðis uppgjørda serinntøkan verður skattað við 10%.

Stk. 3. 2. stig: Serinntøkan verður uppgjørd á sama hátt sum í stk. 2. Negativ serinntøka verður flutt fram ár um ár við einum ískoyti upp á 25% og mótroknað í positivari serinntøku frá eftirfylgjandi árum. Tann soleiðis uppgjørda serinntøkan verður skattað við 15%.

Stk. 4. 3. stig: Serinntøkan verður uppgjørd á sama hátt sum í stk. 2. Negativ serinntøka verður flutt fram ár um ár við einum ískoyti upp á 30% og mótroknað í positivari serinntøku frá eftirfylgjandi árum. Tann soleiðis uppgjørda serinntøkan verður skattað við 15%.

Stk. 5. Ganga fleiri enn 6 ár frá tí, at leiðbyggiætlanin er góðkend, til handilslig framleiðsla av kolvetni úr avvarðandi kolvetnisleið byrjar, verður negativ serinntøka frá árum, ið liggja meira enn 6 ár undan tí ári, handilslig framleiðsla byrjar, ikki framførd við ískoyti í meira enn tey seinastu 6 árini, áðrenn handilslig framleiðsla byrjar.

2)   § 11, stk. 3, verður orðað soleiðis:

Stk. 3. Persónar og feløg, sjálvsognarstovnar, felagsskapir, deyðsbúgv o.o., ið hava inntøku, sum er nevnd í § 4, stk. 1 og 2, gjalda umframt serskatt eftir kapittul 2a inntøkuskatt til landskassan av tílíkari inntøku við 27%. Inntøkuskatturin verður at rokna serstakt av inntøku, ið kemur undir § 4, stk. 1 og 2.”

 

§ 2

Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

 

Tórshavn, 7. mars 2000

 

Anfinn Kallsberg (sign.)

løgmaður